hava verið á fremmandamáli. Tá ið eg var ung, helt eg, at úrvalið av føroyskum bókum var rættiliga avmarkað. Hetta er nógv broytt, og eg gleðist yvir allar barna- og ungdómsbøkurnar, sum eru á føroyskum [...] lisið nógvar ferðir. Hon er lívsjáttandi og nemur við nógvar ymiskar kenslur. Tónleikur hoyrist næstan á hvørjari síðu. Hon gav mær so nógvan íblástur, at eg kastaði meg út í eina stóra verkætlan og fekk Sunleif [...] plagdi at lesa fyri okkum børnum, áðrenn vit sovnaðu, og hetta er nakað, ið eg minnist sera gott aftur á. Eisini minnist eg sera væl, tá okkara fitta klassalærarinna las bókina Jugga fyri okkum í 1. ella 2
. Eitt ár í seksti árunum var hann á handilsskúla í Keypmannahavn. Jóhan gekk undan, tá ið krambúðin hjá Niels Vang fyri einum 35 árum síðani bygdi nýggjan bygning á grundøkinum, har handilin og sethúsini [...] Eina tíð vóru tey í SMS. So vóru tey aftur á Ingetrøð, og nú hava tey í fleiri ár havt stóran og kanska tann størsta barnaklædnahandilin í landinum uppi á Hálsi. Jóhan luttók í nevndararbeiðnum í Havnar [...] Ósáskúlan. Niels arbeiddi í trý ár hjá Kal, og í tíggju ár var hann fyristøðumaður í krambúðini hjá Kjølbro á Biskupsstøð. Í Havnini bygdu tey fyrst húsini úti í Grønlandi, sum Sigurð Joensen, sakførari, seinni
ikki líkt til, at landið var so ríkt tá, sum tað er í dag, hóast tað man hava verið á góðari leið tá eisini. Men tá á døgum skuldi eitt undur til at metta øll tey fólkini, sum komu at hoyra hendan mannin [...] nakað seinni. Men her stóðu tey so. Lærumeistarin og øll tey, sum komin vóru at lurta eftir honum. Á hesum staðnum, vilja søgurnar vera við, at tað hendi. Sum so manga aðrastaðni, har slíkar heningar eru [...] bygt kirkjur og kapel at vísa til hesar stórhendingarnar, sum fyri teimum eru tær størstu. Eisini her á fjallinum, sum prædikan varð hildin, er kirkja reist til minnis um ta hendingina. Og her koma ferðafólk
upplestur og onnur tiltøk. Karin fegnast um at hava fingið meira enn 30 pensionistar, sum eru á Háskúlaskeiði, á vitjan. Hetta er forkunnug vitjan, og tí hava eisini 30 av limunum í felagnum leitað sær út [...] og konurnar ella teir eru ov dovnir. Frægast man vera at sita heima framman fyri sjónvarpið!!! Tað gekk so eisini sjón fyri søgn, tá umboð fyri bæði tey stóru bløðini vórðu boðin við til hugnaløtuna í Losjuni [...] Havn mikukvøldið. Pensionistafelagið í Havn skipaði fyri. Luttakararnir: pensionistar úr bygd og bý á einum av mongu og vældámdu háskúlaskeiðunum. Forkvinnan hjá pensionistunum í høvuðsstaðnum, Karin Jacobsen
ongantíð so frægt sum verið inni á gólvinum hjá tingbólkinum hjá javnaðarmonnum á Christiansborg. Eg veit ikki so frægt, hvar teir halda til. Valkvøldið í marts 1998 stóð á jøvnum millum teir borgarligu og [...] longu nú vorðin so drivin í hesum, at hann ikki longur sansar, at boðskapurin ikki er sannur. Skjótt gekk. Jóannes Eidesgaard var valdur við tí greiða boðskapi, at eg ikki fór at verða partur av donskum [...] støða, sum gjørdi, at Birthe Weiss ikki gjørdist formaður fyri Fólkatingið. Atkvøðugreiðslan stóð á jøvnum 89- 89, og bert ein atkvøða út av 179 valdi ikki at atkvøða, nevniliga mín. Tískil mátti teir
