Fríggjakvøldið verður eitt nýtt slag av tónleikacafé í KFUM í Havn.
Talan er um eitt kvøld, har Kim Hansen, sum vanliga spælir rocktónleik í Moirae, fer at spæla saman við einum gospelbólki, I am úr Klaksvík.
Hugskotið við tiltakinum er, at fáa fólk, sum vanliga ikki koma í KFUM, at koma, sigur Gimmi Olsen, sum er skrivari í KFUM og KFUK.
Eg trúgvi tað er trupult hjá hesum fólkum bara at koma á eitt møti, og tí er hetta eitt gott tilboð hjá teimum, at koma í KFUM undir eitt sindur øðrvísi umstøðum.
Kim Hansen fer at spæla tann tónleikin, sum hann vanliga spælir, tað vil siga millum annað sangir hjá Elton John og Billy Joel, meðan I am fer at spæla andaligan tónleik, sum teir sjálvir hava skrivað.
Kim Hansen er kendur í fleiri samanhangum, bæði sum solistur og saman við sínum vinmonnum í rockbólkinum Moirae. I am hevur givið ein sang út á fløgu, og tað er Last Night, sum er á Rock í Føroyum 2. Men teir hava spælt til nógvar konsertir og hava eitt breitt og gott repertoire við sjálvgjørdum sangum. Stílurin hjá teimum er melodiøsur rockur.
Ókeypis tiltak
Vit stíla eftir teimum eldru tineygjarunum og teimum, sum eru komin upp í 20¹ini, og vit vóna at fólk, sum vit vanliga ikki síggja her í KFUM, fara at taka av tilboðnum at koma, sigur Gimmi Olsen.
Tiltakið er púra ókeypis, og umframt frálíka tónleikin, sum verður spældur gjøgnum eitt gott annlegg, sum saman við teknikara er leigað til tiltakið, verður kaffi og te eisini at fáa.
Móti endanum av kvøldinum verður ein stutt andakt, og tað er sjálvandi eisini ein týðandi partur av tiltakinum, sigur Gimmi Olsen.
Tónleikacaféin verður í KFUM á Hoydalsvegnum fríggjakvøldið frá klokkan 21.00.