chatting, fyri at siga hví onkur bráddliga ikki er at treffa, sum til dømis um onkur bankar uppá ella at fartelefonin ringir. (::[ ]::) Ímynd av heftiplástri. Verður brúkt tá onkur bjóðar seg til at hjálpa ella [...] við telduposti Svar: Tað krevur sín mann at chatta, tí styttingar og ímyndir rúka um oyruni/eyguni og oftani er ringt at tíða tað í sagt verður. *gg* merkir at man flennir. Summi brúka styttingina LOL [...] Floor Laughing My A** Off" Ógvusligur látur. %-) Ímynd av at man er í ørviti men lukkuligur; hevur kenning ella er ávirkaður av onkrum uttan at hava mist ræðið á sær sjálvum (lættari rúsaður) IMAO Stytting
nakað at huga sum, at raðfesta og prioritera øðrvísi í tí dagliga húsarhaldinum. Eg fái givið øllum forstáilsi, innlit, tilvitan, so øll kunnu lesa og síggja tað samanhangandi heildarskipan, við at avdúka [...] allan upprunan. Tað er avgerandi neyðugt at økja um almennnu kunningina, tí tað verður ikki so lætt at bedraga, snýta, vanliga føroyingar kring landið. Eg komi at fylgja við í fjølmiðlunum og í øllum kjaki [...] Tað er ein andstygd at síggja og uppliva, hvussu ósolidariskir føroyingar eru sum verkfalsbrótarar, ið tóku upp verkfalsrakt arbeiðir kring landið. Tað er ein veruleiki, at flestu vanligu føroyingar -
tjóð. Og ynskið um at nú skal ein triði partur vera við til næsta samráðingar undirbyggir bert tann veruleika, at her er veruliga komið vátt í reiðrið millum partarnar. Tað fær ein at hugsa um friðavarðveitandi [...] n, ið roynir at kunna føroyingar um fullveldi, er sera virkin, nú summarstevnurnar eru. Á eystanstevnu skipaði felagsskapurin fyri fólkafundi, og aftur komandi vikuskiftið fer Hesuferð at skipa fyri fundi [...] dystirnir bara vóru í ein tíma. Teir eru framvegis illa staddir, men tað tykist framvegis at vera møguleiki fyri, at teir kunnu fáa stig móti øllum. Lykladysturin hjá teimum verður 27. august, tá teir fáa
við øðrum, enn at Sumba skuldi stríðast í botninum. KÍ hevur ikki annað enn æruna at spæla fyri. Undan kappingarbyrjan vórðu teir mettir at vera besta boðið upp á FM heitið. Nú er greitt, at KÍ ikki røkkur [...] skilja, at hann aftur í morgin verður málverji. Aftur hesa ferð hevur tað verið upp á tal, at Dánial Johan Joensen skuldi koma heim úr Danmark, men í gjár var ógvuliga ivasamt, um hann fer at koma. Hjá [...] Tað kennist sum eitt vónbrot hjá klaksvíkingum. Avbjóðingin á Krossinum í morgin verður, at fáa spælararnar at verða nóg uppsettir. Tomislav Sivic hevur latið nakrar ungar spælarar snoddað til 1. deild
Tað er so svárt at fata, at tú ikki ert ímillum okkum longur. Tú vart gott nokk gomul, 85 ár, men í sinni ung. At tú ert farin frá okkum er so ringt at skilja. Hvønn dag rokna vit við, at tú, við tínum blíða [...] lættari hjá mær at koma víðari, eru tey góðu minni, ið eg havi eftir teg og babba, so rík uppá kærleika og erligheit; altíð vóru tit har fyri meg. Síðan mínar gentu og Jón ? altíð klár at hjálpa har ið tit [...] tit kundu. So rík og góð minni fara vit altíð at goyma í okkara hjørtum. Eisini hevur Havnin mist eina av sínum býarmyndum, altíð vart tú at síggja í býnum. Var ein konsert, eitt sangkór, so vart tú og