nógvari tíð, so fylgdu vit við, hvussu gekk hvør hjá aðrari, fingu børn, vóru gummur hvør hjá aðrari og prátaðu saman av og á, antin í telefonini ella eg stakk høvdið inn um á Spógvavegi at vita, hvussu stóð [...] fekk Elisabeth eitt droymandi eygnabrá, tað var tá ið hon tosaði um at fara á seiðaberg, tað tímdi eg ongantíð, so heldur umborð á »Sjønning«, sum lá og fúnaði uttan fyri hjá Hugo. Har kundu vit droyma okkum [...] gangur, tí bæði Mia og Mo vóru friðarfólk. At koma inn til teirra var sum at koma heim. Fast pláss á bonkinum, har abbi lá og durvaði, Elisabeth sat og át breyð og eg fekk biddað mær skorpuna av hesum
sum tosað er um, ið skal geva hesi loyvini. Eisini hevur verið fýst á, at tað gongur ov seint við at koma í gongd. Víst hevur verið á, at fleiri feløg og einstaklingar hava bíðað eftir svari fyri at sleppa [...] m, varð til viðgerðar. Hóast einki navn varð nevnt, er tó eingin ivi um, at talan er um yvirlæknan á Deildini Fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Pál Weihe. Maðurin varð av tingsins røðarapalli sagdur at vera [...] hann. Talan var um, at Kristian Magnussen, løgtingsmaður, hevði spurt landstýrismannin um, hvussu tað gekk við lógaruppskotinum um ílegugransking í Føroyum. Og í hesum sambandi fleyt yvir hjá summum tingfólkum
heimaliðið, sum hevði hetta. Ofta fingu teir sett hampuligt av á miðvøllinum, soleiðis at spælið varð spjatt oman eftir síðunum, men so gekk tað heldur ikki meira. Sera sjáldan komu álopini somikið langt [...] tá málverjin, Jákup Joensen, sendi beint á Jacek Przyuilski, sum ikki lat seg snýta til aðra síðuna, og hevði GÍ dystarbóltin. Hesin varð latin í hendurnar á blaðunga Hanus Jacobsen, og hann var ísakaldur [...] fingið ein so toluliga góðan fótbóltsdyst burturúr kortini. Lingligt Men hetta kom tó als ikki upp á tal. Snøgt sagt, so var talan um ein dyst av teimum heldur linligu, har spælið fram eftir vøllinum ongan
vælvaksin jóladunna, sum kom á skíggjan hjá SvF týskvøldið. Vitandi um at Fótbóltssambandið týsdagin sat á fundi, har venjaraspurningurin hjá landsliðnum var millum evnini á skránni, gjørdi Sjónvarpið eina [...] upp á pláss. - Nú havi eg so ringt niður til tann veruliga Benny Johansen og givið honum einum treytaleysa umbering frá okkara síðu, og hóast hann kanska kundi havt orsøk til tað, so tóktist hann á ongan [...] manninum. Soleiðis byrjar tíðindaleiðarin í SvF, Øssur Winthereig, tá vit seint týskvøldið fingu orðið á hann, fyri at fáa eina frágreiðing uppá, hví tíðindini vórðu borin, sum tey vórðu. Ikki minst, tá F
havi eg als ikki sæð ÍF spælt í ár, men úrslitini siga somikið sum tað, at meðan hann ikki var á liðnum, gekk einki serligt hjá teimum, meðan tað hinvegin hevur gingið væl í endaspælinum, so talan er í øllum [...] er nú líkt til, at gullið kortini fer til Fleyr, og hetta vísir Annfinn eisini á, tá tosað verður um tað trýst, sum er á leikarum í einum finaludysti. - Tað hevur í hvussu so er sæð soleiðis út, at liðið [...] hava grivið fram til dystin, men fyri tað gleðir hann seg eins nógv sum liðfelagarnir til finaluna. Á heimasíðuni hjá FBF hevur ein sonevnd quick-poll kanning verið gjørt seinastu vikuna, og sum vit skrivaðu