Lógirnar lagdar á internetið

Løgmansskrivstovan er komið væl ávegis við arbeiðnum at gera føroyska lógarverkið teldutøkt

Hetta upplýsti løgmaður í løgmansrøðuni, tá tingið var sett á ólavsøku.

Løgmansskrivstovan hevur seinastu tvey árini arbeitt við at gera alla tað føroysku lóggávuna teldutøka, og úrslitið av hesum verður, at um stutta tíð verða lógirnar at finna á internetinum.

? Hetta ger tað lætt hjá fólki at fáa kunnleika til lóggávuna, og tað kann betra munandi um rættartrygdina hjá borgarunum, segði løgmaður í røðuni.

Arbeitt verður eisini framhaldandi við at menna skipanina soleiðis, at hon, um framt at fevna um tað, sum verður kunngjørt í Kunngerðarsavninum, eisini skal fevna um dómar og prinsipiellar umsitingarligar avgerðir.vindur og veður,

ávirkan hevur

og sítt krevur.


Í 1899 teir nýggja kirkju byggja

fyri kirkjunnar framtíð at tryggja,

slíkt kann ei á láni liggja.


Og nú gott hundrað ár á rað

hevur hon verið og er framvegis tað

stað

har deknur lesur lestur

ella tænari er prestur.

Har tú á hvørjum halgidegi

í sorg sum í gleði

kann finna linna

ugga, og megi

í Harrans orði

og við altarborðið.

? ? ?

Latum okkum at enda minnast undanfarnu ættarlið,

sum tóku hesu mongu umrøddu stig,

vit lýsa yvir teimum Guds frið.

Samstundis takka vit tykkum, ið tóku við,

sum hildu áfram í teirra anda,

sum vanligt er her til landa.

Latum okkum saman standa

og kirkju okkara verja

mót øllum, ið á hana herja

og vilja boðskap hennara skerja.

? ? ?

29. oktober í fjør, tá kirkjan fylti hundrað,

móti tað óivað onkran undra,

at kirkjan ikki helt føðingardag,

men hetta kom tíanverri ikki í lag,

orsøkir vóru av ymiskum slag.


Men so ár 2000 -9. (nígginda) í sjeynda

vit mong í Hattarvík lenda

at minnast dagin henda.


Vit leggja serliga merki

til hetta frálíka listarverkið,

gávuna stórbæru,

kirkjuni til heiðurs og æru,

altartalvuna, ið kórveggin prýðir,

har skapanin í huga fram stígur.


Øll góð ynski um Guðs signing.

Hjartaliga tillukku.





Erland Beder