teimum úrslitum, sum hava verið í bólkaspælinum í vár, er lítið at ivast í, at KÍ og HB, sum hava vunnið allar dystirnar higartil, eiga tey bæði sterkastu kvinnuliðini í landinum. B36 og VB tykjast tó ikki [...] bólkavinnarnir hittast longu í fyrsta umfarinum í endaspælinum. Verður gongdin hin sama í heyst, hevur FSF við hesum tikið møguleikan fyri eini rættari finalu burtur, tí FM-heitið kann í roynd og veru longu verða [...] kvinnunum varð broytt í ár, vórðu tey 11 liðini, sum høvdu boðað frá luttøku, fyrst býtt í tveir bólkar. Eftir at hava spælt heima- og útidyst móti hvørjum øðrum, skulu trý tey fremstu liðini í hvørjum bólki spæla
av øllum, ið hevði við gummi at gera. Fyrsta Goodyear lýsing í 1931 Goodyearfyritøkan fekk fastatøkur í Danmark longu í 1925, og var hetta í sambandi við, at Goodyear lat dekk til amerikonsku Ford og GM [...] á einum GM bilverkstað í eini 13 ár til hann í 1977 kom til Goodyear at arbeiða. Føroyar hoyrdu til hansara søluumráði, og fyrstu ferð hann kom higar var í 1980. Hann setti seg í samband við Sámal Bláhamar [...] bilurin, sum kom til Føroya í 1922 hevði Goodyear dekk, vita vit ikki, men tað kann væl hugsast. Fyrsta lýsing við dekkum í føroyskum bløðum, er frá 1931, har Vilhelm Nielsen í »Føroya Socialdemokrati« lýsir
at reka vinnu á sjálvum netinum. Í Føroyum hava einstaklingar og virkir rættiliga fingið eyguni upp fyri nýggja marknaðinum, og bara higartil í ár eru fleiri átøk farin í gongd, ið stíla ímóti at gera nýtslu [...] Olivant portalurin skal koma út í nýggjari útgávu komandi mánað, og tá er millum annað ætlanin at tað skal vera møguligt at síggja "Dag og Viku" hjá SvF. Í mars mánaði kom ein tíðindatænasta á Olivant [...] tænastur eru eisini komnar í hópatali, og seinasta skotið er virkisskráin www.gulu.fo hjá Føroya Tele og Menningarstovuni, sum stílar ímóti at hava skrásett umleið 2.200 virkir í skrá síni, tá hon alment
vánaliga gongdin, sum í fjør tók seg upp viðvíkjandi barnatalinum í syðru helvt í Suðuroynni, fer at halda fram í ár. Higartil í ár eru nevniliga bara fýra børn fødd í allari syðru helvt í Suðuroynni, hóast [...] fødd í allari syðru helvt í Suðuroy í alt 1999. Hetta er bara helvtin av tí, sum tað plagdi vera. Fallið er sera stórt, tá ið hugsað verður um, at í 1998 vórðu fødd 28 børn í syðru helvt í Suðuroy, í 1997 [...] rnir, august og september, eru ikki farnir aftur um enn. Eftir upplýsingum, vit hava, búði 5.518 fólk í Suðuroynni í 1930 og í 1950 kom fólkatalið í Suðuroynni í hæddina, tí tá búðu 6.213 fólk í syðstu
tað torførasta mótstøðuliðið, tá UEFA í gjár kastaði lut um, hvussu leikast skal í komandi eruopeisku kappingunum. Fyrrverandi meistarar Einki er at taka seg aftur í, at tað var KÍ, sum fekk torførasta [...] at Reyða Stjørna er so avgjørt størsta felagið í Jugoslavia. Teir eru altíð við í fremstu røð, og allir teir bestu ungdómsleikararnir verða eisini savnaðir í felagnum. Seinastu árini hevur felagið selt eina [...] til Reyða Stjørna, og tað er í hvussu er eitt navn, sum fótbóltsáhugaðir føroyingar kenna aftur. Áðrenn jarnmúrurin fall, var Reyða Stjørnan nevnliga millum allarsterkastu lið í Europa, og hóast liðið er
