Orð og myndir:
Fimm til seks menn millum trýss konur. Hetta er oftani støðan og dagsins veruleiki í Pensionistaføroyum. Er okkurt tiltakið, onkur hugnaløtu er úrslitið oftani tað sama: fáir menn og nógvar konur. Hví tað er so skal her standa ósvarað. Kanska tí menninir liva stytri ella tí at menninir eru meira smædnir og ikki halda seg til eins og konurnar ella teir eru ov dovnir. Frægast man vera at sita heima framman fyri sjónvarpið!!! Tað gekk so eisini sjón fyri søgn, tá umboð fyri bæði tey stóru bløðini vórðu boðin við til hugnaløtuna í Losjuni í Havn mikukvøldið. Pensionistafelagið í Havn skipaði fyri. Luttakararnir: pensionistar úr bygd og bý á einum av mongu og vældámdu háskúlaskeiðunum.
Forkvinnan hjá pensionistunum í høvuðsstaðnum, Karin Jacobsen ger sítt ítarasta fyri at halda lív í teimum gomlu. Hon heldur tað vera so gott fyri tey gomlu, at tey eru upptikin av onkrum og at tey ikki bara fáa alt borið upp í hendurnar heldur. Saman við hinum nevndarlimunum í felagnum, eitt nú tí uppfinningarsama og virkisfýsna kassameistaranum Súna Joensen, leggur hon nógva orku í at skipa fyri tiltøkum av ymsum slag.
Tey gomlu í høvuðsstaðnum tvs. limirnir í tí heldur unga felagnum, Pensionistafelagið í Havn, sum fylti 25 ár í fjør, seta hvørjum øðrum stevnu hvørt mikukvøld til bingo, upplestur og onnur tiltøk. Karin fegnast um at hava fingið meira enn 30 pensionistar, sum eru á Háskúlaskeiði, á vitjan. Hetta er forkunnug vitjan, og tí hava eisini 30 av limunum í felagnum leitað sær út hetta kvøldið. Sum felagskvinna heldur hon fyri, at tað hevur alstóran týdning, at pensionistar møtast á henda hátt og hevur tað eisini nógv at siga, at pensionistar kring landið tekna seg sum lim í teimum lokalu pensionistafeløgunum, tí tað er við til at halda lív í. Og tað er ein sannroynd, at tað er lív og virksemi, har pensionistar møtast. Hetta sluppu fjølmiðlarnir at uppliva mikukvøldið.
Kaffi, viðskeri og køkur. Súni Joensen, nevndarlimur setur sín serstaka dám á løtuni, hevur bakað breyð, køkur og sjinsað kjøt. Upplesari av Guds náði. Røður og prát. Ikki bara stovuhiti men eisini nógvur menniskjahiti. Men eingin hugnaløta fyri pensionistar uttan fagurt ljómandi harmonikkan hjá Flóvanum. Henda skekksíða spælandi kempan eigur sín stóra lut í, at slík hugnakvøld eru so væleydnað. At tey gomlu hugna sær so óført. Hetta kvøldið í Losjuni var einki undantak. Ein ella tveir svingom og síðani uppá gólv. At enda kendir føroyskir og útlendskir sangir. Stutt og greitt: eitt frálíkt kvøld, har gomul koma saman til gaman og álvara, har er lív og lívsgleði. Háskúlin eigur so eisini at fáa eitt herðaklapp á leiðini, tí hesin annars so "smædni" skúlin raðfestir ikki bert tey ungu og tilkomnu men eisini tey gomlu høgt. Pensionistaskeiðið endar í dag, men tiltøkini fyri pensionistarnar halda fram í sama lag. Og í hølunum hjá Pensionistafelagnum verður hildið fram við fullari ferð heilt til jóla. Her hendir nakað. 27. november er jólaútsøla, 4. desember er jólahugni og 18. november verður endað við eini rimmar jólaveitslu. Tey eru 100 limir í felagnum men Karin heldur, at tey áttu at verið nógv fleiri. Við at bjóða pressuni við til slíkt tiltak vónar hon, at pensionistar, sum fyri tað mesta sita heima, taka seg um reiggj og gerast limir. Harvið koma tey at gagna bæði øðrum og sær sjálvum.