Páll á Reynatúgvu er tilreiðar at boyggja seg í sínum kravi um, at Teistin bara skal sigla millum Skopun og Gomlurætt. Hann tekur undir við Sólvit Simonsen av Sandi, ið skýtur upp, at Teistin fer út í Hest fyrsta túrin á morgni, so aftur til Skopunar og síðani beinleiðis á Gomlurætt.
Páll á Reynatúgvu hevur annars gjørt rættiliga nógv um seg í seinastuni, tá hann kravdi av Bjarna Djurholm, landsstýrismanni við samferðslumálum, at Teistin ikki skuldi sigla út í Hest fyrsta túrin á morgni men beinleiðis á Gomlurætt.
Orsøkin er, at tað tekur ov langa tíð hjá sandoyingum at koma yvirum til Gomlurætt, og tað er órímiligt.
Spara 40 minuttir
Uppskotið hjá Sólvit Simonsen er, at Teistin siglir klokkan 6.15 úr Skopun til Hest og aftur, og síðani úr Skopun til Gomlurætt klokkan 7.05. Páll skýtur upp, at henda tíðarætlan verður togd tíggju minuttir, so at Teistin fer út í Hest klokkan 6.25, so skipið fer úr Hesti klokkan 6.40.
Eftir núverandi ferðaætlan mugu sandoyingar úr Skopun klokkan 6.35, og teir eru ikki á Gomlurætt fyrr enn 50 minuttir seinni, t.v.s. klokkan 7.25.
Páll á Reynatúgvu heldur, at hetta er órímiligt, tí at teir sandoyingar, ið arbeiða og ganga í skúla í Havn, mugu so tíðliga upp. Eftir hansara uppskoti, ið Sólvit Simonsen upprunaliga hevur borið fram, sleppa sandoyingar at sova 40 minuttir longri um morgunin.
Teistin hevði síðani skulað lagt at í Hesti fyrst, tá hann siglir aftur í Sandoynna seinnapartin. Soleiðis høvdu fólk úr Hesti mist tíð um morgunin, meðan sandoyingar høvdu mist tíð á seinnapartin.
Hetta uppskotið hevur tó við sær, at tað tekur ein tíma hjá hestfólki at sleppa úr Hesti til Gomlurætt.










