Fríøki og spælipláss Undir Nesinum

Náttúra

Í kvøld verður fundur á Svangaskarði á Toftum, har borgarar, sum búgva Undir
Nesinum í Nes kommunu, fáa høvi at røða um, hvørt áhugi er fyri at gera eitt
kombinerað fríøki og spælipláss Undir Nesinum.
- Er áhugi fyri hesum, er ætlanin at velja eina nevnd, sum skal standa fyri
arbeiðinum á økinum. Nevndin skal síðan skipa arbeiðsbólkar og eitt nú samskifta
við kommununa um tey praktisku viðurskiftini í samband við tað, sum gerast skal,
siga teir tríggir, Ingemar Højgaard, Jóhannus Danielsen og Jóan Símun Saltá, sum
búgva Undir Nesinum.
Tað var Nes kommuna, sum bjóðaði nøkrum fólkum til kunnandi fund á
kommunuskrivstovuni. Kommunan vildi hava at vita, um áhugi er millum
borgararnar, sum búgva har inni í kommununi, at gera eitt kombinerað fríøki og
spælipláss.


Kommunan rindar

Sum skilst, er ætlanin hjá Nes kommunu at lata økið, sum er niðanfyri húsini hjá
Jóhannusi Olsen og Jóannesi Hansen, til endamálið. Eisini er kommunan sinnað at
gjalda kostnaðin av tilfarinum, sum nýtast skal. Hetta er tó treytað av, at
borgararnir, sum búgva Undir Nesinum, vilja gera arbeiði ókeypis.
Teir tríggir, Ingemar, Jóhannus og Jóan Símun, vórðu á kunnandi fundinum við
kommununa, valdir í eina fyribils nevnd, sum nú skipar fyri fundinum, ið verður
á Svangaskarði.
Nevndin hevur síðan vent sær til Regin Debes og hevur fingið hann at gera eina
fyribils skitsu av økinum.
Stigtakararnir til fundin í kvøld vóna, at fólk, sum búgva Undir Nesinum, møta
fjølment.
Fundurin á Svangaskarði verður kl. 21.