Tað treingist í toppinum hjá FCK

Fótbóltur: Todi Jónsson fer ikki við landsliðnum á venjingarlegu. Um somu tíð skal FCK luttaka í kapping júst í Spania, har Todi og seks aðrir fara at kappast um pláss í álopinum

Todi Jónsson verður ikki í ferðalagnum, tá Allan Simonsen og hansara menn seinna partin av februar fara á venjingarlegu í Cadiz í Spania. Men tað er rættuliga sannlíkt, at Todi verður í Spania um somu tíð, sum landsliðið verður har.

Ein ørgrynna av fótbóltsliðum úr norðaru pørtunum í Europa eru vanliga suðuri við Miðalhavið um mánaðarskiftið februar-mars. Hesa ársins tíðina tola grasvallirnir á heimabeitunum ikki, at tað verður vant nógv á teimum, og so velja til dømis flestu feløgini í donsku superliguni at fara aðra staðni, har tað er líggjari, og tá er upplagt at fara suður til Miðalhavið at pussa formin av, áðrenn tað verður álvari í heimligu kappingini.

Frá 18. februar verður skipað fyri tí, teir rópa skandinaviska meistaraskapinum. Kappingin verður í Marbella í Spania, og tólv lið fara at taka lut ­ fýra tey bestu í Noregi, Svøríki og Danmark.

Liðini eru flokkað í fýra bólkar. Trý lið eru í hvørjum bólkinum ­ eitt úr hvørjum landi. Teir fýra bólkavinnararnir koma í semifinaluumfarið, sum verður 27. februar, og finalan verður 1. mars.


Nýggjar álopsspælarar

FCK hevur ikki ligið á løtu síðuni síðstu vikurnar. Fyri stuttum kom fram, at teir høvdu gjørt eina nýggja klædnaavtalu, sum ber við sær, at inntøkurnar í hesum sambandi meiri enn trífaldast, so seldu teir Morten Nielsen til Strasbourg, og í fyrradagin keyptu teir ikki færri enn tríggjar spælarar. Ein er vongverjin og miðvallarin Thomas Rytter, sum Todi Jónsson spældi saman við í Lyngby, ein annar er U-21 landsliðsmaðurin Martin B. Larsen, sum hevur verið álopsspælari hjá Svendborg, og hin triðji er álopsmaðurin Thomas Thorninger, sum var sera vandamikil álopsspælari í AGF, áðrenn hann varð seldur til Perugia í Italia.

Felags fyri teir báðar, sum eru keyptir úr latínska partinum av Europa, er, at tað hevur gingið alt annað enn væl hjá teimum í útlandinum, og nú vóna bæði teir og FCK, at skiftið til felagið í Keypmannahavn kann fáa fótbóltsspælið í røttu leguna aftur.

Skulu vit meta út frá partabrævamarknaðinum, so tykist sum um stóra virksemið í FCK hóvar dønum. Virðið á FCK partabrøvunum er í hvussu so er hækkað fleiri prosent hesa síðstu vikuna.


Fara ivaleyst at selja

At FCK hevur keypt tveir álopsspælara afturat hevur sjálvsagt við sær, at kappingin um plássini í álopinum verður uppaftur størri, enn hon var í fjør.

Todi Jónsson hevur ikki færri enn sjey aðrar at kappast við um tey bæði plássini í fremstu røð. Umframt Toda, Thomas Thorninger og Mortan Larsen eru tað David Nielsen, Stefan K. Hansen, Clement Clifford, Jacob Svinggaard og Kenneth Jensen, sum eru evni til álopið. Allir teir fimm síðst nevndu fingu møguleikan í heyst, uttan at nakrar teirra sannførdi um, at teir eru nóg væl fyri til at eiga rætt til fast pláss, og tað saman við óttanum fyri, at Todi aftur verður óheppin, man ivaleyst vera orsøkin til, at FCK nú hevur keypt tveir álopsspælara afturat. Eingin hevur sagt nakað um tað, men tað man vera rættuliga sannlíkt, at FCK fer at selja onkrar av marginalspælarunum burturav næstu dagarnar.


Tað tekur sína tíð

Tað gongur rætta vegin við venjingini hjá Toda Jónsson.

­ Eg merki einki til skaðan í lærkrikanum, men tað er neyðugt at hava tol. Eg venji hvønn dag, men higartil havi eg ikki vant við bólti, sigur Todi Jónsson. Felagið hjá honum hevur júst fingið tveir graslíkisvallir, sum líkjast sera nógv niðara vølli í Gundadali, og har venja teir hvønn dag, og sumar dagar verður vant tvær ferðir um dagin.

Síðst í hesum mánaðinum verður farið undir at spæla venjingardystir, men tað er greitt, at Todi verður ikki klárur til ta tíð. Veit væl við so er ikki óhugsandi, at hann verður klárur at spæla við fullari ferð, tá kappingin í Spania kemur fyri, og tá hon verður liðug, vera tað tvær vikur til tað verður tørnað til aftur í donsku kappingini.

Hóast kappingin um álopsplássini er stór, so er eingin ivi um, at Todi fer at fáa høvi at vísa, hvør dugur er í honum. Svenski venjarin hjá FCK segði í heyst við Ítróttarsosialin, at hann metir føroyska spælaran at vera ein hin besta álopsspælaran í superliguni. Spurningurin er bara, um hann fer at sleppa undan skaðunum, sum í meiri enn tvey ár so ofta hava plágað hann. Tað vóna Kent Karlsson og hinir, sum hava ábyrgdina av FCK, og tað vóna Allan Simonsen og hini, sum hava ábyrgdina av landsliðnum, og tað vóna allir fótbóltshugaðir føroyingar.