Edward Fuglø í Norðurlandahúsinum

Framsýning

Árliga summarframsýningin í Norðurlandahúsinum letur upp í morgin, mikudagin, kl. 16.

Í ár er tað eingin minni enn fjølbroytti listamaðurin Edward Fuglø, sum eigur verkini á framsýniningini. Edward Fuglø hevur gjørt seg galdandi bæði við myndum og við pallsmíði til sjónleik og film.

Á summarframsýningini fer listamaðurin at sýna fram akrylmálningar.

Framsýningin verður opin fram til 6. august. Tá hon letur upp í morgin, verður eitt lítið tiltak, har Kári Sverrissom fer at syngja og spæla nøkur løg.