á skúlaøkinum er ófatiligt, tá hugsað verður um játtanir og eykajáttanir á mongum øðrum økjum. Tiltikið er at dríta í egið reiður, og tað er okkurt ið bendir á, at tað er júst tað, ið landsstýrismaðurin [...] hvat ið er pedagogiskt ráðiligt. At fara upp á 28 er ørskapur. Hví? Tí at undirvísingin á HF og studentaskúlum er ikki fyrilestrarkend, men snýr seg um at aktivera næmingarnar. Pláss skal vera bæði fyri [...] til at vera torført hjá landsins skúlamyndugleikum at loysa. Viljin sær ikki út til at vera til staðar. Uttan at taka støðu til einstakar eykajáttanir á fíggjarlógini vilja vit tó nevna tær fyri at vísa
treiskaðist og royndi at vera burturi, men tað bar ikki til, og so arbeiddi hann á flakavirkinum so leingi, sum orkan var til tað. Tað mundi meiri vera hugurin enn orkan, sum gjørdi, at hann í fríløtunum kom [...] raktur av álvarsomum striki, heilsan fór at bila, og hann vann seg ikki aftur. Hann gramdi seg ongantíð, men tað var sjónligt, at arbeiðsevnini viknaðu, og førleikin at gera dagsins gerning, sum Jóhannes altíð [...] hann spardi seg ikki, og tað lá væl fyri hjá honum at arbeiða. Okkurt skiftið var hann heima, og tá róði hann út. Hann var vaksin upp í útróðrinum, sum altíð hevur havt so nógv at siga fyri leirvíkingar
undantakið, at báðir hjúnafelagar arbeiða úti. Við broytingunum er tað nú vorðið ein minni fíggjarlig forðing at ganga saman í hjúnarlag, enn frammanundan, og tað má sigast at vera ein broyting til tað betra [...] serliga av tí, at flestu av arbeiðarafeløgunum mæltu so hart ímóti hesum parti. Og tað er helst einki at taka seg aftur í, at landsstýrismaðurin hevur grein í sínum máli. Trupulleikin er so bert, at restin av [...] hevur at gera, er, at antin góðtaka uppgerðina sum hon er, og so skal ikki meiri gerast, ella at gera vart við seg, um skeivleikar eru í. Anfinn Kallsberg sigur, at hetta verður gjørt, partvís fyri at sleppa
inntøku, og so er einki annað at gera hjá skattavaldinum, enn at meta um inntøkuna. Hartil er at siga, at um hesir menn ikki ynskja t gjalda skatt, nýtist teimum bert at flyta bústað til Danmarkar, har teir [...] millum arbeiðsbólkar, og tað er eisini skiljandi. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vísir tó á, at nevnda broyting á ongan hátt er gjørd fyri at seta kílar í hjá arbeiðarafjøldini, men er ein neyðug avleiðing [...] fáir, men av tí at mangir av teimum sigla innan oljuvinnuna og í starvssáttmálanum stendur, at lønin ikki viðkemur triðjamanni, er ofta trupult at skatta hesar menn. Ofta nokta teir fyri at upplýsa um inntøku
koma í KFUM, at koma, sigur Gimmi Olsen, sum er skrivari í KFUM og KFUK. Eg trúgvi tað er trupult hjá hesum fólkum bara at koma á eitt møti, og tí er hetta eitt gott tilboð hjá teimum, at koma í KFUM [...] spældur gjøgnum eitt gott annlegg, sum saman við teknikara er leigað til tiltakið, verður kaffi og te eisini at fáa. Móti endanum av kvøldinum verður ein stutt andakt, og tað er sjálvandi eisini ein [...] KFUM í Havn. Talan er um eitt kvøld, har Kim Hansen, sum vanliga spælir rocktónleik í Moirae, fer at spæla saman við einum gospelbólki, I am úr Klaksvík. Hugskotið við tiltakinum er, at fáa fólk, sum vanliga
