Frítíðarskúlin í Vági staðfestur í Býráðnum

Í fyrstu atløgu verður pláss fyri 20 børnum í frítíðarskúlanum í Vàgi

Frítíðarskúli

Vágur: Vágs Býráð hevur nú endaliga staðfest, at frítíðarskúli skal vera í kommununi.
Frítíðarskúlin er so smátt byrjaður, men á býráðsfundi mikukvøldið samtykti býráðið einmælt at staðfesta skúlan og at játta 190.000 krónur til frítíðarskúlan tað, ið eftir er av árinum.
Annars verður mett, at frítíðarskúlin fer at kosta kommununi 400.000 - 500.000 krónur um árið. Fíggjarætlanin fyri næsta ár er ikki løgd enn, so tað ber ikki til at áseta nágreiniligu upphæddina.
Frítíðarskúlin í Vági heldur til í hølum í Vágs Skúla og hann er fyri børn í fyrsta, øðrum og triðja flokki, men enn eru bara børn í fyrsta og øðrum flokki byrjað.
Frítíðarskúlin letur upp stutt fyri døgverða hvønn dag og letur aftur klokkan gott fimm seinnapartin. Ætlanin við frítíðarskúlanum í Vági er, sum aðrastaðni, at børn í fyrsta, øðrum og triðja flokki skulu hava onkustaðni at vera undir tryggum og skipaðum viðurskiftum, frá tí at tey sleppa úr skúlanum, til foreldrini koma heim úr arbeiði.
Men tað eru ikki øll børn, sum fara at ganga í frítíðarskúla. Talan er um eitt tilboð til foreldrini, tí tað er ikki heilt ókeypis fyri foreldrini, sum melda børn síni til frítíðarskúlan.
Tað kostar foreldrum 850 krónur um mánaðin at hava eitt barn í frítíðarskúlanum, tað er 30% av kostnaðinum.
Jógvan Krosslá, borgarstjóri í Vági, sigur, at dagligur leiðari er settur í 3/4 tíð, tað er Unn Mikkelsen. Eitt hjálparfólk er eisini sett, tað er Yvonna Toftum.
Í løtuni eru bara eini 10-11 børn í frítíðarskúlanum. Men í fyrstu syftu verður pláss er fyri 20 børnum, so fæst at síggja, hvør tørvurin verður.
Hóast skúlin enn ikki er meiri enn hálvsettur, ivast borgarstjórin ikki í, at fleiri børn verða meldað til skúlan, tá ið eitt tíð er fráliðin og foreldur hava vant seg við, at hetta er eitt tilboð í kommununi.
?Hetta er eitt tilboð, vit eiga at hava. Tíðin krevur tað, tí tað kann vera ótrygt hjá foreldrum at smáum børnum ikki at vita, hvar børnini eru, tá ið tey eru sloppin úr skúlanum og tað eru ikki øll bøærn, sum hava onkustaðni at fara eftir skúlatíð, uttan at fara heim í eini tóm hús.