hann ynskir størri sjálvstýri í Føroyum Hetta hevur tinbólkurin í Sambandsflokkinum tikið til eftirtektar, tí velur hann at slaka í gomlum prinsippum, sigur Edmund Joensen í forsíðugrein við Inga Rasmussen [...] eru nú í andstøðu í tinginum. Vónandi fara ikki einans ræðumyndir, men konstruktivur tíðindaflutningur at mynda politiska tilfarið í bløðunum. Um Sambandsflokkurin meinar nakað við yvirskriftina í Dimmalætting [...] nýggir tónar í einum djúpt afturhaldandi Sambandsflokki, sum í hesum døgum sleikir sárini eftir løgtingsvalið. Hevur Edmund Joensen ikki júst fyri kortum niðurbart ein politiskan uppreistur í Sambandsflokkinum
Eftir nógv ring ár við vanstýri í Føroyum undir heimastýrislógini, raknaðu vit upp við at føroyska samfelagið var farið á húsagang. Orskin var einfalt tann, at á brúnni hevði í 10-20 ár ikki verið stýrt, hóast [...] áðrenn valið vísti, at knapt 70% av føroyingum ynskti at vera í ríkisfelagsskapinum við Danmark. Men við meiri sjálvavgerðarrætti heima í Føroyum enn nú er galdandi. Hetta fakta hava samgonguflokkarnir so [...] framburð, so føroyingurin hevur tað betur, enn hann hevur havt tað í mong ár. Skattir og avgjøld eru lækkað, fleiri hendur eru komnar í arbeiði o.s.v. Fólk vóru farin at trúgva uppá framtíðina. Vónin og
landið, men tað sæst ikki aftur í samgonguskjalinum, í hvønn mun hetta fer ar avmarka okkara livifót. Tað sigur Bjarni Olsen, formaður í Búskaparráðnum. Hvussu hetta skal gerast í praktiskum verki, eitt nú við [...] at tá vit skulu stýra sjálvi, krevur tað nógva serkøna hjálp í umsitingini. Vit skulu kunna umsita øll økini í Føroyum.Tað krevur at fólk í umsitingini skulu duga alt. Spurningurin er, um vit eiga so [...] gum, ger ikki tann stóra munin. Nógv ynski eru altíð feld niður í samgonguskjøl. Óvanlig í hesum samgonguskjalinum Tað altavgerðandi í hesum samgonguskjalinum, sum ikki líkist teimum undanfarnu,eru
rættiliga væl í USA, Skotlandi og Danmark. Tutl luttekur javnan á ymiskum sølumessum víða um í heiminum. Eisini innan klassiskan tónleik, popp- og fólkatónleik o.a. Í apríl í fjør var Tutl í París til eina [...] Nógv av tí, ið ikki bleiv so nógv selt í Føroyum, gekk nevniliga væl uttanlanda. Men nýggj plátufeløg eru komin afturat, ið bert fáast við tað, ið er populert í Føroyum. Ikki so at skilja, sigur Kristian, [...] Sosialurin hevur hitt dagliga leiðaran í Tutli, Kristian Blak. Spurdur um hetta er fyrstu ferð, at tónleikur verður roknaður sum ídnaður her í Føroyum, svarar Kristian, at tað altíð er sýnd teimum stór
tykist løgið, tá sagt verður í samgonguskjalinum, at fyrst skulu øll málsøkini takast heim, fyri síðan at geva dønum boð um, hvat teir skulu umsita fyri okkum. Eg eri ikki vísur í, at danir uttan víðari fara [...] ikki hvat tað kostar. Bert verður nevnt, at yvirtøkurnar ikki skulu ganga út yvir vælferðina í Føroyum, og tað avmarkar yvirtøkurnar. Kunnu vit ikki fíggja, so verða als ongar yvirtøkur, sigur Bjørn [...] Bjørn á Heygum. Um broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum, sigur Bjørn á Heygum, at hetta er ikki mál, sum føroyingar einsamallir hava ávirkan á. Skulu broytingar gerast í viðurskiftunum millum londini
