Anna Frank ímyndin av tí góða

- Eg eri errin av at vera tann, sum týddi Dagbók Onnu Frank til føroyskt. Anna Frank var ein stuttlig genta, dugdi ógvuliga væl at skriva og hevði ein dreym um at verða rithøvundur, sigur Frida Johannessen, sum hevur týtt bókina úr hollendskum

 

Í gjár kom út á fyrsta sinni føroysk týðing av Dagbók Onnu Frank. Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út. Tað er 22 ára gamla Frida Johannessen úr Havn, sum hevur týtt bókina úr upprunamálinum hollendskum. Frida hevur seinastu tvey árini búð í Hollandi saman við manni sínum, sum er úr Belgia. Tey búgva í Amsterdam, har hon lesur løgfrøði. Tíðliga í summar fingu tey ein son.

Tað eru tvey ár síðani, at Frida vendi sær til Bókadeildina við fyrispurningi, um tey vóru áhugað í at fáa Dagbók Onnu Frank týdda til føroyskt. Forlagið tók væl undir, og Frida fór undir at týða á vári í fjør.

- Týðingararbeiðið gekk seint í byrjanini, tí eg gekk í skúla samstundis og stutt síðani hevði lært málið. Tað tók tí meiri enn eitt ár at týða fyrra helmingin í bókini, men eftir, at eg átti í summar, havi eg havt stundir til at týða bókina lidna, greiður Frida frá.

Frida hevur lært hollendskt á málskúla í Belgia fyri góðum tveimum árum síðani.

- Eg havi altíð havt áhuga fyri máli, so tað gekk lætt og skjótt at læra. Eg kendi meg skjótt nóg stinna til, at eg kundi bjóða meg fram at týða. Hollendskt minnir nógv um danskt, mállæran er einføld og løtt, og nógv orð kenna vit út øðrum málum. Fólk halda, at málið er ringt, tí tað ljóðar so løgið, sigur Frida, sum tosar hollendskt raðið.

Stuttlig genta

Ein vitjan í húsunum, har Anna Frank búði, var byrjanin.

- Eg havi ikki hugsað so nógv um Annu Frank áðrenn eg vitjaði húsið, har hon búði. Og eg hevði ikki lisið dagbókina hjá henni. At síggja alt hugtók meg ógvuliga nógv. Tað var løgið at ímynda sær, at tey høvdu krógvað seg í hesum húsunum. Alt var, sum tað var tá. Skrivað var á veggin, hvussu nógv Anna og systurin vuksu og ymiskar dagfestingar. Við síðuna av húsunum er nú eitt savn bygt uppí sum lýsir nasismuna og hennara gerningar, greiðir Frida frá.

Dagbók Onnu Frank er sum kunnugt skrivað av Onnu Frank í tíðarskeiðnum 12. juni 1942 til 1. august 1944. Anna Frank var jødi, fødd 15. juni í 1929 og var sostatt 13 ára gomul, tá ið dagbókin byrjar. Anna Frank, systurin og foreldur teirra krógvaðu seg fyri nasistunum í einum húsum saman við einum øðrum húski, sum átti ein son, ið var javngamal við Onnu. Anna Frank doyði á vetri í 1944.

- Anna Frank var ein stuttlig genta, dugdi ógvuliga væl at skriva og hevði ein dreym um at verða rithøvundur. Málið og skrivingarlagið í bókini er lætt, ikki barnsligt, men heldur ikki høgtflúgvandi. Sjálvt um bókin er skrivað undir seinna heimsbardaga og undir serligum umstøðum, snýr hon seg ikki um kríggj. Lesarin fær tó eina fatan av krígnum í bókini, men hon er fyrst og fremst um onnur viðurskifti, sum ungar gentur eru upptiknar av. Bókin er tí serliga væl egnað til ung. Anna Frank lýsir trupulleikarnar, sum eru millum hana og foreldrini, um kærleika og kynsliga búning. Viðhvørt er hon ógvuliga tung í huga, kanska tí hon var so nógv einsamøll.

At bókin er dagbók og skrivað av ungari gentu, gjørdi, at Frida Johannessen setti seg føra fyri at týða hana.

- Eg eri errin av at vera tann, sum týddi hana. Vóni, at fólk taka væl undir við henni. Eg havi roynt at týtt bókina til gerandisføroyskt, sum mítt ættarlið av føroyingum skilur, sigur Frida Johannessen, sum tó ikki hevur ætlanir um at týða aðrar hollendskar bókmentir.

Fyrstu útgávurnar av Dagbók Onnu Frank, sum komu út fyrst í fimmtiárunum, vóru nógv skerdar í mun til upprunahandritið. Tað var pápi Onnu Frank, sum valdi at taka partar úr bókini úr. Partar, ið snúðu seg um tað kynsliga, sum ikki var vanligt at lesa tá, skrivað av ungari gentu. Seinni eru hesir partar lagdir afturat útgávunum, og nú fyri stuttum eru nýggj brot í dagbókini funnin. Øll dagbókin í sínum upprunalíki er týdd til føroyskt.

- Í Hollandi hevur seinni heimsbardagi framvegis nógv at siga, tí tey høvdu kríggið so tætt uppá. Frælsisdagurin verður framvegis hátíðarhildin. Anna Frank er ímyndin av tí góða sum var hóast kríggj.

Dagbók Onnu Frank er ein tann mest umtalaða bókin eftir seinna heimsbardaga. Spurnartekin hava verið sett við, um hon er ektað, men serfrøðingar eru komnir eftir, at hon er veruliga Dagbók Onnu Frank.

- Dagbókin er ein klassikari og veruliga fangandi, sigur Frida Johannessen at enda í viðtali.