Fleiri deyð í skalvalopi

Fimm ella seks fólk eru deyð, og átta hava fingið skaða í einum skalvalopi í fjøllunum tætt við Mont Blanc. Tað sigur franska løgreglan, sum leggur afturat, at bjargingarlið eru send til vanlukkustaðið.

Løgreglan sigur, at tað var ein av teimum átta, sum fingu skaða, sum boðaði løgregluni frá skalvalopinum stutt eftir klokkan hálvgum trý í nátt okkara tíð.

BBC sigur, at sambært fleiri lokalum fronskum fjølmiðlum eru fleiri útlendingar millum tey deyðu og millum teirra, sum hava fingið skaða.

Franskir fjølmiðlar skriva, at skalvalopið var á fjallinum Mont Maudit, sum er 4.465 metrar høgt og tað triðhægsta har vesturi í Alpunum.