Reyða Stjørnan til Føroya

B36 og Gí vóru heppin meðan KÍ kann koma í satt ódnarveður, tá teir skulu royna seg móti fyrrverandi vinnarunum av Europa-Cup kappingini fyri meistarar

Kí fekk so nógv tað torførasta mótstøðuliðið, tá UEFA í gjár kastaði lut um, hvussu leikast skal í komandi eruopeisku kappingunum.


Fyrrverandi meistarar

Einki er at taka seg aftur í, at tað var KÍ, sum fekk torførasta mótstøðuliðið, tá jugoslaviska navnið, FK Crvena Zvezda, varð drigið úr pottinum.

Crevena Zvezda kann leysliga umsetast til Reyða Stjørna, og tað er í hvussu er eitt navn, sum fótbóltsáhugaðir føroyingar kenna aftur.

Áðrenn jarnmúrurin fall, var Reyða Stjørnan nevnliga millum allarsterkastu lið í Europa, og hóast liðið er viknað nakað síðani hetta, er einki at taka seg aftur í, at talan verður um ein stóran bita hjá klaksvíkingum.

Sum eitt lítið kuriosum kann nevnast, at tað júst er í Reyðu Stjørnu, at KÍ venjarin, Tomislav Sivic, fekk sína fótbóltsuppaling, so á ein hátt kann sigast, at hann kemur heim aftur til altjóða uppgávurnar.

Tá hann í síni tíð spældi á ungdómsliðum felagsins, vóru sjálvandi fleiri komandi stórleikarar millum liðfelagar hansara, og størstur av hesum gjørdist uttan iva Vladimir Jugovic, sum í hesum døgum roynir seg í EM-endaspælinum, umframt at hann í felagshøpi hevur spælt fyri stórlið sum Inter, Juventus, Lazio og Atletico Madrid.


Venjarin gleðir seg

Stutt eftir lutakastið fingu vit orðið á Tomislav, og sum vera man, var hann sera spentir til stóru uppgávuna.

- Talan er so avgjørt um nógv tað sterkasta liðið, sum hevur vitjað í Føroyum. Tað eru ikki meira enn níggju ár síðani, at teir vunnu HM fyri feløg, og í veruleikanum hava vit helst ongan møguleika at koma víðari, sigur KÍ venjarin. Víðari sigur hann, at Reyða Stjørna er so avgjørt størsta felagið í Jugoslavia. Teir eru altíð við í fremstu røð, og allir teir bestu ungdómsleikararnir verða eisini savnaðir í felagnum.

Seinastu árini hevur felagið selt eina rúgvu av leikarum, men KÍ venjarin heldur ikki, at hetta ger felagið nógv veikari. ? Í fjør nýttu teir árið til at byggja eitt nýtt lið upp, og hóast hetta, so eydnaðist teimum at vinna bæði meistaraheitið og steypakappingina. Ætlanin var tá, at liðið skuldi toppa í ár, so vit fáa tað sera torført.

Til hetta arbeiðið fekk felagið fatur á væl kenda venjaranum, Muslim, sum áður hevur virkað sum venjarin í Fraklandi, har hann hevur havt ábyrgdina av Lens og ikki minst Bordeaux, har hann bygdi upp liðið, sum árið eftir vann franska meistaraheitið.

Sivic hevur tó á ongan hátt uppgivið allar vónir um at fáa eitt líkinda úrslit leygardagin. ? Vit skulu minnast til, at føroyska landsliðið tapti 8-1 móti Jugoslavia, so alt undir hetta, kann í veruleikanum góðtakast. Eg ætli mær tó ikki at gevast á hondum, og tað skal vera púra vist, at vit ætla okkum ikki at gera føroyskum fótbólti fyri skommum, sigur Tomislav Sivic at enda.

Fyrri dysturin hjá KÍ verður á heimavølli 12. juli, meðan seinni dysturin verður leiktur 19. juli.


Fegnir kassameistarar

Um kassameistararnir hjá silvur- og bronsuvinnarunum frá í fjør, GÍ og B36, fegnaðuats í gjár, so hava teir eisini alla orsøk til hetta.

Fíggjarliga fingu bæði liðini nevnliga eitt sera heppið lutakast friggjadagin. GÍ skal til Svøríkis, har teir skulu takast við IFK Norrkøping, meðan B36 skal til Danmarkar, har AB verður mótstøðuliðið.


Alt er lættari

Kjartan Mohr, peningarøkil hjá B36, sigur við Sosialin, at hann er sera fegin um lutakastið.

- Í allar mátar er talan um eitt gott lutakast hjá okkum, sigur Kjartan.

Hann leggur afturat, at fíggjarliga kundi tað nærum ikki verið betri, umframt at hann eisini metir hetta vera eitt sera gott lutakast, um hugt verður eftir ítróttarliga partinum. Hartil kemur, at donsk viðurskiftið eru somikið væl kend í Føroyum, at tað ikki skuldi staðist stórvegis stríð av teimum fyrireikingum, sum ofta eru í samband við slíkar ferðir.

