Við trimum sannførandi sigrum gjørdist Fríði Mohr Jacobsen av Toftum stóri sigursharrin, tá kappast varð um, hvør skal umboða Føroyar í eEURO 2024 undankappingini, sum verður spælt á Playstation.
Kappast verður í spælinum EA FC24 – betur kent sum FIFA, ið útgávurnar undanfarin ár plagdi at eita.
Nú er greitt, at í EM-undankappingini eru Føroyar í bólk G, saman við Belgia, Svøríki, Finnlandi, Ukraina, Norðurírlandi, Wales og Kosovo. Dystirnir verða spældir 16. og 17. mars.
51 evropeisk lond taka lut í undankappingini. Nummar 1 í hvørjum bólki, umframt vertslandið, fara víðari til sjálvt EM-endaspælið, sum verður í Týsklandi í summar.
(Kelda: FSF.fo)