Frítíðarskúlin á Toftum skjótt liðugur

Tá nýggi bygningurin verður liðugur og tikin í nýtslu, fer frítíðarskúlin at hava opið fleiri dagar.

 

Arbeiðið við at út- og umbyggja Frítíðarskúlan í Nes kommunu er nú komið so mikið áleiðis, at nýggi bygningurin verður tikin í nýtslu eftir páskir. Tá fer skúlabólkurin, sum nú er í Barnagarðinum, at flyta yvir í Frítíðarskúlan.

- Tá Nes kommuna í november í fjør samtykti fíggjarætlanina fyri 2021, varð samstundis gjørt av, at tá nýggi bygningurin var liðugur og tikin í nýtslu, skuldi Frítíðarskúlin hava opið fleiri dagar.

Sambært heimasíðuni hjá kommununi varð her serliga hugsað um frídagarnar hjá skúlanum gjøgnum árið, samstundis sum summarfrítíðin verður óbroytt.

- Peningur er settur av til endamálið, men neyðugt verður at gera eina tilmeldingarskipan við ávísum treytum. Alt hetta fer at verða fráboðað foreldrunum, tá nýggi Frítíðarskúlin verður tikin í nýtslu, siga tey í Nes kommunu.

##med2##