gomul. Tú, sum var mitt í lívsins blóma, hevði fingið mann og tvær deiligar gentur, sum tú var so góð við, og sum vóru góð við teg. Tú var farin til Danmarkar eitt ár at ganga í skúla og skuldi koma heim aftur [...] og tók tað ikki sum eina sjálvfylgju. Fyri sjey árum síðan misti tú beiggja tín í bilvanlukku, og hetta tók tær fast. Í øllum hesum hevði tú stóra umsorgan fyri foreldrunum hjá tær, ringdi ofta suður at [...] at skoða, sum frægir í forðum mær frá hava boðað, tí har er ei heyst, eingin baldrutur vetur, har er bara summar, og sólin ei setur. Eg takki tær, Guð mín, at tú handan hav mær í landinum borgararættindi
alla tíðina, at Teistin skal leggja at úti í Hesti á morgni, so tað kemur ikki óvart á okkum, sigur Gerard Lognberg, borgarstjóri í Skopun. Í tíðindasendingini í Útvarpi Føroya mikukvøldið meldaði Páll á [...] at í Hesti á fyrsta túrinum um morgunin um fjørðin. Leggur Teistin at í Hesti á veg á Gomlu Rætt, verður teinurin hjá sandoyggjafólki lítlan hálvan tíma longri. Og tað finna fólk í oynni seg ikki í, segði [...] ótrygg. Hann liggur í Skopun sum nú er um náttina, men talan er um at broyta hetta. Í ringum veðri sleppur Teistin ikki inn í Skopun, tí hetta er brimpláss, men út úr havnini sleppur hann í øllum veðri. Tí
tey vóru áhugað í at fáa Dagbók Onnu Frank týdda til føroyskt. Forlagið tók væl undir, og Frida fór undir at týða á vári í fjør. - Týðingararbeiðið gekk seint í byrjanini, tí eg gekk í skúla samstundis og [...] hollendskum. Frida hevur seinastu tvey árini búð í Hollandi saman við manni sínum, sum er úr Belgia. Tey búgva í Amsterdam, har hon lesur løgfrøði. Tíðliga í summar fingu tey ein son. Tað eru tvey ár síðani, [...] ár at týða fyrra helmingin í bókini, men eftir, at eg átti í summar, havi eg havt stundir til at týða bókina lidna, greiður Frida frá. Frida hevur lært hollendskt á málskúla í Belgia fyri góðum tveimum
Leygardagin kl. 11.30 Messa í Kerit. Sunnudagin kl. 11.00 Hámessa í Mariukirkjuni. Hvønn gerandisdag kl. 17.30 messa í Kerit. Meinigheitin í Hoyvík Sunnudagin í Hoyvíkar skúla kl. 17.00 verður jólaveitslan [...] hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla læraraíbúðin). AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld og leygarkvøld kl. 19.00 [...] eftirviðgerð í Losjuni á Eiði annaðhvørt týskvøld kl. 20. Meira fæst at vita á tlf. 315575. Frá felagnum Pinkubarnadeyði Vit hittast 2. leygardag í hvørjum mánað í Jákupsstovu í J. Patursonargøtu 24 í Havn. Nærri
har vit bjóða øðrum fólkum at koma í kirkjuna hjá okkum. Skúlin strangari Skúlin í Hong Kong er nógv strangari enn skúlin her í Føroyum. Holly sigur, at á einum skúla eru nógv fleiri flokkar, og eisini [...] næmingar ella meira í hvørjum flokki. Børnini í Hong Kong byrja at læra at lesa og skriva longu tá tey ganga í barnagarði. Hetta gera tey so tey kunnu vera fyrireikað tá tey einaferð byrja í skúlanum. Tað verður [...] Kristna familju Holly kom til Føroya í juni í ár. Hon býr í Fuglafirði hjá Sonna og Tórun Jensen, og har skal hon verða til juni komandi ár. Her hevur Holly tveir vertsbeiggjar og eina vertssystir. Ikki
inntøkum. Teir hava havt køkutombola í FK í Havn og handlinum hjá Eli. Hesa vikuna og nakað inn í desembermánað skipa skótarnir fyri »jóla-café« í sjónleikara-húsinum í Havn. Her selja teir kaffi, te, kakao [...] Tíðindaskriv Jóla-café og tombola í sjónleikarahúsinum í Havn í desember mánaði Um ársskiftið 2002/3 verður tann 20. heimsjamboreein við 30.000 skótum úr øllum heiminum hildin í Thailandi. Jamboreein er fyri [...] túri í Thailandi og Malaysia. Tað er rættiliga kostnaðarmikið at fara so langa leið av stað, og føroysku skótarnir ganga allir í skúla og hava ikki nakra fasta inntøku. Teir eru tí sjálvir farnir í gongd
Jólamaðurin í Havn hevur sent boð eftir jólaskipinum og sagt, at teir skulu koma mikudagin, tí hann ætlar at koma í Vágsbotn mikudagin kl. 17. Tað er nakað seint og myrkt tá, men børn í Havn eru í skúla og í [...] hava ferðast um alt landið síðani tá, og vit hava fylgt nøkrum av teimum í barnaútvarpinum, og nú hava teir næstan verið allastaðni í Føroyum. Jólamaðurin er um at vera ferðabúgvin, gávurnar eru næstan allar [...] jólamonnunum, ið búgva í Húsareyni og Kirkjubøreyni. Sum altíð gleða teir seg at koma til Havnar, har eru so nógv børn, og so hevði hin jólamaðurin sagt, at býurin er vakrari í ár enn nakrantíð. Tað hildu
og Heilsuskúla á Tvøroyri. Næmingarnir verða raktir Tey, sum hava áhuga í hesari útbúgving og tað eru nógv, fara í gongd við tí í huga, at tey kunna gera útbúgvingina lidna her, men við útsøgninum frá [...] einaferð í framtíðini, tí, sum mentamálaráharrin sigur so skal tíðin síggjast ann, skilja vit ikki. Skúlin er byrjaður, næmingar søkja í stórum tali til skúlan, umstøðurnar at leiga íbúður í Suðuroy eru [...] eru væl bíligari enn í miðstaðarøkinum, so einki er til hindurs fyri, at fara undir at byggja nýggjan skúla. Tað einasta sum kann styggja næmingar burtur er, at hølisumstøðurnar ikki verða betri innan 1-2
25. Páll á Reynatúgvu heldur, at hetta er órímiligt, tí at teir sandoyingar, ið arbeiða og ganga í skúla í Havn, mugu so tíðliga upp. Eftir hansara uppskoti, ið Sólvit Simonsen upprunaliga hevur borið fram [...] tilreiðar at boyggja seg í sínum kravi um, at Teistin bara skal sigla millum Skopun og Gomlurætt. Hann tekur undir við Sólvit Simonsen av Sandi, ið skýtur upp, at Teistin fer út í Hest fyrsta túrin á morgni [...] hevur annars gjørt rættiliga nógv um seg í seinastuni, tá hann kravdi av Bjarna Djurholm, landsstýrismanni við samferðslumálum, at Teistin ikki skuldi sigla út í Hest fyrsta túrin á morgni men beinleiðis
Marni, ið fara at spæla tónleik fyri teim vitjandi. Kom inn á gólvið og vitja 9. a. úr Runavíkar Skúla, sum er til reiðar við einum heitum drekkamunni og onkrum góðum afturvið. Fríggjadagin letur caféin [...] saman við læraranum, at vitja søgulig støð og læra um skotska mentan, sigur Eysturoyar Kunningarstova í tíðindaskrivi.