Annað og meiri enn fiskimannaskattur

So nógv hevur verið fokuserað uppá eitt brot í nýggju skattalógini, at landsstýrismaðurin í skattamálum, Anfinn Kallsberg, metti tað neyðugt at bjóða fjølmiðlunum til tíðindafund, fyri at greiða frá øðrum avleiðingum av hesi skattakollveltingini

Tað er ein sannroynd, at einki annað hevur verið at hoyrt til nýggju skattalógina enntað, at fiskimenn fáa ein skattalætta uppá 15%. Hóast hetta bert er ein av mongum og umfatandi broytingum í hesi rættiligu skattakollvelting, hevur mest sum einki verið at hoyrt um aðrar broytingar enn ta nevndu.

Hetta fekk landsstýrismannin í skattamálum, Anfinn Kallsberg, til mikudagin at bjóða fjølmiðlunum til ein tíðindafund, har hann greiddi frá skattabroytingunum í síni heild.

Kallsberg hevði hug at rógva upp undir, at fjølmiðlarnir í slíkum førum bert høvdu hug at draga tað fram, ið bar brá av »sensatión«. Og í so máta var parturin um skattalættan til fiskimenn jú funnin fressur, serliga av tí, at flestu av arbeiðarafeløgunum mæltu so hart ímóti hesum parti. Og tað er helst einki at taka seg aftur í, at landsstýrismaðurin hevur grein í sínum máli. Trupulleikin er so bert, at restin av í hesum føri skattabroytingunum, druknar í umrøðuni av fiskimannaskattinum. Og tað er spell.


Rættiliga umfatandi

og kollveltandi

Veruleikin er jú tann, at henda nýggja skattalógin er rættiliga umfatandi og í høvuðsheitinum ávirkar so at siga hvønn einasta skattaborgara í landinum.

Fyrst og fremst kemur vanligi skattgjaldarin at merkja broytingina við at nú verður ikki longur neyðugt við sjálvuppgávu og ognaruppgerð. Og hetta verður helst ein stórur lætti hjá øllum. Vit vita øll, hvussu tað ríður okkum sum ein marra at fáa avgreitt hetta, tó at tað nú var vorðið rættiliga nógv lættari enn fyri nøkrum árum síðani.

Nú verður tað skattavaldið, ið ger sjálvuppgávuna fyri okkum, og hon kemur so sendandi. Tað einasta skattgjaldarin so hevur at gera, er, at antin góðtaka uppgerðina sum hon er, og so skal ikki meiri gerast, ella at gera vart við seg, um skeivleikar eru í.

Anfinn Kallsberg sigur, at hetta verður gjørt, partvís fyri at sleppa skattgjaldaranum undan teirri byrðu tað kortini er at fylla sjálvuppgávuna út, men eisini fyri at bøta um rættartrygd skattgjaldarans. Áður kundi skattavaldið seta fólk í skatt, um tey av einihvørji orsøk ikki lótu sjálvuppgávuna inn. Tá lá tað á skattgjaldaranum at prógva, at skattavaldið mistók seg, um ikki rætt var. Nú liggur próvbyrjan hjá skattavaldinum.


Ivin skattgjald-

aranum tilgóða

Hetta merkir í stuttum, at skattgjaldarin verður munandi betri fyri, tá ósemja er millum skattavaldið og skattgjaldara.

Áður var tað soleiðis, at var skattgjaldari mettur av skattavaldinum, skuldi hann fyri tað fyrsta prógva, at hann hevði rætt. tað fór fram gjøgnum ymsar kærustovnar, og slíkar viðgerðir kundu taka drúgva tíð.

Men alt meðan málið var viðgjørt, kundi skattgjaldarin verða eftirhildin í løn, ja, enntá pantaður. Fyri ikki at tala um rentutilskrivingar. Alt hetta kundi merkja, at skattgjaldarin, hóast hann í síðsta enda vann sakina, kundi vera niðurundir komin fíggjarliga.

Eftir nýggju lógini verður lok lagt á, meðan málið verður viðgjørt, og ikki fyrr enn eftir at allir møguleikar eru troyttir og endalig avgerð fallin, krevur skattavaldið peningin inn ? sjálvsagt treytað av, at teir vinna sakina.

Hetta er stórur bati hjá skattgjaldaranum, serstakliga í teimum førum, har hann fær rættin og ikki skattavaldið.


Rationalisering

Sjálvsagt er ikki einasta orsøkin til hesa broyting at sleppa fólki undan at fylla út sjálvuppgávur og ognaruppgerðir. Tó at hetta verður ein lætti, so liggja eisini aðrir fyrimunir aftanfyri hesa broyting.

Mett verður, at millum 27.000 og 30.000 A-skattgjaldarar eru í landinum, og tað sigur seg sjálvt, at tað er ein stór pappírsdyngja, ið nú verður sloppið undan. Og ikki bert tað, tí sjálvandi hevur hvør einstøk sjálvuppgáva verið gjøgnumgingin av skattavaldinum, nakað, ið bæði hevur kravt tíð og fólk. Hesum slepst so eisini undan við nýggju skattalógini.

Ein onnur broyting er, at líkningarmyndugleikin nú kemur at liggja hjá sjey nevndum í staðin fyri sum áður hjá hvørjari einstakari kommunu. Ein nevnd verður fyri hvørt av teimum seks skattaøkjunum, tó verður Streymoyggin býtt í tvey, so at nevndirnar verða tilsamans sjey.

Kærumyndugleikin kemur tó framvegis at liggja lokalt, meðan landsskattanevndin verður hægsti myndugleiki á hesum økinum.


Hjún verða ikki

longur revsað

Ein onnur broyting, ið avgjørt er verd at taka við, er skattingin av hjúnum.

Tað hevur ofta verið ført fram, at hjún hava verið verri fyri skattliga enn fólk, ið liva saman pappírleyst. Í hesi nýggju skattalógini verður bøtt um henda mun.

Hereftir hefta hjún til dømis ikki longur fyri skattaskuld hvør hjá øðrum. Undan hesum var jú vanligt, at um annar hjúnarfelagin hevði restskatt meðan hin hevði avlopsskatt, varð hetta mótroknað. soleiðis verður ikki nú.

Eitt annað, ið helst kemur væl við hjá fleiri, er, at um eini hjún hava t.d. ein handil saman, kann maðurin nú gjalda konuni løn. Hetta bar ikki til áður, men nú kann konan so fáa løn eftir innsatsi, so at siga.

Hetta er ein broyting, sum hevur ligið á láni. Fyrr var jú ikki vanligt, at konan arbeiddi úti í tann mun, arbeiðsmarknaðurin hesi seinastu 20-30 árini er broyttur. Í dag er tað meiri regulin enn undantakið, at báðir hjúnafelagar arbeiða úti.

Við broytingunum er tað nú vorðið ein minni fíggjarlig forðing at ganga saman í hjúnarlag, enn frammanundan, og tað má sigast at vera ein broyting til tað betra.

Mest umrødda broytingin er sum nevnt frádrátturin, ið fiskimenn og sjómenn fáa, men hetta er so bert ein partur í teirri skattakollvelting, ið landsstýrið nú hevur sett í verk.