TEISTIN
- Vit hava vitað alla tíðina, at Teistin skal leggja at úti í Hesti á morgni, so tað kemur ikki óvart á okkum, sigur Gerard Lognberg, borgarstjóri í Skopun.
Í tíðindasendingini í Útvarpi Føroya mikukvøldið meldaði Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður og borgarstjóri á Sandi, hart út viðvíkjandi ferðaætlanini hjá Teistanum, ið siglur ímillum Gomlu Rætt og Skopun. Hann segði seg fara at umhugsa sín stuðul til samgonguna um Teistin sum ætlað skal leggja at í Hesti á fyrsta túrinum um morgunin um fjørðin. Leggur Teistin at í Hesti á veg á Gomlu Rætt, verður teinurin hjá sandoyggjafólki lítlan hálvan tíma longri. Og tað finna fólk í oynni seg ikki í, segði hann.
Borgarstjórin í Skopun er ikki so samdur við borgarstjóranum á Sandi. Hann heldur, at tað er nógv meiri álvarsamt, um ætlanin at leggja Teistan á Gomlu Rætt um náttina verður veruleiki.
- Um Teistin skal liggja á Gomlu Rætt um náttina, verður sjúkraflutningstænastan hjá okkum sera ótrygg. Hann liggur í Skopun sum nú er um náttina, men talan er um at broyta hetta. Í ringum veðri sleppur Teistin ikki inn í Skopun, tí hetta er brimpláss, men út úr havnini sleppur hann í øllum veðri. Tí eigur hann at liggja her um náttina fyri at tryggja skjótan veg til Landssjúkrahúsið, sigur Gerard Lognberg.
At Teistin skal sigla út í Hest, er sjálvsagt, heldur Gerard Lognberg.
- Tað stendur í lógini fyri Teistan, at hann skal sigla út í Hest, og ferjulegan verður útbygt til tað sama fyri nógvar pengar. Hinvegin skilji eg væl, at fólk vilja sleppa skjótt til arbeiðis um morgunin, men tað vilja fólk í Hesti eisini, sigur Gerard Lognberg, sum annars er ógvuliga væl nøgdur við Teistan.
Pendlaramentan
Spurningurin fólk seta sær, er, um tað er rímuligt, at seta eina ferju afturat í sigling, fyri at spara sandingum 25 minuttir á morgni. Gamla Rætt var á sinni ein ógvuliga dýr íløga, somuleiðis havnin í Skopun hevur kostað ógvuliga nógv ígjøgnum eitt langt tíðarskeið. Nú er nýggj ferja komin, sum eisini hevur kostað rættiliga fitt, ferjulegan í Hesti verður útbygt til endamálið, og vegasambandið av Gomlu Rætt til Havnar er og verður nútímansgjørt við breiðum, góðum vegi, sum styttir um farleiðina. Tilsamans nógvar hundraðtals miljónir til ferðasambandið í Sandoynna. Henda spurningin hava vit sett Páll á Reynatúgvu.
- Vit hava í drúgva tíð arbeitt við at fáa sandingum gott ferðasamband og nú tá tað loksins er eydnast okkum at fáa eitt samband, har tað ber til at búgva í oynni og arbeiða aðrastaðni, er tað ógvuliga óheppið, at tíðin at ferðast verður so long. Fólk eru flutt í oynna, tí ferðasambandið fór at gerast betri. Ungfólk í oynni eiga eisini at hava møguleika fyri at búgva heima meðan tey ganga í skúla í Havn. Ein hálvur tími um morgunin hevur nógv at siga tá.
Páll á Reynatúgvu vísir á, at tá ið ferjulegan í Hesti var til viðgerðar á tingi, legði hann uppskot fram um at byggja eina minni ferju fyri 4-5 mió. krónur, sum klárar fólk og farm úr og í Hestoynna.
- Vit vita, at sera fá fólk ferðast fyrsta túrin úr Hesti um morgunin. Sjálvsagt skulu Hestfólk eisini sleppa skjótt og væl til Havnar, og tí hava vit eisini miðvíst arbeitt við eini aðrari loysn, sigur Páll á Reynatúgvu, sum ikki hevur gjørt nakra kostnaðarmeting av, hvat tað kostar at seta eina ferju afturat í sigling um fjørðin.