Skotland - 70 minuttir hiðani

Føroyska flogfelagið Atlantsflog hevur tíggju ár á bakið og hevur sett sær sum eitt av høvuðsmálunum, at byggja út flúgvingina við nærmastu grannalond okkara. Skotland hevur verið á ferðaætlanini, men nú verður roynt við fleiri túrum, og harvið betri ferðamøguleikum til henda grannan

Føroyingum dámar væl at ferðast. Ikki bara til tey heitu londini í Miðarahavinum og aðrastaðni, men so sanniliga eisini í nærmastu grannalondum okkara.

Farleiðin til Skotlands sjóvegis hevur fingið drúgva viðger í orðaskiftinum, serliga síðani Smyril gavst at sigla.

Minni hevur verið at hoyra til flogleiðina á somu kós.

Atlantsflog hevur seinastu árini havt regluliga flúgving til Skotlands og nú verður henda flúgvingin útbygd.

Frá 22. juni til 16. august verður flogið tvær ferðir um vikuna, mánadag og hósdag, og flogið verður úr Vágum til Glasgow, víðari til Aberdeen og síðan aftur til Føroya.

Túrurin er ikki drúgvur - tað tekur bert ein tíma og tíggju minuttir at leggja leiðina afturum.


Scottish Travel Fair

Tiltikið er, hvussu blíðir skotar eru, og hetta fingu umboð frá Atlantsflog at kenna tá tey, saman við øðrum umboðum fyri føroysku ferðavinnuna vóru við á ferðavinnustevnuni, Scottish Travel Fair í Glasgow.

Føroyska ferðalagið var sera væl móttikið av fyrireikarunum av Scottish Travel Fair og skotar gjørdu sær stóran ómak at vísa á ferðamøguleikar og anað, sum skotar kunnu bjóða ferðafólki úr Føroyum.

Og tað er ikki so lítið.

Stendur hugurin til eina Caravan- og summarhúsferð, so eru møguleikarnir til tað góðir.

Ynskir ein heldur at síggja býarlívið í einum stórbýi, so eru Glasgow, Edinburgh og Aberdeen góð boð uppá stórar býir, einans 70 minuttir úr Føroyum.

Og einum nýtist ikki at steðga her um trongdin at sleppa til ein enn størri stórbý gevur seg til kennar.

Framúrskarandi gott ferðasamband er í Bretlandi og til ber at sleppa til London við toki ella við flogfari, fleiri ferðir um dagin.

Er tú í iva hvaðar tú skalt fara í Skotlandi, ella hvussu tú skalt leggja tær ferðina til rættis, so er hetta ikki nóg góð orsøk at setast aftur, tí tær føroysku ferðaskrivstovurnar er altíð til reiðar at hjálpa við tilrættislegging av ferðamøguleikum í Skotlandi, sigur Atlantsflog at enda í tíðindaskrivinum