Arbeiðið við at út- og umbyggja Frítíðarskúlan í Nes kommunu er nú komið so mikið áleiðis, at nýggi bygningurin verður tikin í nýtslu eftir páskir. Tá fer skúlabólkurin, sum nú er í Barnagarðinum, at
endaliga staðfest, at frítíðarskúli skal vera í kommununi. Frítíðarskúlin er so smátt byrjaður, men á býráðsfundi mikukvøldið samtykti býráðið einmælt at staðfesta skúlan og at játta 190.000 krónur til [...] leiðari er settur í 3/4 tíð, tað er Unn Mikkelsen. Eitt hjálparfólk er eisini sett, tað er Yvonna Toftum. Í løtuni eru bara eini 10-11 børn í frítíðarskúlanum. Men í fyrstu syftu verður pláss er fyri 20
sigrum gjørdist Fríði Mohr Jacobsen av Toftum stóri sigursharrin, tá kappast varð um, hvør skal umboða Føroyar í eEURO 2024 undankappingini, sum verður spælt á Playstation. Kappast verður í spælinum EA
Ziskason, sum kemur úr KÍ. Fríðin váttar fyri Sosialinum, at hann fyrstu ferð vandi inni á Toftum týskvøldið, og alt bendir á, at B68 verður hansara nýggja felag. Hin klaksvíkingurin í B68, Arnold Joensen, fær [...] sjálvur í samband við B68, og teir vóru sera áhugaðir í at fáa meg út á Toftir at spæla, sigur Fríðin Ziskason, sum leggur doyðin á, at hann ikki er vorðin ósamdur við venjaran Kurt Mørkøre. ? Hjá KÍ eru [...] ikki, at tað verður so nógv lættari at sleppa á lið hjá B68, tí nýggja felag hansara hevur eisini gott fólk og fleiri landsliðsleikarar, men hann vísir á, at spælið hjá B68 hóskar betur til hansara. ?
- Í hesum døgum verður gjørt klárt til at fríðka Sámalsgil á Toftum, og hetta er ein ætlan, sum vit hava havt í kvittanum leingi, vita tey í Nes kommunu at siga í dag. Sámalsgil er økið millum syðsta partin [...] landsvegin. Í løtuni verða drenrør og onnur rør løgd, áðrenn mold verður planerað á økinum. Útgrevstur fyri íbúðarøkinum á Kneysum, har Bústaðir skulu byggja fleiri leigu-og lutaíbúðir, byrjar fyrsta dagin
Fríggjakvøldið 27. mai klokkan 20 fær Fríðrikskirkjan á Toftum vitjan av dreingja- og manskórinum í Haderslev dómkirkju. Leiðari er organisturin í dómkirkjuni, Henrik Skærbæk Jespersen. Sami Henrik var [...] komandi. Á skránni verður danskur, svenskur og enskur kórtónleikur. - Sum eykanummar fer kórið at syngja eina útseting av lagnum hjá Steintóri Rasmussen “Tað kundi verið eg”, skrivar Nes kommuna á síni heimasíðu
Náttúra Í kvøld verður fundur á Svangaskarði á Toftum, har borgarar, sum búgva Undir Nesinum í Nes kommunu, fáa høvi at røða um, hvørt áhugi er fyri at gera eitt kombinerað fríøki og spælipláss Undir Nesinum [...] tríggir, Ingemar, Jóhannus og Jóan Símun, vórðu á kunnandi fundinum við kommununa, valdir í eina fyribils nevnd, sum nú skipar fyri fundinum, ið verður á Svangaskarði. Nevndin hevur síðan vent sær til Regin [...] Nesinum. - Er áhugi fyri hesum, er ætlanin at velja eina nevnd, sum skal standa fyri arbeiðinum á økinum. Nevndin skal síðan skipa arbeiðsbólkar og eitt nú samskifta við kommununa um tey praktisku við
aðrir spælarar, sum vóru á vøllinum ta ferðina, hava spælt í bestu deildini í ár. Teir eru Óli Johannnesen og Jákup á Borg. Heðin á Lakjuni, sum framvegis er á KÍ liðnum, var á beinkinum ta ferðina. Fram [...] Fróði fer at taka metið upp á 83 landsdystir, sum Óli Johannesen hevur átt seinastu stívligu seks árini. Umframt dystin seinnapartin í dag eru tríggir dystir á heimavølli á skránni í heyst. Teir eru [...] við í øllum dystunum, so fer hann í vetrarfrí við 78 landsdystum á kontuni, og so resta fimm dystir í fyri at leggja seg upp á síðuna á Óla og seks fyri at taka metið. Fróði er føddur 14. desember 1977
var púra ovfarin, tá vit søgdu honum, at boð vóru á veg frá landsliðsvenjaranum og til hansara. Fróði Benjaminsen arbeiðir á Fiskamarknaði Føroya á Toftum, og seinnapartin av vikuni hava teir havt úr at [...] landsdystirnar, sum verða á Svangaskarði komandi leygardag og annan mikudag móti ávikavíst Skotlandi og Bosnia-Hersegovina. Allan Simonsen hevði fleiri enn tjúgu spælarar til venjingar á Svangaskarði týskvøldið [...] sum eisini hevur góðan bóltførleika og kann spæla í verjuni, á miðvøllinum og eisini viðhvørt er álopsmaður. Í tvey ár hevur hann verið á U-18 landsliðnum. Johan Nielsen var venjari, og teir royndu seg
Á samkomu hjá Skálafjarðar kommunala sløkkiliði (SKS) seinasta leygarkvøld, sum var í nýggju sløkkiliðsstøðini á Skála, bleiv Fróði Danielsen á Toftum heiðraður fyri 25 ára trúgva tænastu. Tað sigur Nes [...] Skálafjørðin. Á samkomuni fekk Fróði heiðurmerki í silvur, sum hennara hátign drotning Margretha hevur sett á stovn fyri sløkkiliðsmenn, ið hava verið trúgvari tænastu meiri enn 25 ár. Á samkomuni fingu [...] Nes kommuna á heimasíðuni. Fróði, sum er ættaður av Strondum, byrjaði í sløkkiliðnum í 1995 og hevur verið partur av sløkkiliðnum á eystara armi síðani 2004. Fróði Danielsen er liðleiðari í SKS. Jóhannus