Jóhan Vang 60 ár

Í dag, mikudagin 11. mai, fyllir Jóhan Vang í Havn 60 ár. Jóhan hevur í mong ár verið handilsmaður í høvuðsstaðnum.
Foreldrini hjá Jóhan vóru Jóhanna ella Diddan, sum hon varð nevnd, og Niels Vang. Hon var úr Skemmuni í Porkeri, og hann var úr Gørðum í Kaldbak. Diddan og Niels Vang fingu tveir synir. Óli, sum eisini býr í Havnini, er sjey ár eldri enn Jóhan.
Óli var føddur í Klaksvík, og Jóhan var føddur nakrar mánaðir eftir, at tey vóru flutt til Havnar at búgva. Í Klaksvík búði Niels Vang í trettan ár, og tá ið hann giftist við Didduni, bygdu tey húsini, sum standa dygst norðanfyri Ósáskúlan. Niels arbeiddi í trý ár hjá Kal, og í tíggju ár var hann fyristøðumaður í krambúðini hjá Kjølbro á Biskupsstøð.
Í Havnini bygdu tey fyrst húsini úti í Grønlandi, sum Sigurð Joensen, sakførari, seinni átti. Niels Vang var handilsmaður í Havnini. Hann arbeiddi fyrst hjá Mariu Poulsen, sum hann átti saman við øðrum. Síðani fór hann í holtur við matvøruhandil á Ingetrøð. Har leigaði hann kjallara til handil, og síðani keypti hann grannahúsini, sum familjan fyrrapartin av fimti árunum búsettist í.
Tá ið Jóhan var liðugur við realskúlan, fór hann at hjálpa pápanum, og síðani hevur hann mest sum alla tíðina verið handilsmaður. Eitt ár í seksti árunum var hann á handilsskúla í Keypmannahavn.
Jóhan gekk undan, tá ið krambúðin hjá Niels Vang fyri einum 35 árum síðani bygdi nýggjan bygning á grundøkinum, har handilin og sethúsini høvdu verið, og í hølunum, sum eru aftanfyri Auto, høvdu teir í sjeyti árunum ein tann størsta matvøruhandilin í høvuðsstaðnum.
Tá ið handilsmynstrið broyttist nógv í Havnini, gavst Jóhan við matvøruhandlinum. Eitt skifti hevði hann barnaútgerð, men so fóru hann og konan í holtur við barnaklædnahandilin, sum tey nevndu Daddan. Eina tíð vóru tey í SMS. So vóru tey aftur á Ingetrøð, og nú hava tey í fleiri ár havt stóran og kanska tann størsta barnaklædnahandilin í landinum uppi á Hálsi.
Jóhan luttók í nevndararbeiðnum í Havnar Detailhandlarafelag, og hann var eisini í fleiri ár nevndarlimur í Havnar Framburðsfelag, sum er valfelagið hjá Fólkaflokkinum í Suðurstreymi. Í 1972 var hann uppstillaður til býráðsvalið. Honum restaði eina atkvøðu í at verða valdur. Jóhan var okkurt skifti í býráðnum sum eykamaður, men í 1976 stillaði hann ikki uppaftur.
Í eina fjórðingsøld vóru Jóhan og konan í sangkórinum í Ebenezer, har Jóhan eisini var sunnudagsskúlalærari í upp móti tredivu árum.
Jóhan Vang giftist í 1970 við Honnu í Túni av Toftum. Tey bygdu í Stoffalág, har tey framvegis búgva í hugnaligum heimi, sum altíð hevur verið eyðkent av stórum gestablídni.
Hanna og Jóhan eiga fimm børn: Niels, føddur í 1971, er giftur við Miriam, sum er dóttur Jonnu og Hans Sivertsen í Nuuk. Tey búgva í Eysturgrønlandi, har tey eru trúboðarar. Júst, sum er føddur í 1973, arbeiðir hjá Statoil. Hann er giftur við Katrin, sum er ættað úr Vatnsoyrum. Eva, sum er fødd í 1977, er gift við Jákupi Klein úr Vatnsoyrum. Tey búgva í Havnini, og Eva er pedagog. Maria, sum er fødd í 1979, er í Keypmannahavn, har hon lærir til fysioterapeut. Rebekka, sum er fødd í 1987, býr heima hjá foreldrunum, og hon gongur í Hoydølum. Jóhan eigur sjey abbabørn - tveir dreingir og fimm gentur.
60 ára føðingardagin er Jóhan burturstaddur.


+ mynd