Okkara møguleiki

Í royndunum at vinna steypafinaluna hava sørvingar fingið hjálp frá einum av veteranunum, og Annfinn Joensen heldur, at hetta er stóri møguleikin hjá SÍ at fáa okkurt slag av gulli burtur úr árinum

Flogbóltsupptakt

Í Sørvági hava tey lagt nógv fyri við flogbóltinum í ár. Liðið er styrkt við fremmandum leikarum, og tá teir heimligu samstundis hava lagt nógv fyri, hevur úrslitið av hesum heldur ikki ligið eftir. Tó skal leggjast afturat, at tað neyvan verður talan um gullmerki til SÍ í ár. Tapini herfyri móti Fleyr og ÍF vóru sera dýr í so máta, og kanska júst tí eru sørvingar sera uppsettir til dystin leygardagin.

Veteranur verður við
Ein av leikarunum, sum verður við leygardagin, men sum annars hevur verið burturi frá flogbóltinum í eina tíð, er Annfinn Joensen. Sjálvir rópar hann seg fyri okkurt slag av jokara, sum teir hava grivið fram til dystin, men fyri tað gleðir hann seg eins nógv sum liðfelagarnir til finaluna.
Á heimasíðuni hjá FBF hevur ein sonevnd quick-poll kanning verið gjørt seinastu vikuna, og sum vit skrivaðu í gjár, so er SÍ stórur favorittur sambært hesari. Annfinnur viðgongur, at nakað kann vera um leiklutin sum favorittur, men at teir tó ikki taka nakað fyri givið.
- Nú vóru fuglfirðingar sjálvandi sera óhepnir í seinasta dystinum, tá Odd noyddist av vøllinum við skaða. Nú havi eg als ikki sæð ÍF spælt í ár, men úrslitini siga somikið sum tað, at meðan hann ikki var á liðnum, gekk einki serligt hjá teimum, meðan tað hinvegin hevur gingið væl í endaspælinum, so talan er í øllum førum um ein sera týðandi leikara hjá teimum. Tað er í øllum førum nakað, sum átti gjørt okkum til eitt slag av favorittum, hóast tú altíð skalt vera varin við at siga soleiðis, heldur Anfinn.
- Tað er tó soleiðis, at við ÍF kanst tú ongan tíð kenna teg heilt tryggan. Bartal, sum ikki var við seinast, verður eisini við teimum hendan dystin, og einki er at ivast í, at teir spæla fyri at vinna, so sigurin fer á ongan hátt at koma av sær sjálvum.

Nervarnir hava svikið
Eitt skifti í landskappingini sá annars út til, at sigrarnir fóru at koma av sær sjálvum. SÍ lá sera væl fyri, men sum nevnt omanfyri, so er nú líkt til, at gullið kortini fer til Fleyr, og hetta vísir Annfinn eisini á, tá tosað verður um tað trýst, sum er á leikarum í einum finaludysti.
- Tað hevur í hvussu so er sæð soleiðis út, at liðið hjá okkum ikki hevur megnað at avgjørt dystirnar, og tað er fyrst og fremst okkara egna skyld, at vit ikki liggja betri fyri. Bæði móti Fleyr og ÍF restaði bert ein boltur í, men vit mistu kortini.
Spurdur, um hetta er orsøkin til, at teir nú hava heitt á seg, er Annfinn eitt sindur ivandi.
- Tað veit eg nú ikki. Vónandi kann tað hava eina positiva ávirkan, at eg hóast alt havi eitt sindur av royndum, men tað dugi eg ikki at siga.

Okkara møguleiki
Um áhugan til finaluna, sigur Annfinn, at hann man vera hampuliga stórur.
- Eg havi kanska ikki merkt so nógv, tí eg havi verið so lítið við í ár. Eg havi tó lagt til merkis, at uppsløg hava hingið frammi í onkrum handlum, so vónandi fara fleiri áskoðarar at fylgja okkum.
- Hjá leikarum er tó eingin ivi um, at spenningurin er stórur. Tað er meira ella minni kleyvarskapur, at vit nú eru úti av gullstríðnum í landskappingini, so hetta er okkara møguleiki at fáa nakað burtur úr árinum, sigur hann avgjørdur at enda.