og eisini hvat ein sjálvur kann meta seg til, so vóru ikki peningaríkar tíðir tá Hjørleif vaks upp, men fyri tað er ikki sagt at peningaríkiligheit nýtist at hava nakað við lívsdygd og lívsvirðir at gera [...] stuttlig søga er eisini frá hesi tíðini. Okkurt bragdi er mær sagt frá, ikki av Hjørleifi sjálvum, men øðrum. Tað var so, at ein drongur var um at drukna á einum vatni í samband við eina skótalegu, Hjørleif [...] finna uppá okkurt at gera. Skómakaralæra var helst nakað í passaði til umstøðurnar og so var gjørt, men bert eina tíð. Hann vildi ikki vera ørvísi enn aðrir og luttók tí í øllum fyrifallandi arbeiði. Tá
samstarvinum út í heim. - Allar royndirnar og sambondini frá Midem knýta seg ikki at ávísum forlag, men koma tónleikinum í Útnorði til góða, sigur Rakul. Tað sermerkta við heimasíðuni er, at vitjar ein har [...] í samtakinum. Nógvir trupulleikar eru við samstarvinum Hav er ímillum og feløgini eru sera ymisk, men møguleikarnir við samstarvinum tróta hinvegin heldur ikki. - Er ein á netinum, so er ein longu úti [...] áhugan hjá útlendingum er, at hóast danir royndu at koma í stevnublaðið á Midem, so eydnaðist tað ikki. Men eftir støðugar royndir, eydnaðist tað at fáa føroysku luttøkuna nevnda. Tónleikur við rót byrjar at
vega. Sigurd Poulsen, landsbankastjóri, vildi ikki gera nakrar serliga viðmerkingar til ætlanina, men hann váttaði tó fyri Sosialinum, at teir í løtuni arbeiða við hesum. Víðari segði hann, at ein møgulig [...] Leivur Hansen, borgarstjóri í Havn sigur við Sosialin, at býráðið enn ikki hevur tikið støðu til málið, men at fyrsta viðgerð av hesum verður á býráðsfundi í kvøld. Upp á spurningin um Leivur metti, at býráðið [...] at Havnin ikki hevði fyri neyðini at vera við, tá kommunuavtalan varð undirskrivað á heysti 1995, men at teir kortini gjørdist partur av ætlanini, til tess at føroysku kommunurnar í felag kundu hjálpast
hending mær enn hevur verið fyri. Eg ætlaði mær at taka eina mynd av manninum við fartelefonini, men júst tá ið eg gjørdi fototólið klárt, hugdi hann meg beint í eyguni, og ongin mynd varð tikin. Eg var [...] m við hátøknifrøðiligari fartelefon í nevanum hevði verið ein góður fotografiskur fongur hjá mær, men eg helt tað ikki vera rætt at taka myndina uttan fyrst at biðja um loyvi til tað. Myndin kundi verðið [...] Jú, tað er rætt, at tað ár 2000 er sera stutt millum Tokyo og Tórshavn ella millum París og Bombay, men frástøðan millum tey vælhavandi og tey fátøku er als ikki minkað samsvarandi, heldur tvørturímóti.
