Eftir at skipanin hjá kvinnunum varð broytt í ár, vórðu tey 11 liðini, sum høvdu boðað frá luttøku, fyrst býtt í tveir bólkar.
Eftir at hava spælt heima- og útidyst móti hvørjum øðrum, skulu trý tey fremstu liðini í hvørjum bólki spæla endaumfarið í fyrstu deild, meðan hini liðini skulu spæla í aðru deild í heyst.
Skránnar fyri tær báðar deildinar eru nú lagdar, og verða tær prentaðar niðanfyri.
Eingin finala
Skal metast eftir teimum úrslitum, sum hava verið í bólkaspælinum í vár, er lítið at ivast í, at KÍ og HB, sum hava vunnið allar dystirnar higartil, eiga tey bæði sterkastu kvinnuliðini í landinum. B36 og VB tykjast tó ikki vera so øguliga langt aftanfyri.
Tí kann tað tykjast heldur løgið, at teir báðir bólkavinnarnir hittast longu í fyrsta umfarinum í endaspælinum. Verður gongdin hin sama í heyst, hevur FSF við hesum tikið møguleikan fyri eini rættari finalu burtur, tí FM-heitið kann í roynd og veru longu verða avgjørt, ta seinni dysturin millum KÍ og HB verður leiktur í Havn 27. august.
At síggja til, hevði mest upplagda loysnin verið, at liðini bæði hittust í seinasta umfarinnum, og at VB og B36 eisini spldi móti hvørjum øðrum sama leikdag.
1. deild
24.06B36-GÍ/Skála
24.06VB-NSÍ
24.06KÍ-HB
30.07B36-VB
30.07NSÍ-KÍ
30.07GÍ/Skála-HB
06.08KÍ-B36
06.08HB-NSÍ
06.08VB-GÍ/Skála
13.08VB-KÍ
13.08B36-HB
13.08GÍ/Skála-NSÍ
20.08NSÍ-B36
20.08HB-VB
20.08KÍ-GÍ/Skála
27.08GÍ/Skála-B36
27.08NSÍ-VB
27.08HB-KÍ
02.09VB-B36
02.09KÍ-NSÍ
02.09HB-GÍ/Skála
10.09B36-KÍ
10.09NSÍ-HB
10.09GÍ/Skála-VB
17.09KÍ-VB
17.09HB-B36
17.09NSÍ-GÍ-Skála
24.09B36-NSÍ
24.09VB-HB
24.09GÍ/Skála-KÍ
2. deild
24.06AB-EB/Streymur
24.06Sumba-B71
30.07GÍ/Skála-AB
30.07EB/Streymur-Sumba
06.08Sumba-GÍ/Skála
06.08B71-EB/Streymur
13.08AB-Sumba
13.08GÍ/Skála-B71
20.08EB/Streymur-GÍ/Skála
20.08B71-AB
27.08EB/Streymur-AB
27.08B71-Sumba
02.09AB-GÍ/Skála
02.09Sumba-EB/Streymur
10.09GÍ/Skála-Sumba
10.09EB/Streymur-B71
17.09Sumba-AB
17.09B71-GÍ/Skála
24.09GÍ/Skála-EB/Streymur
24.09AB-B71es Eidesgaard:
»Tað er ein skaðiligur dámur komin yvir samráðingarnar ? hetta, at mann bara krevur og krevur«
»Vit kunnu ikki satsa so nógv uppá tað politiska frælsið, at tað
persónliga frælsið fer fyri bakka«
»Ríkisfelagsskapurin er nakað, sum allir føroyingar hava eitt forhold til. Uppá gott og ilt«
»Trupulleikin hjá Høgna Hoydal er ikki so nógv, at Javnaðarflokkurin ikki er við honum, men at hann ikki hevur fólkið aftanfyri seg«
»Munurin millum uppskotið hjá samgonguni og uppskotið hjá
Javnaðarflokkinum er, at vit siga: Sjálvsstýrið er ein prosess ? ikki ein
samtykt«
ENDURGEVINGAR:
Høgni Hoydal:
»Ein orsøk til at danska stjórnin fer fram, sum hon ger í løtuni, er, at hon veit, at ósemja er í Føroyum«
»Føroyingar eru ikki biddarar og nassarar. Danir hava fingið minst líka nógv burturúr sambandinum, tá ið alt verður talt við«
»Andstøðan brendi av 2 milliardir uppá 20 minuttir undir
fíggjarlógarviðgerðini seinast«
»Flokkarnir, sum fara at hava tað truplast í framtíðini, eru teir, sum hava livað av at býta út danskar pengar í Føroyum«
»Tað er eingin ivi um, at bæði eg og meginparturin av Tjóðveldisflokkinum høvdu tikið undir við tí (at halda fólkaatkvøðu beinanvegin, bl.m.)«
»Vit kunnu ikki fara og bakka bara tí at tað kemur eitt lot av
Christiansborg«