Skilaleys viðgerð


Tað líkist púra ongum, at tingmenn fara at viðgera ein almennan tænastumann á røðarapallinum, sum gjørt varð mikudagin, tá ávísur persónur varð lagdur undir korruptión, sigur landstýrismaðurin, sum varðar av málinum

 

Tingviðgerð

Tað er langt úti, at ávísur yvirlækni, sum arbeiðir við gransking í Føroyum, av tingsins røðarapalli verður lagdur undir korruptión og at vera ein fløskuhálsur í føroyskari gransking, sigur Sámal Petur í Grund, landstýrismaður. Hóast einki navn varð nevnt, var adressan av røðarapallinum ikki til at fara skeiv av.

Í samband við munnligan fyrispurning frá Kristiani Magnussen, løgtingsmanni, til Sámal Petur í Grund, landstýrismann, um hvussu gongur við lógaruppskotinum um ílegugransking, endaði tað við, at yvirlæknin, sum stendur fyri lógararbeiðinum, varð til viðgerðar.

Hóast einki navn varð nevnt, er tó eingin ivi um, at talan er um yvirlæknan á Deildini Fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Pál Weihe.

Maðurin varð av tingsins røðarapalli sagdur at vera ein fløskuhálsur í føroyskari gransking. Eisini varð havt frammi, at hann ikki er gegnigur til at gera slíkt arbeiði, tí hann sjálvur hevur samband við útlendsk felag, sum er áhugað í føroyskari ílegugransking (gengransking). Í hesum sambandi brúkti ein løgtingsmaður orðið korruptión.


Púra misskilt

Sámal Petur í Grund, landstýrismaður við almanna- og heilsumálum, heldur,at tingmenn púra høvdu misskilt, hvat málið snúði seg um. Teir viðgjørdu ein embætismann, og tað er langt úti, sigur hann.

Talan var um, at Kristian Magnussen, løgtingsmaður, hevði spurt landstýrismannin um, hvussu tað gekk við lógaruppskotinum um ílegugransking í Føroyum. Og í hesum sambandi fleyt yvir hjá summum tingfólkum, sum fóru at viðgera mannin, sum stendur fyri lógararbeiðinum.

Tað er soleiðis, sigur Sámal Petur í Grund, at arbeitt hevur verið við lógaruppskoti um ílegugransking í Føroyum. Til at taka sær av tí fakliga hevur hann heitt á Pál Weihe, yvirlækna, sum hann metir hava betri førleika enn aðrir embætismenn undir Almanna- og Heilsumálastýrinum. Júst tí maðurin í sínum dagliga arbeiði í fleiri ár hevur fingist við gransking.


Granskingarlóg

Tað, sum gerast skuldi, var eitt lógarverk, sum skal halda skil á, hvør skal sleppa at granska í føroyskum ílegum. Tað er nevniliga sera viðbrekið evni, og kann ikki latast hvørjum sum helst, sigur Sámal Petur í Grund.

Ætlanin er at gera ein stovn, sum skal geva loyvi til gransking og umsita tey loyvi, sum givin verða. Hetta er stórarbeiði at fara undir, tí ongastaðni er nakað tilfar at skriva av.

Pál Weihe, yvirlækni ,hevur so verið líkasum primus motor í hesum, upplýsir Sámal Petur í Grund, landstýrismaður.

At sami yvirlækni hevur havt samband við útlendskan granskingarstovn, er so fallið summum løgtingslimum fyri bróstið, tí tey halda, at tað er hann, sum skal geva loyvini. Men tað er ikki rætt, sigur landstýrismaðurin, tí tað er jú tann stovnurin, sum tosað er um, ið skal geva hesi loyvini.

Eisini hevur verið fýst á, at tað gongur ov seint við at koma í gongd. Víst hevur verið á, at fleiri feløg og einstaklingar hava bíðað eftir svari fyri at sleppa at granska í Føroyum, men hava einki loyvi fingið.

Hetta leggja summi tingfólk út soleiðis, at tað er yvirlæknin, sum liggur í buktini, tí hann er áhugaður í, at »hansara« granskingarsamband uttanlands skal fáa loyvið.

?Tað er tað reina tvætl, sigur Sámal Petur í Grund, landstýrismaður. Grundin til, at einki loyvi er givið, er tann, at eg sum politiskur myndugleiki ikki vil geva loyvi, fyrr enn lógarverkið er komið upp á pláss. Júst fyri at sleppa undan slíkum tápuligum tosi, sum tað í tinginum mikudagin.

Um sjálvt lógararbeiðið sigur landstýrismaðurin, at ráuppskotið hevur verið til hoyringar, og eitt endaligt uppskot verður skrivað og lagt fyri tingið rættiliga skjótt.

Pál Weihe, yvirlækni, vil iki gera viðmerkingar til málið.