Fróði 75 ferð fyri Føroyar

Um 35 ára gamli liðformaðurin tekur eitt tørn aftrat á landsliðnum er møguleiki fyri, at hann næsta ár fer at taka dystarmetið, ið er teir 83 landsdystirnir, sum Óli Johannesen spældi

Tá ið fótbóltslandsliðið klokk­an 4 seinnapartin í dag fer á Astana Arena í kasakstanska høvuðs­staðnum Astana, verður tað 75. ferðin, at Fróði Benjaminsen fer at umboða føðilandið í fremstu røð í fót­bólti.
Tað er bara ein føroyskur spælari, sum hevur verið so ofta á landsliðnum. Tað er Óli Johannesen, sum eigur dystar­metið. Gamli liðfor­mað­urin, sum nú er 41 ára gamal og framvegis umboðar barndómsfelagið, TB, hevur spælt 83 landsdystir. Síðsta ferðin, Óli var á landsliðnum, var 6. juni í 2007, tá ið Skot­land vitjaði og fór avstað við 2-0 sigri. Óli var á vøllinum í 36 minuttir, so noyddist hann skaddur av vøllinum. Marni Djurhuus loysti hann av, og merkisvert var tað, at eitt lítið korter undan leikloki fór Marni av vøllinum, og í hansara stað kom Símun Samuelsen.
Ta ferðina var Fróði Benjaminsen, sum tá um­boðaði B36, millum lið­felagar­nar hjá Óla. Tað var 43. ferðin, at Fróði var á landsliðnum. Síðani hevur landsliðið spælt 40 altjóða skrásettar dystir, og Fróði Benjaminsen hevur verið fastur maður á liðnum. Onkra einstaka ferð­ina hevur hann givið avboð til vinar­dystir, og onkra ferð­ina hevur hann verið leik­bann­aður.
Eftir dystin í kvøld fæst at síggja, um Fróði verður liðformaður týskvøldið, tá ið týsku heimsstjørnurnar fara at vitja á Tórsvølli. Um Fróði ikki verður fremstur í før­oysku røðini týskvøldið, so verður tað tí, at hann annað­hvørt verður skaddur í dag ella tí hann sær gula kortið. Hann hevur eitt gult kort á kontuni í hesi undan­kapp­ingini, og tí verður hann leik­bannaður, um hann sær gult í dag.

Metið
Spurningurin er so, um Fróði fer at taka metið upp á 83 lands­dystir, sum Óli Johannesen hevur átt sein­astu stívligu seks árini. Um­framt dystin seinna­partin í dag eru tríggir dystir á heima­vølli á skránni í heyst. Teir eru ímóti Týsklandi týs­dagin, og ímóti Kasakstan og Eysturríki ávikavíst 11. og 15. okobter. Um Fróði verður við í øllum dystunum, so fer hann í vetrarfrí við 78 lands­dystum á kontuni, og so resta fimm dystir í fyri at leggja seg upp á síðuna á Óla og seks fyri at taka metið.
Fróði er føddur 14. desember 1977. Hann verður 36 ár um eitt fjórðingsár, og harvið er tað einki at ivast í, at hann fer ikki at spæla í fremstu røð í nógv ár aftrat. Hjá málverjum er 36 ár eingin aldur, men tað eru ikki so nógvir útispælarar, ið megna at vera á landsliðnum, tá ið teir hava rokkið so høgum fótbóltsaldri. Av upplagdum orsøkum megna teir ikki at halda høga leikliga støðið, ella eru teir so mikið skaða­plág­aðir, at tað gongur út yvir venjingarstøðuna og har­við leikliga støðið.
Soleiðis sum Fróði hevur spælt í ár, so kennist tað vera upp til hann sjálvan at gera av, um hann skal vera á lands­liðnum í EM undan­kapp­ingini, sum tað verður farið undir næsta heyst. Síðsta EM undankappingin var í 2010 og 2011. Tá vórðu fimm undankappingardystir spældir fyrra árið. Um tað eisini verður soleiðis hesa ferð, og um Fróði verður við í øll­um dystunum fram til árs­enda næsta ár, so verður tað um reppið, at hann fer at taka metið í 2014. Tað valdast eis­ini, um nakar vinardystur verður í 2014.

