Um summarið, tá tað er heitast í Hong Kong, eru tað umleið 30 hitastig. Veturin er eisini heitur, tí sjáldan kemur tað fyri, at hitin fer niðurum 10 hitastig. Tí var tað ein heldur køld broyting, Holly hevur verið úti fyri her í Føroyum.
? Hetta er fyrstu ferð eg havi sæð kava, og haldi eg, at hann er ógvuliga vakur, sigur Holly.
? Men tá tað er gler, er tað ógvuliga hált, og eisini eri eg dottin.
Kristna familju
Holly kom til Føroya í juni í ár. Hon býr í Fuglafirði hjá Sonna og
Tórun Jensen, og har skal hon verða til juni komandi ár. Her hevur Holly tveir vertsbeiggjar og eina vertssystir.
Ikki dugir Holly nógv av føroyskum enn, men sambært Tórun megna Holly og yngsti beiggin, ið er fýra ára gamal, ógvuliga væl at samskifta, og sannlíkindini fyri, at hann dugir kinesiskt er ógvuliga lítil, so eitt sindur av føroyskum dugir hon hóast alt.
Heima í Hong Kong býr Holly hjá foreldrunum og tveimum yngri beiggjum. Tey búgva í eini íbúð í býnum, sum telur umleið seks milliónir fólk. Familjan hjá Holly er kristin, og bæði foreldrini eru prestar í tveimum ymiskum kirkjum.
Føroyar eru eitt land!
? Tá eg søkti um at sleppa at gerast AFS-næmingur, søkti eg um at sleppa til Danmarkar, greiðir Holly frá.
? Fyrst í juni mánaða fekk eg so at vita, at eg skuldi til Føroya. Eg helt, at Føroyar vóru ein býur í Danmark, men so tá eg kom higar, uppdagaði eg, at Føroyar eru eitt land. Ikki tí, mær dámar væl at vera her, men tað kom ógvuliga óvart á meg. Ongin kennir Føroyar, tí Føroyar ikki eru sjálvstøðugar, men eru ein partur av Danmark. Tí helt eg, at Føroyar vóru ein býur í Danmark, sigur Holly við einum smíli.
Munirnir millum Hong Kong og Føroyar eru sum vera man nógvir. Holly sigur, at í Hong Kong eta tey bara feskan fisk. Her verður hann settur antin í køliskápið ella lagdur í frystiboksina í nakrar dagar. Tá er fiskurin ikki feskur meira, sigur Holly. Í Hong Kong verður fiskurin etin so skjótt sum hann er keyptur. Eisini etur hon nógv rís.
? Mær dámar ikki føroyska matin. Nú eg eri her, plagi eg at eta fisk, og eisini dámar mær rugbreyð. Epli eti eg eisini. Men sjálvt um mær ikki dámar okkurt, so plagi eg at eta tað hóast alt.
Onki jólatræ
? Heima í Hong Kong hava vit onki jólatræ, tí íbúðin hjá okkum er so lítil, fortelur Holly.
? Tað eru nógv fólk í Hong Kong, sum ikki eru kristin, og tí plaga tey ikki at gera nógv burturúr jólunum. Onkur fer út at eta við familjuni, og summi foreldur keypa børnunum jólagávur, men tað gera verri enn so ikki øll.
Holly sigur, at kristnu familjurnar hátíðarhalda jól á ein heilt annan hátt. Konurnar gera mat at taka við í kirkjuna, har hann síðan verður etin saman við øðrum familjum.
Foreldrini hjá Holly prædika í kirkjuni jólaaftan, og síðani samlast tey øll í eini kirkju.
? Har er eitt rúm til børnini, og har plagi eg at vera og hjálpa til. Vit syngja og spæla, og lata onkrar gávur upp. Eisini plaga eg og onnur at ganga runt og býta kort út, har vit bjóða øðrum fólkum at koma í kirkjuna hjá okkum.
Skúlin strangari
Skúlin í Hong Kong er nógv strangari enn skúlin her í Føroyum. Holly sigur, at á einum skúla eru nógv fleiri flokkar, og eisini eru eini 40 næmingar ella meira í hvørjum flokki.
Børnini í Hong Kong byrja at læra at lesa og skriva longu tá tey ganga í barnagarði. Hetta gera tey so tey kunnu vera fyrireikað tá tey einaferð byrja í skúlanum. Tað verður kravt ógvuliga nógv av skúlabørnunum, og eisini er trýstið ógvuliga stórt. Í Hong Kong er ein útbúgving ógvuliga týdningarmikil, og tú mást fylgja væl við fyri at klára at vera við.
? Her er tað fríari. Forholdið millum lærarar og næmingar er eisini nógv betri. Í Hong Kong sleppa vit ongantíð tíðliga heim. Klokkan er 15.30 áðrenn tey lata okkum fara, og eisini um lærarin ikki er í skúla. Vit skulu vera á skúlanum, tí annars fara øll út á gøturnar at mala, og tað er tá vanlukkurnar henda.
Sum ein í flokkinum
Marta Ellingsgaard og Magni Høgnesen eru tveir av teimum 21 næmingunum í 1.a á Kambsdali. Tey siga, at Holly er sum ein í flokkinum ? sum ein vanligur næmingur, hóast hon ikki skilir alt, sum sagt verður.
? Gentan, sum situr við síðuna av henni, hjálpir henni við at umseta tað, sum sagt verður, siga tey.
? Lærararnir plaga eisini onkuntíð geva henni arbeiði á enskum ístaðin fyri á føroyskum.
Øll práta við hana, og sjálvi halda tey, at tey hava tikið væl ímóti henni.
Holly sigur sjálv, at henni leingist eitt sindur heim eftir familjuni, men hon gleðir seg til at halda jól á ein øðrvísi hátt enn hon er von.