Hjá gøtumonnum er støðan so at siga hin sama. Úr Sveis, har lutakastið var í gjár, frættist annars, at GÍ kundi trekt Aberdeen, og at hetta kanska hevði verið eitt betri mótstøðulið, men alt í alt vóru tey fegin um úrslitið.

Eins og hjá B36 er tað hjá GÍ galdandi, at ein ferð til Svøríkis í allar mátar er løtt at fyriskipa, og ongum nýtist at vera bangin um ógreið viðurskifti, sum kunnu stinga seg upp á vegnum.


Tá vit frættu seinast, stutt undan evstamarki okkara, var enn ikki avgjørt, um nakað skuldi býtast viðvíkjandi heima- og útidystum. Lutakastið hjá UEFA lagaði seg annars soleiðis, at GÍ hevur heimadyst 10. august, meðan B36 spælir heima 14 dagar seinni.bes, men have evigt liv. Man må jo sige, at det er et godt parti: Himlens og jordens, alt det synliges og usynliges skaber tilbyder kærlighedsforhold og ægteskab.

Bruden, menneskene, folket afviser som bekendt denne mægler og slår ham endda ihjel ved at hænge ham op på et kors, som vi hørte i påsken. Men gammel kærlighed ruster ikke, og Guds kærlighed er så skinnende som aldrig tidligere. Han er så ung og så stærk som nogensinde og her i pinsen går han til sagen som ingensinde før. Han kommer krybende på sine knæ. Han kommer med forelskelsens stormvejr og tildækker sin brud med kys og kærtegn, så hun bliver ganske ør. Apostlene bliver så medrevet af Guds brændende kys, at de begynder at tale i tunger og sige mærkelige ord på fremmede sprog. Og det er dog ikke så underligt, da kærlighedens sprog er internationalt. Det kan enhver forstå. Og det gjorde de da også, som vi hørte det i kirken igår: medere, partere, elamiter og folk som hørte hjemme i Mesopotamien, Judæa og Kappadokien, Pontus og provinsen Asien, i Frygien og Pamfylien, Ægypten og Libyens egne, romere, jøde og proselytter, kretere og arabere. Er man forelsket i pigen, kan man tale med hende, ligegyldigt, hvor hun kommer fra.

Men kan man nu tro på alle hans søde ord? Er denne Gud ikke lidt påtrængende? En ærbar pige skal ikke falde for den første den bedste. Men det er svært at lade være. De fleste mennesker kan stå for meget undtaget smiger og søde ord. Og med rette, for det er normalt tegn på at nogen vil én det godt. Man tror nu engang på den der er kærlig, tillidvækkende og troværdig. Og en sådan opvartning, et sådan stormløb, som vi er vidne til her i pinsen fra Vorherres side, er vanskeligt at stå i mod. At tro på en, der vil os det godt, er ikke vanskeligt. Man skal faktisk være meget standhaftig for ikke at gøre det.

Hermed er også sagt noget vigtigt om tro. Tro er ikke noget man kan mande sig op til, hvis man har en stærk vilja eller er særlig from. Man tror, fordi man ikke kan lade være. Sådan er det inde i kirken ? og sådan er det udenfor: Når vi møder et troværdigt og tillidvækkende menneske, så tror vi på ham uden at bestemme det selv. Det er tværtimod den andens troværdighed, som gør udslaget. Er han troværdig, må vi tro på ham, er han det ikke, kan vi ikke tro på ham. På akkurat samme måde er det med den kristne tro. Og derfor kan vi nøjes med at tage hatten af, når vi går i kirke. Vi behøver ikke også at tage hovedet af. Men det kan måske lykkes at lade være med at indlade sig som da døgnfluehunnen sagde til døgnfluehannen i en af verdenslitteraturens korteste tragedier: ikke lige i aften, kære, jeg har hovedpine.

Den som tror på ham, dømmes ikke; den som ikke tror, er alleree dømt, fordi han ikke har troet på Guds enbårne søns navn. Ja, den som ikke lader sig besnære og forføre af en så overvældende kærlighed fra Vorherres side, som vi møder her i pinsen og iøvrigt kirkeåret igennem, er allerede dømt. Dømt til at være den åndelig talt evige gammeljomfru, der lever i sit eget selvvalgte fængsel, hvor helvede er de andre. Dømt til at være sig selv nok. Det er en streng dom, hvis det er på livstid. Og dømt til at stå på sidelinien, mens der bydes op til dans. Men Vorherre drømmer stadig om sin brud. Han nægter at tage et nej for et nej. Selvom Han ved, at Hans udkårne hader lyset og ikke kommer til lyset, for at hendes gerninger ikke skal afsløres, så bærer han hende alligevel på hænder og fødder.

Hvem har en sådan elsker? Det har vi. AMEN.