árini arbeitt við at gera alla tað føroysku lóggávuna teldutøka, og úrslitið av hesum verður, at um stutta tíð verða lógirnar at finna á internetinum. ? Hetta ger tað lætt hjá fólki at fáa kunnleika til [...] borgarunum, segði løgmaður í røðuni. Arbeitt verður eisini framhaldandi við at menna skipanina soleiðis, at hon, um framt at fevna um tað, sum verður kunngjørt í Kunngerðarsavninum, eisini skal fevna um [...] óivað onkran undra, at kirkjan ikki helt føðingardag, men hetta kom tíanverri ikki í lag, orsøkir vóru av ymiskum slag. Men so ár 2000 -9. (nígginda) í sjeynda vit mong í Hattarvík lenda at minnast dagin henda
annan leygardag. Í blaðnum í gjár skrivaðu vit, at B36 er flutt niður úr 3. deild, at KÍ sleppur undan niðurflyting, um B68 tapir móti EB/Streymi, og at KÍ skal spæla um eitt pláss í 3. deild móti TB, [...] greitt, tá vit fregnaðust í gjár, men alt bendi á, at spurningurin um, hvørt næstbesta liðið hjá B68 ella besta liðið hjá EB/Streymi skal hava rættin at taka lut í 2. deild í 1999, verður avgjørdur nú l [...] Kappingarleiðarin hjá FSF hevði ætlanir um at fáa hetta avgreitt longu í hesi vikuni, men hetta hóvar ikki teimum í EB/Streymi, sum vilja hava ta tíðina, ið skal til at fáa tveir fyri teir so týdningarmiklar
stendur, at lógin um lestrarstuðul skal dagførast. Ein arbeiðsbólkur hevur longu gjørt álit um dagføringar og tað leggur eitt nú upp til, at næmingar á miðnámsskúlunum fáa hægri studning og at broytingar [...] mánaða segði Signar á Brúnni, landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum, at broytingarnar í lestrarstuðulinum, sum fara at hava við sær ein meirkostnað fyri landskassan, koma í gildi næsta ár. Men hetta [...] 42 mill. kr. Í viðmerkingunum í fíggjarlógaruppskotinum verður sagt, at metta talið av ÚS-umsøkjarum og lesandi uttanlands viðførir, at tilsamans 44 mill. kr. verða nýttar til studning. Av hesum vera 37
hava høvi at síggja hana. Tey hava høvi at síggja fjøtraði tjøldur í ymsum stigum. Summi hava ungar, og royna tey at geva teimum at eta. Onnur hava bara eitt bein, hitt er kvett av. Fer tú at spáka tær [...] stendur so sjónskt t.d. í Havn. At tú dugir nøvnini á teimum uttanat sum umsita tær. Tað eru altíð teir somu. Her eigur Havnar kommuna at hava strangt eftirlit við leigutraðunum. At tær verða røktar. Um tær ikki [...] ofra nøkur sekund um dagin til at minna fólk á tjaldrið? Nei, so eiðasørt. Ella sjónvarpið? Hesir stovnarnir afturspegla hugburðin hjá tjóðini sum er ein fullkomin líkasæla. At fólk sum hava eina trøð við
Bjargingartænastan og løgreglan í Havn boð um, at ein glasfipurbátur hevði rent á land á Tjørnunesi í Nólsoynni. Báturin var farin at leka, men hann kláraði tó sjálvur at sigla til bygdina, har Pressarin hjá Tórshavnar [...] løgreglan í Havn ein ungan mann, ið tókst við at seta eld á ruskíløt í Vørðsluni. Løgreglan sigur, at drongurin er ein av gomlu kenningum teirra. Hann er kendur fyri at takast eitt sindur ov nógv við eld, og [...] Klaksvík sigur, at bilurin gleið í hálkuni og fór út av vegnum. Bilurin fekk stóran skaða, og fólkini vórðu beinanvegun flutt á skaðastovuna í Klaksvík. Á skaðastovunu varð staðfest, at tvey av ungfólkunum