Skriðulop kravt tvey mannalív í Noregi

Tvey fólk eru deyð, og tvey eru flutt á sjúkrahús eftir eitt skriðulop við Jamtfjelltind í Miðnoregi. Trý fólk eru ikki komin afturíaftur. Tað er sera illgongt í umráðnum, og løgreglan brúkar tí bjargingartyrlur at leita eftir teimum báðum.

Løgreglan í Helgeland sigur við tíðindastovuna NTB, at skriðan leyp seinnapartin í gjár, men at løgreglan bleiv ikki boðsend fyrr enn seint í gjárkvøldið.

Løgreglan vil ikki siga, hvørji tey deyðu eru, men sigur, at talan er um vaksin fólk, sum vóru á skíferð.

NTB skrivar, at fleiri skriðulop hava verið við Jamtfjelltinden. Í gjár vóru eisini fleiri skriðulop í Norðurnoregi.