tá dysturin byrjaði, tí tjaldursmenninir høvdu als ongan hug at leggja seg flatar fyri oddaliðnum, men royndu tvørturímóti at berjast fyri møguleikanum. Hetta sá eisini út til at eydnast, tí allan fyrra [...] at orkan hjá runavíkingunum fór at ganga undan, og at VÍF tískil skuldi vinna ein tryggan sigur, men hetta hendi ongantíð. Vestemenningar megnaðu ongantíð rættuliga at slíta seg leysar, og hóast teir [...] ferðir í ár, at oddaliðini kunnu koma fáa trupulleikar, tá leikarar ikki fara heilhjartaðir á vøllin, men kortini hava bæði Neistin og StÍF, umframt VÍF sýnt, at tey eisini megna at fáa stigini, tá alt ikki
umklæðingarrúminum. Eitt er, at neistamenninir ikki tóktust at vera eins avgjørdir seinna umfarið, men vestmenningarnir vóru ikki sinnaðir at geva teimum frið í so mikið sum eitt sekund í seinna umfarinum [...] Í eini seinastu roynd at venda dystinum sendi neistavenjarin Petur Magnusson inn at verja málið, men hóast hann hevði onkrar góðar bjargingar, fekk hann so at siga einki gjørt fyri at forða fyri eyðmýkingini [...] Glottar og tó Neistin vísti í byrjanini stóra framgongd í verjupartinum, sæð í mun til undanfarna dyst, men tað eigur ikki at koma fyri hjá einum liðið, sum ætlar sær at enda í toppinum, at talan er ein slíkan
somu fløgu? ? Jú, tað hevði tað, men tað eru ongar ætlanir um tað. Talan er um heilt hvør sína útgávu, og hvør sín útgevara, og ongar ætlanir hava verið frammi um tað, men eg eri samdur um at tað hevði verið [...] leiðari á Teleforlagnum sigur, at ætlanin var, at fløgan skuldi koma á marknaðin eitt sindur fyrr, men hon var seinkað av ávísum orsøkum. Telduútgávan av Telefonbókini er gjørd í 3.000 eintøkum, og verða [...] tann bókin hevur tá til stykkis kemur. ? Seinasta Telefonbókin varð prentað í 40 túsund eintøkum, men tað hevði neyvan verið nóg mikið í dag, sigur Jens Pauli G. Nolsøe. Hann vísir á, at talið av GSM felagum
Keypmannahavn, meðan AGF spælir á heimavøllinum í Århus ímóti Esbjerg. Ætlanirnar eru framvegis tær somu, men um tað hevði verið møguleiki fyri at broyta ferðaseðilin, so hevði verið møguleiki hjá Toda Jónsson [...] undirmannaðu FCK monnunum at halda tørn. Tað stóð nógv á, m.a. sendi AB bóltin í tríkantssamankomingina, men tað eydnaðist hjá FCK, og harvið hava teir ? fyribils í hvussu so er ? sagt botninum farvæl og kunnu [...] møguleikar, kom á odda longu í 3. minutti, og í 33. minutti øktu teir til 2?0. Bæði málini vórðu stútað, men í seinna førinum var ætlanin ikki at stúta í málið, tí tað var ein av Viborg monnunum, ið stútaði bóltin
reiðaríini áløgd gjøgnum løgtingslóg. Men reiðaríini kravdu knappliga, at manningin skuldi rinda ein part av uppboðssølugjaldinum. Manningarfeløgini fóru í Gerðarrættin, men eitt vitni , sum annars fyrr hevði [...] skal – sjálvandi – ikki koma teimum aftur um brekku, at tey greiða frá síni vitan um aktuella málið. Men hesa fatan hevur Høgni Hoydal greitt ikki. Hann heldur tað vera í lagi, at gera seg inn á vitni, sum [...] Høgni Hoydal hevur, og sum skuldi verið ókent í einum rættarsamfelag, sum okkara skal eitast at vera. Men harafturat heldur Høgni Hoydal eftir øllum at døma, at man vitnar FYRI annan partin. Báðir partar í
annað: Kona, maður, mamma, pápi, vinur, granni o.s.fr. Nógv á integratiónsøkinum riggar væl í dag, men tíverri er tað so, at í fleiri førum hava útlendingar í Føroyum als ikki nøktandi kor og rættindi. [...] fyri. Eitt annað er málsligu skeiðini, sum verða bjóðað til útlendingarnar. Tað eru ymisk tilboð, men tað intensiva skeiðið er gerandisdagar í arbeiðstíð í nakrar mánaðir. Hvussu skulu útlendingarnir, [...] nslóg, sum staðfestir rættindi og skyldur hjá útlendingum. Eitt uppskot er tó sent til hoyringar, men hendan lógin er ógvuliga stutt við einans 12 paragraffum samanborið við t.d. 68 paragraffir í donsku