Tað eru ymiskar fyritreytir, tá eitt tað størsta fótbóltsfelagið í landinum í morgin vitjar eitt tað minsta fótbóltsfelagið í landinum. Sumbingar spæla fyri lívinum í bestu deildini. Tey munnu vera fá, sum undan kappingarbyrjan høvdu roknað við øðrum, enn at Sumba skuldi stríðast í botninum.
KÍ hevur ikki annað enn æruna at spæla fyri. Undan kappingarbyrjan vórðu teir mettir at vera besta boðið upp á FM heitið. Nú er greitt, at KÍ ikki røkkur Europa Cup plássi, og teir røkka heldur ikki Intertoto Cup. Tað kennist sum eitt vónbrot hjá klaksvíkingum. Avbjóðingin á Krossinum í morgin verður, at fáa spælararnar at verða nóg uppsettir.
Tomislav Sivic hevur latið nakrar ungar spælarar snoddað til 1. deild. Hjalgrím Elttør var við frá fyrsta bríksli ímóti B36, og tveir aðrir U?18 landsliðsspælarar, Símun Joensen og Atli Danielsen, komu inn síðsta sunnudag. Í morgin eru Símun Waag Høgnesen, Rógvi Jacobsen og Ove Nysted tøkir aftur. Teir vóru allir leikbannaðir ímóti B36.
Mortan burturfrá
Í stríðnum fyri framhaldandi atgongd til 1. deild hava sumbingar tvær tær síðstu ferðirnar havt Fróða Mortensen í málinum. Vit skilja, at hann aftur í morgin verður málverji.
Aftur hesa ferð hevur tað verið upp á tal, at Dánial Johan Joensen skuldi koma heim úr Danmark, men í gjár var ógvuliga ivasamt, um hann fer at koma. Hjá sumbingum rakar tað sera meint, at verjuálitið, Mortan úr Hørg, er leikbannaður í morgin.
KÍ plagar at vinna
Sumba hevur verið í 1. deild í trý ár, og eitt ár hava teir mannað lið saman við vágbingum. Hetta síðsta árið var í 1995. Tá taptu teir 2?1 á heimavølli ímóti KÍ.
Fyrsta árið hjá Sumba í 1. deild var í 1991. Tá vann KÍ 3?1 á Krossinum. Í fyrraárið vann KÍ í 18. umfarinum 5?2 í Sumba, og í fjør var úrslitið 3?2 til KÍ.