Markantur liðformaður
Síðani Jákup Miikkelsen gavst á landsliðnum, hevur Fróði Benjaminsen verið lið­for­maður. Hann er sjálvskrivaður sentralur mið­vallari. Tað er ikki ein spurn­ingur, um Fróði skal vera millum teir fyrstu ellivu, men spurning­urin er heldur, hvørjir skulu manna sentralu ódnirnar saman við honum.
Seinastu mongu árini hevur Fróði verið millum størstu profilarnar í føroysku kapp­ingini, og hann hevur í mong ár verið millum berandi kreft­irnar á landsliðnum. Hann er treystur, sterkur í nærdystunum og stinnur í høvuðs­pælinum.
Tey fyrru árini fekk hann ofta skoðsmálið, at hann var meiri stríðsmaður enn góður bóltspælari. Hetta høvdu tey á Toftum ilt við at svølgja, tí har varð hann frá fyrsta degi roknaður at vera sera góður bóltspælari. Nú man tað vera rættuliga langt millum tey, sum ikki hava funnið útav, at Fróði hevur góðan bólt­førleika og gott skil fyri spæl­inum – bæði í álopi og verju – og so siga tølini, at hann eisini hevur máltev.

Málini
Átta ferðir hevur máltalið hjá honum í landskappingini verið tvísifrað, og soleiðis man tað eisini fara at verða í ár, tí higartil hevur hann níggju ferðir verið ein av HB mál­skjútt­unum.
Á landsliðnum hevur tað verið longri millum málini. Higartil hevur hann skorað fimm ferðir.
Fyrsta málið á lands­lið­num skoraði Fróði fyri meiri enn ellivu árum síðani. 21. august 2002 vunnu Føroyar vinar­dyst á Tórsvølli 3-1 ímóti Liktinstein. Tá ið tað rest­aðu nítjan minuttir legði Fróði Føroyar framum 2-1. Christian Høgni Jacobsen hevði ellivu minuttir framm­an­undan javnað til 1-1, og átta minuttir undan leikloki stað­festi Julian Johnsson sigurin.
18. august í 2004 spældu Føroyar og Malta vinardyst á Svangaskarði. Úrslitið var 3-2 til Føroyar. Jákup á Borg og Rógvi Jacobsen løgdu Føroyar framum 2-0, men Malta svaraði aftur. Ellivu min­uttir undan leikloki skor­aði Fróði Benjaminsen sigurs­málið.
22. mars 2009 vunnu Føroyar fyri fyrstu og higartil einastu ferð á Íslandi. Talan var um vinardyst í Kórinn høllini í Kópavági. Úrslitið var 2-1 til Føroyar, og Fróði var einsamallur føroyskur mál­skjútti. Hann setti hol á í 20. minutti. Undan steðginum gjørdu íslendingar sjálvmál, og í síðsta minutti minkaðu teir um munin.
Meðan trý tey fyrstu mál­ini hjá Fróða vórðu skor­að í vinardystum, so eru tvey tey seinastu skorað í undan­kapp­ingardystum. Í 2011 skor­aði føroyska liðið trý mál, og Fróði var toppskjútti við tveimum málum.
Tað fyrra var í 2-0 sigr­inum í EM undan­kappingar­dystinum á Svangaskarði ímóti Estlandi 7. juni 2011. Føroyar vunnu 2-0, og Fróði setti við brotssparki hol á tveir minuttir undan steðg­inum. Arnbjørn Hansen stað­festi sigurin tveir minuttir eftir steðgin.
Seinna málið í 2011 skoraði Fróði í Beograd, har Serbia 6. september vann 3-1. Fróði minkaði um munin til 2-1.

Feløgini
Fyrsta ferðin Fróði Benja­min­sen var á landsliðnum var 18. august 1999, tá ið Ísland vann vinardyst á Tórsvølli 1-0. Ta ferðina varð Fróði skift­ur inn, tá ið tað restaði eitt stórt korter. Hann loysti Sámal Joensen av.
Tveir aðrir spælarar, sum vóru á vøllinum ta ferðina, hava spælt í bestu deildini í ár. Teir eru Óli Johannnesen og Jákup á Borg. Heðin á Lakjuni, sum framvegis er á KÍ liðnum, var á beinkinum ta ferðina.
Fram til 2003 umboðaði Fróði Benjaminsen barn­dóms­felagið B68. Fyrstu ferð hann spældi í bestu deildini var 6. august 1994, tá ið B68 á heimavølli tapti 7-0! ímóti GÍ. Hann varð skiftur inn, tá ið tað restaðu 20 minuttir, og støðan var 4-0.
Tilsaman hevur Fróði sam­bært farosoccer.com spælt 470 dystir í fremstu røð í Føroyum – umframt lands­dystirnar – og haraftrat um­boðaði hann í 2004 Fram í Reykjavík. 2005-2007 spældi Fróði við B36, og síðani hevur hann spælt við HB, har hann í ár er bæði hjálparvenjari og liðformaður. Fróði hevur vunnið FM tríggjar ferðir – í 2005 við B36 og í 2009 og 2010 við HB.