Tankin um vetrarkapping ikki langt burtur

Fótbóltur: Vit hava kjakast um tað fyrr og hava tosað um at tikið málið uppaftur, sigur Jens Erik Rasmussen, sum er í kappingarnevndini hjá FSF

Innandurakappingarnar í fótbólti stórtrívast kring um í Europa. Feløgini taka væl ímóti hesum avbjóðingum, og sjónvarpsrásirnar, sum leggja seg eftir at senda ítrótt, kappast um at senda frá slíkum kappingum, tá kendir fótbóltsspælarar møtast á øðrvísi vølli og kapping enn vanligt.

UEFA hevur langt síðani lagt merki til áhugan, sum er um hesar kappingar, og næsta vetur skipar hesin felagsskapur fyri síni egnu kapping, sum verður millum europeisk landslið. Treytirnar fyri at verða við í hesi kapping er, at londini hava eina heimliga kapping í innandurafótbólti eisini.

Her heima á klettinum eru tað serliga tvær stórar innandurakappingar, sum lokka tey bestu liðini. Tað er tann, sum er í Vági við kappingarlok, og tann sum nú fyri aðru ferð er á Kambsdali, og sum er eitt slag av upptakt til nýggja fótbóltsárið.

Í blaðnum mikudagin bóru fótbóltsfólk fram tankan um, at fótbóltsspælararnir eiga at vera í gongd um veturin eisini, fyri at menningin, sum hevur verið í føroyskum fótbólti seinastu árini, kann halda fram, og hjá Fótbóltssambandinum er tankin um eina landsumfatandi innandurakapping í fótbólti vetrarhálvárið ikki langt burtur.

­ Vit hava kjakast um hatta fyrr, og vit hava nú tosað um at taka málið uppaftur, sigur Jens Erik Magnussen, sum er næstformaður í kappingarnevndini hjá FSF.

­ Niðurstøðan vit gjørdu seinast vit høvdu málið uppi var, at vit vildu lata feløgini sjálvi taka sær av hesum kappingum, tí FSF hevði ikki orku til at skipa fyri. Hetta var fyri nøkrum árum síðani, og hesa tíðina hava nógvar broytingar verið, og nú er aktivitetur innan FSF alt árið runt.


Taka málið uppaftur

FSF hevur hug at samskipa ein slíka vetrarkapping, men feløgini skulu hava ein sentralan leiklut og taka sær av teimum einstøku kappingunum.

­ Ein trupulleiki, sum vit renna okkum í beinanvegin, skulu vit hava eina vetrarkapping innandura, er at fáa pláss í hallunum. Í Havn er til dømis so upptikið, at tað er spurningur, um vit yvirhøvur høvdu sloppið framat, sigur Jens Erik Rasmussen.

FSF vil tí eisini hava greiða avgerð tikna um síka kapping, áðrenn farið verður við í kappingina við onnur, um at fáa pláss í hallunum kring landið.

­ Men tað er einki at ivast í, at ein vetrarkapping í fótbólti hevði verið eitt natúrligt stig, nú føroyskur fótbóltur hevur ment seg so nógv og feløgini leggja alsamt meiri fyri, og tað er heldur einki at ivast í, at hetta málið vrður tikið uppaftur innan FSF, sigur Jens Erik Magnussen.