dini, og kanska fer tað at bera til hjá onkrum at vera við, sum fer at hava ábyrgdina av einum dreingjaliði í meistarabólkinum. Harafturat skulu luttakararnir duga hampuliga væl at greiða frá sínum arbeiði [...] útbúgvingarmylluna, sum tað ber til at fara ígjøgnum í øllum europeiskum londum? Nei, tað ger tað ikki. Men tá henda útbúgvingin er lokin, so hava vit gjørt eina avtalu við danir um, at teir, sum standa seg [...] møguleika at halda fram í Danmark á tí, sum teir í DBU kalla diplomvenjaraskeiðnum. Tað er hægsta venjaraútbúgvingin, sum danir hava at bjóða, sigur Jákup Simonsen. Hann leggur afturat, at talan er um rættuliga
verður liðug, vera tað tvær vikur til tað verður tørnað til aftur í donsku kappingini. Hóast kappingin um álopsplássini er stór, so er eingin ivi um, at Todi fer at fáa høvi at vísa, hvør dugur er í honum. [...] m ikki, at tað verður vant nógv á teimum, og so velja til dømis flestu feløgini í donsku superliguni at fara aðra staðni, har tað er líggjari, og tá er upplagt at fara suður til Miðalhavið at pussa formin [...] heyst, uttan at nakrar teirra sannførdi um, at teir eru nóg væl fyri til at eiga rætt til fast pláss, og tað saman við óttanum fyri, at Todi aftur verður óheppin, man ivaleyst vera orsøkin til, at FCK nú hevur
fór upp í landsstýrið. Viðvíkjandi tí, sum nú er komið upp, at Føroyar eru ikki annað enn eitt amt, er tað at siga, at einki danskt amtsráð hevur heimild at samtykkja lógir um ognartøkur ella lógir, sum [...] sigast, at tá stríð verður ímillum teori og veruleika, so er tað bara synd í teoretikaranum. Tað var nú ikki júst hetta sum fekk meg at skriva, men hetta: Ein fólkaflokkstingmaður er nú farin at fáast við [...] stjórnina at siga honum hvat er rætt og skeivt. Hann skal hava danir at siga, hvussu teir skilja heimastýrislógina. Tað er sum um lúsin má vera útlendsk. Fólkafloksmaðurin kundi gjørt sær tann ómak at hugt
okkum í beinanvegin, skulu vit hava eina vetrarkapping innandura, er at fáa pláss í hallunum. Í Havn er til dømis so upptikið, at tað er spurningur, um vit yvirhøvur høvdu sloppið framat, sigur Jens Erik [...] ar, sum lokka tey bestu liðini. Tað er tann, sum er í Vági við kappingarlok, og tann sum nú fyri aðru ferð er á Kambsdali, og sum er eitt slag av upptakt til nýggja fótbóltsárið. Í blaðnum mikudagin bóru [...] tankan um, at fótbóltsspælararnir eiga at vera í gongd um veturin eisini, fyri at menningin, sum hevur verið í føroyskum fótbólti seinastu árini, kann halda fram, og hjá Fótbóltssambandinum er tankin um
vænta, at fólk við øðrum áhugamálum fara at gera tað, sigur hann. Um 1 - 2 ár væntar Sigurð Poulsen, at Landsbanki Føroya er nóg væl førur fyri at viðgera hagtølini. ? Tað snýr seg ikki bara um at fáa til [...] ímóti, at Landsbankin varð settur á stovn? ? Jú, tað er tað nakað um. Men í dag eru tað meira teir faktisku spurningarnir, sum spæla inn, sigur Sigurð Poulsen. Hann sigur, at hugburðurin tá var, at peni [...] so kunnu vit ikki vænta, at onnur fara at kunna okkum um tað. Hetta sigur Sigurð Poulsen, stjóri í Landsbanka Føroyar. Í donskum fjølmiðlum er hann endurgivin fyri at siga, at Føroya nú hava so lítla tiltrúgv