fram í hølum í Gama Skúla í Vági. Eftir skránni skuldu tey eisini uppá loftið, har Ruth Smith savn er, men orsakað av, at drotningin ikki eru so væl gongd, gjørdist hendan vitjanin avmarkað. Men í gongini [...] á søguligu ferðini fyri stuttum. Tá fylgið kom í land av Johonnu, gekk leiðin úr Vági og norður eftir oynni til Tvøroyrar. (greinarnar stóðu í blaðnum í gjár) [...] sær á bryggjuna í Vági at heilsa kongaligu gestunum og hóast morgunin var heldur tungur, so kom eisini sólin fram seinnapartin og tað gjørdist rættiliga summarkent hesa royalu løtuna í Vági Kongalig Vitjan
Havnar í 1978, tá hann fór á studentaskúla, eftir at hann fyrst hevði gingið 7 ár í barnaskúla í Leirvík og síðani 3 ár í realskúla í Fuglafirði. Í 4 ár búði hann hjá Hildu Fossá í C. Pløyensgøtu í Havn [...] Jacobsen arbeitt í Føroya Banka í samfull 25 ár. Sigmar fór í læru í Føroya Banka í Havn 3. august 1981 og tók samstundis HMX-skúlan á Føroya Handilsskúla í eitt ár. Tá var skúlagongdin um kvøldið í Kommunuskúlanum [...] frá Eiði í norð og suður til Vágs. Í kreppuárunum arbeiddi Sigmar eitt skifti í Klaksvík, á Tvøroyri og í Vágum. Tá bankarnir vóru samanlagdir 11. apríl 1994 varð hann deildarleiðari í Vágum í eitt gott
á fjall Anna Svanhilda Johannesen er foreldur at drongi í fyrsta flokki á skúlanum á Ziskatrøð. Í novembur í fjør tók hon stig til at skriva skúla- og heilsumynduleikunum bræv, har foreldrini millum annað [...] gjørd í hesum aldursbólki. Kanningin er samstundis tann mest umfatandi av sínum slag, har møgulig brek kunnu avdúkast, so børnini kunu fáa serkøna hjálp í rættari tíð. Sambært foreldrum at børnum í skúlanum [...] etablerað. Í so máta kenna foreldrini seg slept uppá fjall, tí tey ongan hava at venda sær til viðvíkjandi heilsustøðuni hjá teirra børnum. Ongin skúlalækni hevur nevniliga verið í kommununi í nógv ár, og
onnur hevur røtur sínar í upprunaligum fólksligum føroyskum sniðum, og hin hevur røtur í týskari ekspressionismu. Í hesum samanhangi hoyra verkini hjá Titu Vinter til leiðina við rót í føroysku listfrøðini [...] og fólkaminnisfrøðingur. Astri sigur, at fólksligur tónleikurin og fólkslig list í Føroyum eru einføld í stíli, t.d. í mun til norska fólksliga list sum er sera dekorativ og ofta ovurprýdd. Tað sum eyðkennir [...] forfínaðar detaljur, er tað sama, sum vit síggja í mest nýskapandi samtíðarlistini. Vit síggja hana hjá Astrid Andreasen og Súsonnu í Jákupsstovu, vit síggja hana í lomvigamyndum hjá Astri Luihn, i myndum hjá
neyðugt við tombola sunnudagin. Felag í menning Støkk er trið størsta fimleikafelagið í Føroyum, og í løtuni er umleið 450 aktivir limir. Felagið varð stovnað í 1966, og í Støkk hevur limatalið aldrin verið [...] fastur fastur táttur hjá Støkk. Í Støkk siga tey, at framsýningin verður klokkan 15.30 í KÍ-høllini, og framsýningin verður í góðan hálvan annan tíma. Fyrst í mei-mánað verður FM í amboðsfimleiki fyri tey yngru- [...] høllina í Runavík. Á skránni báðar dagarnar var, umframt vanligu liðini hjá Støkk, fýra rútmisk fimleikalið, sum øll vóru við í Stórkappingini, og reiðskapsfimleikur. Skrivarin í Støkk, Lív Reinert Kjeld, metir