Drangberg í Felagnum Fiskimannakonur. ? Myndugleikarnir halda ikki, at trupulleikin er so stórur sum hann í veruleikanum er. Sum skilst á Reiðarafelagnum kundi man ikki fara inn at nokta monnum at fara í land [...] land at drekka seg fullar í útlendskari havn, tí tað kunnu vit blanda okkum uppí, sigur Ingibjørg Drangberg. Samstarv Í Íslandi koma havnamyndugleikarnir og loðsarnir inn í myndina og steðga monnum, sum fara [...] loystur. Menn kunnu vera edrúir og so drekka seg fullar umborð, og í hesum føri hevur felagið í hyggju at fáa Rúsdrekka- og Narkotikaráðið inn í myndina at hjálpa til. ? Vit ætla okkum undir at upplýsa meiri
u so breiða, at alt løgtingið í grundini verður flut út í Tinganes. Men júst tí, at nakrir flokkar eru í samgongu, og aðrir í andstøðu, er tað neyðugt, at samarbeiðið í tinginum verður veruligt og ikki [...] fyrrverandi topp- politikari í 24 ár dylir ikki fyri, at hann er ein glaður maður í dag. Vit hava spurt hann, hvat hann heldur um nýggja samgonguskjali. Og hesin gamli revurin í føroyskum politikki dylir [...] verður lagt fyri Løgtingið longur í ár, sum skal fremja hetta fullveldi í verki. Fyri mær var tað, sum um øll míni politisku ynski, frá tí eg var óviti undir krígnum, til í dag, gingu út henda vælsignaða
bara til tey heitu londini í Miðarahavinum og aðrastaðni, men so sanniliga eisini í nærmastu grannalondum okkara. Farleiðin til Skotlands sjóvegis hevur fingið drúgva viðger í orðaskiftinum, serliga síðani [...] bjóða ferðafólki úr Føroyum. Og tað er ikki so lítið. Stendur hugurin til eina Caravan- og summarhúsferð, so eru møguleikarnir til tað góðir. Ynskir ein heldur at síggja býarlívið í einum stórbýi, so eru [...] býir, einans 70 minuttir úr Føroyum. Og einum nýtist ikki at steðga her um trongdin at sleppa til ein enn størri stórbý gevur seg til kennar. Framúrskarandi gott ferðasamband er í Bretlandi og til ber at sleppa
Tað verður neyvan nøkur serlig broyting í tí dagliga politikkinum. Tá á stendur er ikki so stórur munur á flokkunum. Eg havi í farna valskeiði verið skiftivís í samgongu við javnaðarflokkin og fólkaflokkin [...] alt tingið við í politisku avgerðirnar. Hetta kann gerast við at tit bjóða andstøðuni formanskapin í eina ella fleiri av teimum stóru nevndunum. Hetta verður gjørt sum ein sjálvfylgja í danska fólkatinginum [...] landsstýrið nú eg fari aftur í Fiskimannafelagið. Og eg vil samstundis nýta høvið til at takka teimum sum eg havi samstarvað við seinastu fýra árini sovæl í landsstýrinum sum í løgtinginum. Tað hevur nú ikki
hevur ligið eitt uppskot um tað klárt í landsumsitingini í fleiri ár, men Fólkaflokkurin hevur saboterað tað, tí eg veit, at vinnulívsfólk í Fólkaflokkinum hava leikað í ímóti lógina. Tað er eitt uppskot [...] uppi í, er øll grund hjá okkum til at stúra, tí eg síggi fólkaflokkin sum ein stóran vanda fyri tey lágløntu og tey minni mentu. Og tað er týðiligt, at heykarnir í Fólkaflokkinum eiga síni spor í tí nýggja [...] so tað er at vóna, at tað verður sett í verk. Higartil hevur tað verið í løgtinginum tríggjar ferðir, men er dottið niðurfyri tvær ferðir. Uppskotið er annars í fullum samsvari við altjóða sáttmálar,