Løgmanssteypið
Hóast fótbóltslíkindini ikki vóru av teimum bestu kring landið, so var tað ikki hetta, sum bilti í Sarpisgerði sunnudagin. Eitt lot var eftir vøllinum, og tað var nakað ráligt, men tað átti tó at verið gjørligt, at fingið ein so toluliga góðan fótbóltsdyst burturúr kortini.
Lingligt
Men hetta kom tó als ikki upp á tal. Snøgt sagt, so var talan um ein dyst av teimum heldur linligu, har spælið fram eftir vøllinum ongan tíð gjørdist serliga skipað, og har tað tí var sera langt ímillum teir hendinga málmøguleikar,s um sum stungu seg upp.
Frá byrjan var tað sjónligt, at fyri báðar var tað úrslitið, heldur enn tað vakra spæli, sum tað ráddi um hendan dagin. Dentur varð lagdur á verjuspælið, har báðir partar vóru sera væl skipaðir. Ikki minst vágamenn, sum í Ara Thomassen og Jóhannis Joensen hava tveir leikarar, sum avgjørt teljast millum teir frægu, tá spælið skal leggjast niðaneftir kantunum, men sum hinvegin eisini teljast millum stinnastu miðverjarnar í landinum.
Var talan um nakað veruligt yvirtak, so mundi tað vera heimaliðið, sum hevði hetta. Ofta fingu teir sett hampuligt av á miðvøllinum, soleiðis at spælið varð spjatt oman eftir síðunum, men so gekk tað heldur ikki meira. Sera sjáldan komu álopini somikið langt, at talan gjørdist um nakra vandamikla støðu framman fyri málinum, og tað er helst nóg so sigandi, at størsti møguleiki fyri steðgin kom eftir óneyðugt bólttap á Vágaverjuni.
Eingi mál
Seinna umfarið var ikki stórt øðrvísi. Vindurin var kanska vaksin eitt vet, men hóast gestirnir høvdu hendan undan, so tóktust teir ikki vilja satsa tað, sum var neyðugt. Heldur varð vóna, at Clayton Soares og Bjarni Prior kundu skapa okkurt einsamallir, men hóast tað onkuntíð var upptrekk til slíkt, so kom ikki nakað ítøkiligt burturúr. Næstur at skora var helst Bjarni, tá hann av miðjuni hevði sæð málverjan hjá GÍ nakað langt úti, men skotið fór framvið málinum.
Hinvegin megnaði GÍ at skapa eina veruliga yvirvág, og seinastu løtuna kundu teir við eitt sindur av hepni havt fingið okkurt málið. Ikki minst tá Krzystof Poipczynski ta einu ferðina var komin mest sum ígjøgnum, áðrenn hann legði útfrá til Símun Samuelsen, men skot hansara varð blokkað av verjuleikara.
Tí varð neyðugt við umdysti, og nú gjørdist alt meira sannlíkt, at brotsspørk skuldu til. Óttin fyri at tapa var snøgt sagt størri enn viljin at vinna, og eftir 120 málleysar minuttir skuldu venjararnir so velja teir fimm, skuldu skjóta brotsspørkini.
Og ikki kann sigast annað enn, at væl varð valt. Teir fyrstu fim hjá hvørjum parti sendu allir skotini í málið, og so var tað ein og ein. Her misnýttu vágamenn í fyrstu royndini, tá málverjin, Jákup Joensen, sendi beint á Jacek Przyuilski, sum ikki lat seg snýta til aðra síðuna, og hevði GÍ dystarbóltin. Hesin varð latin í hendurnar á blaðunga Hanus Jacobsen, og hann var ísakaldur, tá hann sendi trygt í netið.
Sostatt eru gøtumenn víðari, og einki er at taka seg aftur í, at úrslitið var tað týdningarmesta, sum hendi í Sarpisgerði hendan dagin. Spælið í áðrar mátar var einki at reypa av, men enn er so nakað av tíð at betra um hetta, áðrenn tað av álvara fer at telja hjá liðunum í landskappingini.
Dysturin í tølum
GÍ-FSV 6-5 eftir brotsspørk, 0-0
Dómari: Eiler Rasmussen: Átti at vera nógv harðari í revsingini av mongu taklingunum aftanífrá.