12 deyð av spreinging í Russlandi

Í minsta lagi 12 fólk eru deyð í einari ógvusligari spreinging á einum marknaðartorgi í russiska býnum Vladikavkaz, sum er har suðuri í Kaukasus. Sjúkrahúskeldur siga við tíðindastovuna Interfax, at umleið 50 fólk eru løstað.

Tær fyrstu almennu viðmerkingarnar siga, at talan er um eina yvirgangsatsókn.

Sunnudagin doyðu minst trý fólk, tá ein sjálvmorðsbumbumaður sprongdi eina bumbu uttan fyri eina russiska herstøð í Dagestan, sum er har norðuri í Kaukasus. Minst 30 fólk vórðu løstað.

Russiski herurin hevur nógv herfólk í Kaukasus-økinum, har herurin stríðist við uppreistrarmenn, sum gera um seg í Kekenia, Dagestan og Ingosjetia.