Myndugleikarnir í amerikanska statinum Alabama vátta nú, at trý fólk eru deyð og tvey onnur illa særd, eftir at ein maður fór at skjóta eftir fólki í býnum Auburn. Sjónvarpsstøðin WTTVM sigur, at maðurin [...] skjeyt í einum øki, har nógv lesandi við lærda háskúlan í Auburn búgva. Sagt verður, at løgreglan hevur avbyrgt alt økið, men sum skilst er byrsumaðurin ikki tikin enn. Umleið 53.000 fólk búgva í Auburn [...] Auburn, sum er har eysturi í Alabama. Lærdi háskúlin í býnum er ein av teimum stóru við meiri enn 25.000 lesandi og 1.200 starvsfólkum, skrivar AFP.
Fimm ella seks fólk eru deyð, og átta hava fingið skaða í einum skalvalopi í fjøllunum tætt við Mont Blanc. Tað sigur franska løgreglan, sum leggur afturat, at bjargingarlið eru send til vanlukkustaðið [...] teimum átta, sum fingu skaða, sum boðaði løgregluni frá skalvalopinum stutt eftir klokkan hálvgum trý í nátt okkara tíð. BBC sigur, at sambært fleiri lokalum fronskum fjølmiðlum eru fleiri útlendingar millum [...] at skalvalopið var á fjallinum Mont Maudit, sum er 4.465 metrar høgt og tað triðhægsta har vesturi í Alpunum.
systkin brunnu inni, tá eldur kom í eini hús í Lancashire í Onglandi í gjárkvøldið. Tað yngsta av børnunum var tvey ára gamalt, og tað elsta var 19. Mamman var eisini í húsunum, men hon slapp út og fekk [...] Løgreglan sigur, at tað eydnaðist at fáa børnini úr húsunum, og hóast tey fóru beinleiðis í sjúkrabilar, vóru tey deyð, tá tey komu á sjúkrahúsið. Talan var um ein 19 ára gamlan drong, tvær fýra ára gamlar [...] gentur, sum vóru tvíburar (myndin), og ein tvey ára gamlan drong. Løgreglan kannar nú, hví eldur kom í húsini.
Ein flogvanlukka í Kuba hevur kravt 68 mannalív. Myndugleikarnir siga, at øll umborð doyðu, tá eitt flogfar hjá almenna flogfelagnum Aero Caribbean datt niður í gjár miðskeiðis í landinum. Flogfarið var [...] brádliga datt niður í landspartinum Sancti Spiritus. Ein útvarpsstøð sigur, at bjargingarmenn vóru skjótir á vanlukkustaðið, men teir kundu bara staðfesta, at øll tey 68 vóru deyð. Kubansku myndugleikarnir [...] arnir siga, at fleiri útlendingar vóru í flogfarinum, teirra millum 10 evropear úr Niðurlondum, Týsklandi, Fraklandi, Eysturríki, Italia og Spania. Harafturat vóru 18 fólk úr Japan og latínamerikonskum
Í minsta lagi 12 fólk eru deyð í einari ógvusligari spreinging á einum marknaðartorgi í russiska býnum Vladikavkaz, sum er har suðuri í Kaukasus. Sjúkrahúskeldur siga við tíðindastovuna Interfax, at umleið [...] herstøð í Dagestan, sum er har norðuri í Kaukasus. Minst 30 fólk vórðu løstað. Russiski herurin hevur nógv herfólk í Kaukasus-økinum, har herurin stríðist við uppreistrarmenn, sum gera um seg í Kekenia
skotið, og myndugleikarnir heita á fólk í býarpartinum um at halda seg innandura, skrivar Reuters. Í nítiárunum vóru fleiri skotbardagar millum brotsmannalið í fleiri slovakiskum býum, men tey seinastu [...] Slovakiska løgreglan hevur avbyrgt ein býarpart í høvuðsstaðnum Bratislava, tí ein maður hevur skotið fleiri fólk har. Sambært bjargingartænastuni hevur maður skotið 20 fólk. Fyri einum tíma síðani varð [...] varð sagt, at seks teirra, fýra kvinnur og tveir menn, eru deyð, og hini 14 eru flutt á sjúkrahús við skotsárum. Seinni ljóðaði, at talið á deyðum var sjey. Tað er ikki greitt, hvør byrsumaðurin er, ella
Minst 16 fólk eru deyð, eftir at ísraelski herflotin fór at skjóta eftir skipum og bátum, sum vóru á veg inn til Gaza við ymsari neyðhjálparútgerð. Sambært turkiska sjónvarpinum MTV fóru ísraelsk herskip [...] skrivar, at tveir ísraelsmenn eru særdir. Ísraelski handilsmálaráðharrin, Binyamin Ben-Eliezer, segði í morgun, at stjórnin harmast mannfallið. Altjóða tíðindastovurnar skriva, at skipini høvdu umleið 10
Tvey fólk eru deyð, og tvey eru flutt á sjúkrahús eftir eitt skriðulop við Jamtfjelltind í Miðnoregi. Trý fólk eru ikki komin afturíaftur. Tað er sera illgongt í umráðnum, og løgreglan brúkar tí bjarg [...] leita eftir teimum báðum. Løgreglan í Helgeland sigur við tíðindastovuna NTB, at skriðan leyp seinnapartin í gjár, men at løgreglan bleiv ikki boðsend fyrr enn seint í gjárkvøldið. Løgreglan vil ikki siga [...] vóru á skíferð. NTB skrivar, at fleiri skriðulop hava verið við Jamtfjelltinden. Í gjár vóru eisini fleiri skriðulop í Norðurnoregi.
n, sum kravdi mannalív, hendi í 1928, tá ein bilur við fýra fólkum fór út av vegnum við Varmakeldueiði í Eysturoy, og ein teirra doyði. Síðan tá eru eini 270 fólk deyð í ferðsluni á føroysku vegunum. Myndin [...] Myndin er av einum av fyrstu bilunum í Føroyum, sum er farin út av vegnum og er bóltaður á takið. Sum tað sæst, vóru vegirnir sera vánaligir, tá í tíðini. Millum menninar, sum arbeiða við at fáa bilin [...] bilin upp á vegin aftur, sæst bilasølumaðurin Vilhelm Nielsen, sum seldi seldi Chevrolet í Føroyum. Hann er í ljósum frakka og kaskett
Myndugleikarnir í Japan siga nú, at teir leita eftir einum skipi, sum ikki er komið afturíaftur aftan á tann harða jarðskjálvtan og ta stóru flóðalduna í morgun. Sagt verður, at umleið 100 fólk vóru umborð [...] við eitt tok í morgun, og tíðindastovurnar gita, at flóðaldan kann hava tikið tað við sær. Japanska innanríkisráðið kunngjørdi fyri løtu síðani, at millum 200 og 300 fólk eru funnin deyð eftir jarðskjálvtan