VB otar seg longur upp

Sigurin á Sumba, saman við stigamissinum hjá nærmastu kappingarneytunum viðførdi, at VB nú er einsamalt á silvurplássinum

VB-Sumba 3-0 (3-0)


Orsakað av jóansøkuni, var dysturin millum VB og Sumba framskundaður til leygardag.

Undan dystinum boðaðu vágbingar frá, at teir ætlaðu sær at gera sítt, soleiðis at stevnuhýrurin skuldi vera varåveittur út á kvøldið, og eftir trygga sigurin á Sumba kann helst eisini staðfestast, at so varð.


Gjørdu skjótt av

Tó so, einki er at ivast í, at fleiri av áskoðarunum als ikki fingu við, hvussu VB gjørdi av við grannarnar, tí tað gingu ikki meira enn 23 minuttir, áðrenn dysturin í roynd og veru varð avgjørdur.

Longu í fyrsta álopinum vóru sumbingar um reppi at gera sjálvmál, og støðuga VB trýstið helt sær, til dómarin hevði bríkslað fyrstu trý korterini av.

Álopini skolaðu oman móti sumbiarmálinum frá fyrsta bríksli, og eftir níggju minuttir gav hetta úrslit fyri fyrstu ferð. Robert Cieslewicz fót ígjøgnum í høgra borði, og tá bólturin varð sendir inn fyri, var leikandi venjarin, Krzystof Popzynzki hægstur og stútaði bóltin í málið.

Sutta løtu seinni var aftur galið í sumbiarverjuni. Í fyrstu atløgu fekst bólturin eitt sindur út frá, men á brotsteigarmarkinum tók Michael í Lágabø bóltin niður við bringuni, og við einum vøkrum skoti tryggjaði hann sær fyrsta fyrstudeildarmálið.

Nakað seinni kundi Robert senda bóltin í netið til 3-0, tá hann var fyrstur á einum innleggi, og so var av álvara líkt til, at Sumba enn einaferð skuldi verða kanónføi hjá einum oddaliði.

So galið gekk tað tó ikki, men við eitt sindur størri neyvleika, kundi VB havt skotið sumbingarnar niður og norð, ella skuldi man kanska sagt suður.


Tóku tað róligt

Seinna umfarið legði VB eitt sindur varligari fyri. Leikararnir vóru so at siga vísir um, at sigurin longu var fingin til høldar, og tí løgdu teir nú størri dent á at verja trý mála leiðsluna.

Var talan um nakra yvirvág seinastu trý korterini, vóru tað kanska sumbingar, sum áttu hesa, men rættuliga í vanda kom sigurin hjá vágbingum ongantíð, og tá dómarin hevði bríkslað fyri seinastu ferð, kundu teir saman við mongu áskoðarunum frøast um enn trý stig til tunga stigaposan.


Lagaði seg eftir vild

Tá vistu áskoðararnir av, at toftamenn høvdu tapt móti FS Vágum, men hinvegin vistu teir ikki, hvussu úrslitini fóru at laga seg sunnudagin.

Alt hetta var tó greitt, tá vit sunnudagin tosaðu við Jón Paula Olsen, og hann kundi bara ásanna, at har var alt gingið eftir vild í so máta.

Tað skerst tó ikki burtur, at teir í Vági framvegis iðra seg um, at teir í øðrum umfarinum av landskappingini tapti heimadystin móti B71, hóast flest øll vóru samd um, at VB hevði fult uppiborið at vunnið tann dystin.

Higartil er hetta einasta ferðin, at vágbingar eru farnir stigaleysir av vøllinum, og tá fjarstøðan upp til HB júst er 3 stig, er einki at siga til, at teir gremja seg um stigamissin í tí dystinum.

Hetta mugu vágbingar tó leggja aftur um bak, og ístaðin gera sítt til, at seinna helvt av landskappingini kann gerast eins góð og fyrra.


Royndirnar munnu koma

Vágbingar hava ikki nakrar altjóða uppgávur at hugsa um hetta kappingarárið, men hetta merkir tó ikki, at teir ætla sær at taka sær av løttum í summarsteðginum.

Jón Pauli greiðir frá, at teir um hálvan juli mánað fara til Danmarkar á venjingarlegu, haðani teir koma heim aftur fyrst í august mánaði.

Leikarahópurin verður lítið og einki broyttur í mun til fyrru kappingarhálvu. Janus Kjærbo fer av landinum í útbúgvingarørindum, men hinvegin hevur VB fingið Jón Gærdbo við aftur seinastu dystirnar, so alt í alt verðru talan á leið um sama leikarahóp, sum tað hevur verið fyrru hálvu av kappingarárinum.

Um hetta er nóg mikið til at vinna seg enn longur upp á stigatalvuni er sjálvandi óvist, men við at hyggja at dystarskránni sæst, at VB í øllum førum skuldi havt góðar fortreytir fyri at enda heilt ovarlga, tá avtornar.

Teir hava longu verið í Havn einaferð, umframt at klaksvíkingar og toftamenn eisini hava tikið ímóti teimum, so undir øllum umstøðum er líkt til, at Eiðið fer at leggja graslíki til fleiri av teimum dystum, sum fara at hava alstóra ávirkan á endaligu støðuna.

Størsti spurningurin tykist kanska vera, um vágbingarnir hava tað støðufesti, sum krevst, um liðið skal gera seg galdandi í oddastríðnum.

Mangan verður tikið til, at siðvenjan hevur ein stóran týdning í hesum sambandi, og her eru vábingar eftirbátar í mun til hini oddaliðini. Flestu av leikarunum hjá HB, B36, B68 og KÍ hava roynt at verið føroyameistarar, og vita, hvat krevst í slíkum dystum.

Tær royndirnar eru tað fáir á VB liðnum, sum hava, og hetta kann verða ein bági, men hinvegin kann eisini verða, at leikararnir havahesar royndir, tá farið verður undir komandi kappingarár.


VB-Sumba 3-0 (3-0)


1-0: Krzystof Popczynzki 9.

2-0: Michael í Lágabø 17.

3-0: Robert Cieslewicz 23.


Dómari: Kim Ejdesgaardan Andreasen, John Ryan ? Harley Bertholdsen, Jan Joensen, Ove Nysted, Niclas Niclasen ? Srecko, Rógvi Jacobsen, Heðin á Lakjuni