Atlantic Airways bjóðar í summar (frá 1. juli til 20. august 2000) bílig tilboð til seks europeiskar stórbýir. Býirnir eru Madrid, Malaga, Rom, Stockholm, Paris og London. Prísirnir eru stak bíligir ? [...] treytir eru kortini við hesum stak bí-ligu ferðum. Eitt nú skulu í minsta lagi tvey ferðast saman, og ferðaseðlarnir skulu keypast í seinasta lagi 7 dagar fyri fráferð. »Hóast vit leggja størsta dentin [...] úr 2.585 DKK upp í 2.995 DKK fyri hvønn ferðandi. Afturat hesum prísinum skulu leggjast skattir og avgjøld. Ferðatilboðini umfata flúgving við Atlantic Airways til Keypmannahavnar, Glasgow ella Aberdeen
ígjøgnum í høgra borði, og tá bólturin varð sendir inn fyri, var leikandi venjarin, Krzystof Popzynzki hægstur og stútaði bóltin í málið. Sutta løtu seinni var aftur galið í sumbiarverjuni. Í fyrstu atløgu [...] at taka sær av løttum í summarsteðginum. Jón Pauli greiðir frá, at teir um hálvan juli mánað fara til Danmarkar á venjingarlegu, haðani teir koma heim aftur fyrst í august mánaði. Leikarahópurin verður [...] er at ivast í, at fleiri av áskoðarunum als ikki fingu við, hvussu VB gjørdi av við grannarnar, tí tað gingu ikki meira enn 23 minuttir, áðrenn dysturin í roynd og veru varð avgjørdur. Longu í fyrsta álopinum
ar í heyst fara at resta seks stig í at endurvinna FM, so vita teir, hvar teir skulu leita eftir teimum! Í fyrsta umfarinum eftir summarsteðgin ? tað verður í ellinta umfarinum sunnudagin 6. august ? skal [...] meðan tað í fleiri av hinum feløgunum verður gjørt lítið við venjingina í einar tvær vikur. Umframt KÍ skulu GÍ og B36 taka lut í Europa Cup. Í leygardagsblaðnum umrøddu vit Europa Cup lutakastið. Í GÍ og [...] HB var í vikuskiftinum í Ungarn og gjørdi burturav sær í Intertoto Cup. Eingin spenningur var um úrslitið, tí í dystinum fyri einari góðari viku síðani á Tórsvølli, vann ungverska liðið 4?0. Hóast tað
hava teir verið í 2. deild, og onkuntíð hava teir verið í 3. deild. Nú er minni munurin á liðunum báðum norðarlaga í Suðuroy. Bæði eru í 2. deild. TB hevur ikki megnað at hildið seg í bestu deildini, og [...] hava. TB hevur verið í fremstu deildini tey flestu árini, síðani tað í 1942 var farið undir skipaða FM kapping, og teir hava vunnið FM fleiri ferðir. Hvalbingar hava okkurt árið verið í nánd av uppflyting [...] teir klára seg í stríðnum um uppflyting uttan hann. Tað verður sera strevið. Í fyrsta umfarinum eftir summarsteðgin fær TB vitjan av teimum næstbestu gøtumonnunum. Hvalbingar skulu 5. august norður til Eiðis
Árliga summarframsýningin í Norðurlandahúsinum letur upp í morgin, mikudagin, kl. 16. Í ár er tað eingin minni enn fjølbroytti listamaðurin Edward Fuglø, sum eigur verkini á framsýniningini. Edward Fuglø [...] ini fer listamaðurin at sýna fram akrylmálningar. Framsýningin verður opin fram til 6. august. Tá hon letur upp í morgin, verður eitt lítið tiltak, har Kári Sverrissom fer at syngja og spæla nøkur løg