er nústaðni, at hon er farin at innliva seg meira í spanska málið í skúlanum. Hon hevur annars altíð havt ætlanir um at læra spanskt. Guðrun býr í dag í Danmark. Hon fór eftir 9. flokk til Odense saman [...] óvanligt hendi. Hon hevði tað gott hjá nýggju familjuni í stóra oljubýnum Maracaibo har norðuri í landinum. Pápin er lækni og mamman professari í biokemi. Saman við teimum og teimum báðum nýggju systkjunum [...] fruktagott ár í hesum úr Føroyum so fjarskotna landinum. Men alt skuldi ikki ganga, sum Guðrun og hennara nýggja familja høvdu ætlað. Herfyri tók seg upp rættiligt rok í landinum ella serstakliga í høvuðsstaðnum
svimjarum, sum vóru við í felagnum í august mánaða. Men hóast svimjihøllin í dag letur upp aftur, so fer Ægir væntandi ikki í gongd við nakað sum helst fyrr enn næsta kappingarárið byrjar í august mánaða. - Núverandi [...] Klaksvík: Svimjihøllin í Klaksvík letur í dag upp aftur, eftir at hon ,síðani august mánaða seinasta ár hevur verið afturlatin í samband við tað fyrsta av trimum byggistigum, hvørs endamál er at umvæla [...] møguleika havt fyri at kunna taka nøkur tøk í hyljunum, og tað hevur eisini havt sínar fylgir fyri svimjifelagið í Klaksvík. Katastrofalar fylgir Svimjifelagið Ægir í Klaksvík kundi áðrenn afturlatingina av
ungdómsstevnan, sum var í vikuskiftinum, endaði leygarkvøldið við veitslu í matarhøllini í læraraskúlanum. Men áðrenn tey ungu sluppu fram at bjóri og barr, varð luttakarahópurin býttur í tveir kjakbólkar. Settir [...] fullveldi ella sambandi, gjørdu tað við støði í materialistiskum virðum. Fullveldisfólkið royndi at sannføra tey sambandshugaðu um, at ein møguligur lækking í livistøði í fullveldinum Føroyum, var tað verd. S [...] at søkja sær heilsubót, góðar skúla- og útbúgvingarmøguleikar og eina góða og trygga almannalóggávu. Nøkur søgdu tó, at tað eisini hevði týdning, at ein kundi fara í býin (í øðrum bilinum) og keypa sær einar
fólkavøkstur. - Í fyrsta lagi fer fasta sambandið at gera tað nógv høgligari hjá teimum, sum búgva í Sandoynni og hava sítt livibreyð, ganga í skúla ella eru í læru á meginøkinum. Borgarstjórin í Vága kommunu [...] væntar borgarstjórin í Vága kommunu, at vit fara at síggja ein ávísan fólkavøkstur í Sandoynni. - Fara vit eini 40 ár aftur í tíðina, búðu næstan 500 fólk fleiri í Sandoynni enn í dag. Tað merkir, at [...] útstykkingar eru bæði á Sandi og í Skopun, eins og møguleikar eisini eru at seta búgv í øðrum bygdum í oynni, og hetta haldi eg er positivt, sigur hann. Konjunkturirnir í løtuni við dýrum byggikostnaði og
flokkin í samferðslumálum í 1985, ásannaði eg rættiliga skjótt, at Vágarnar vóru afturúrsigldar á mongum økjum. Politiska skipanin hevði ikki givið oynni nóg stóran ans í mun til onnur økir í landinum [...] landsstýrismaður í samferðslumálum, miðvíst fóru undir arbeiði fyri at menna Vágarnar, soleiðis, at Vágarnar eisini kundu koma so nøkulunda á hædd við onnur økir í landinum. Ætlanin var í 5 pørtum: Menna [...] vit stovna eitt Føroyskt flogfelag við heimstaði í Vágum, so var treytin tann, at vit høvdu ein hangar til flogfør. Hann var bygdur, og tikin í nýtslu í 1988, og kostaði uml. 50 míó. kr. AD 3: Tann 17.