Ósolidariskir føroyingar

   

Tað er ein andstygd at síggja og uppliva, hvussu ósolidariskir føroyingar eru sum verkfalsbrótarar, ið tóku upp verkfalsrakt arbeiðir kring landið.
Tað er ein veruleiki, at flestu vanligu føroyingar - ófaklærd, faklærd - eru á arbeiðsgevarans síðu, og landsstýri, løgting og yvirvøldin og vøldir í dag.
Tað er nógv fyri at síggja og uppliva, hvussu einstátta fyriskipaður heimurin og mannaættin og føroyingar eru blivnir við stættar- og lønarmuni.
Tað er ein andstygd at síggja og uppliva, hvussu skitin vápn vóru nýgg undir vakfallinum hesar fýra vikurnar, mótvegis arbeiðarafeløgunum í Havnini. Tað er eingin sum hevur loyvi at taka upp arbeiðir, størv, arbeiðarafeløgunum og øðrum fakfeløgum, ið ein vil viðgera í lesarabrøvum í bløðunum.
Tað vil siga. Øll tann bíliga arbeiðsmegin, fólkaskúlanæmingar, lesandi føroyingar, lærlingar og tilkomin fólk, ið ein viðgerð í lesarabrøvum.
Tað eru eisini limir óskiðaði, skipaði av ar-beiðsgevarasíðu, arbeiðarasíðu og øðrum fakfeløgum, ið avdúkaðu seg ósolidariskir kring landið.
Tað er ikki minst galdandi øll, ið keyptu inn undir seg neyðsynjarvørur og bensin og olju, hvat, ið vit sóu hesar fýra vikurnar undir verkfallinum.
Tað var eingin í merkti nakað hungur og hall kring landið og í Havn/Suðurstreymoy, við teimum und-antaksloyvi, arbeiðarafeløgini góvu.
Tað fýra vikur langa verkfallið hevur givið flestu føroyingum nakað at huga sum, at raðfesta og prioritera øðrvísi í tí dagliga húsarhaldinum.
Eg fái givið øllum forstáilsi, innlit, tilvitan, so øll kunnu lesa og síggja tað samanhangandi heildarskipan, við at avdúka allan upprunan.
Tað er avgerandi neyðugt at økja um almennnu kunningina, tí tað verður ikki so lætt at bedraga, snýta, vanliga føroyingar kring landið.
Eg komi at fylgja við í fjølmiðlunum og í øllum kjaki og fái gjørt mínar viðmerkingar, og fylgt upp alt, hvat ein hevur skriva í lesarabrøvum.