HB var í vikuskiftinum í Ungarn og gjørdi burturav sær í Intertoto Cup. Eingin spenningur var um úrslitið, tí í dystinum fyri einari góðari viku síðani á Tórsvølli, vann ungverska liðið 4?0.
Hóast tað ikki gekk nakað serligt á vøllinum, so kundu HBarnir, sum sunnudagin skulu manna seg upp at spæla steypafinalu móti GÍ, gleða seg um kærkomin tíðindi úr Føroyum, meðan teir vóru í Ungarn.
Eftir at landskappingin var hálvrunnin, vóru tað fimm lið, sum lógu tætt at hvørjum øðrum í kappingini um oddasessin. Hesi fimm liðini spældu í 10. umfarinum øll móti liðum longri niðri á støðutalvuni.
Longu mikukvøldið syrgdi HB fyri sínum stigum. Teir tunnu tepurt móti B71, styrktu um oddastøðuna og løgdu trýst á kappingarneytarnar.
Hini fýra liðini vóru í dysti um vikuskiftið. B68 kiksaði í Sørvági leygardagin, og B36 og KÌ, sum vitjaðu í Eysturoy sunnudagin, kiksaðu bæði. Sigrarnir hjá GÍ og NSÍ gera, at munurin millum aftaru liðini og tey í fremru røð ikki er tann í summarsteðginum, sum hann sá út til at fara at verða.
Vágbingar vóru teir einastu av fremru liðunum, sum í vikuskiftinum megnaðu at halda tørn í kappingini við HB.
Dýrt móti teimum veiku
Síðsta heyst vístu vit á, at høvuðsorsøkin, til at HB ikki endurvann meistaraskapin frá 1998, var, at teir so ofta kiksaðu móti veikaru liðunum. HB stóð seg best í innanhýsis kappingini millum tey fýra fremstu, meðan teir høvdu nógv minst úrtøku móti hinum oddaliðunum.
Í ár tykist vera vent í holuni. Burtursæð frá javnleikinum í Runavík, so hevur HB ikki kiksað móti lægru liðunum. Í vikuskiftinum snávaðu B36, B68 og KÍ. Ikki minst hjá meistarunum úr Klaksvík hava dystirnir móti NSÌ verið dýrir. Í fyrsta umfarinum tapti KÌ við einum máli móti NSÌ ? Jónstein Petersen skoraði sigursmálið. Aftur sunnudagin tapti KÌ við einum máli móti NSÌ, og aftur hesa ferð var tað Jónstein Petersen, sum skoraði sigursmálið. Um klaksvíkingar í heyst fara at resta seks stig í at endurvinna FM, so vita teir, hvar teir skulu leita eftir teimum!
Í fyrsta umfarinum eftir summarsteðgin ? tað verður í ellinta umfarinum sunnudagin 6. august ? skal HB til Klaksvíkar. Um KÍ hevði havt vunnið í Runavík, so høvdu teir við sigri á HB havt møguleika at komið upp um HB á støðutalvuni. Nú verður fyrsti dysturin eftir summarsteðgin ein spurningur um lív ella deyð hjá KÌ, sum skal vinna móti HB, um teir skulu hugsa um at endurvinna FM.
B68 var tætt við at tapa bæði í Gundadali móti HB og í Gøtu, men teir fingu seks stig burturúr. Leygardagin tveittu teir nakað av fyrimuninum av góðu úrslitunum í hesum útidystunum fyri borð aftur. Hóast teir ? á sama hátt sum VB, B36 og KÌ ? varðveittu plássið á støðutalvuni, so var tapið í Sørvági dýrt.
VB var sannførandi á jóansøku. Vágbingar eru framvegis heilt víst eitt gott boð upp á FM, og einki bendir á, at VB skal fara í aldudalin, sum teir ofta hava verið í eftir summarsteðgin. Um VB fer at resta trý stig í FM, tá stigakassin verður endaliga upptaldur á mikkjalsmessu, so kunnu vágbingar ásanna, at tað er dýrt at tapa móti teimum veiku. Her verður hugsað um kiksaran á heimavølli móti B71.
Sumbingar á botninum
Sigrarnir hjá NSÍ og GÍ sunnudagin hava í fyrstu atløgu við sær, at tey í Eysturoy sleppa undan at hugsa um niðurflyting. Í fyrsta umfarinum eftir summarsteðgin skal NSÌ taka ímóti FS Vágar, og GÍ skal til Sumbiar. Umframt KÍ og HB skulu tvey onnur av toppliðunum ? B36 og B68 ? spæla í Gundadali. Tað vil við øðrum orðum siga, at vánirnar hjá GÍ og NSÌ eru ikki so heilt vánaligar at koma upp ímóti teimum, sum tær síðstu vikurnar hava tókst so langt burtur.
Sumbingar duttu leygardagin niður í botnin. Soleiðis sum gongdin hevur verið tær síðstu vikurnar er ikki ilt at ímynda sær, at tað verður sera strevið hjá Sumba at koma úr aftur botninum. 27. august skal Sumba til Sørvágs.
Altjóða luttøkan
Í hesi vikuni er tað ivaleyst bara í HB og GÍ, at tað verður vant við fullari ferð. Liðini fyrireika seg til steypafinaluna, sum verður á Tórsvølli sunnudagin.
KÍ fer í komandi viku undir Europa Cup fyrireikingar, meðan tað í fleiri av hinum feløgunum verður gjørt lítið við venjingina í einar tvær vikur.
Umframt KÍ skulu GÍ og B36 taka lut í Europa Cup. Í leygardagsblaðnum umrøddu vit Europa Cup lutakastið. Í GÍ og B36 halda tey seg hava verið heppin, og tað er væl skiljandi út frá fíggjarliga og politiska sjónarhorninum. Men tað er sera lítið, sum bendir á, at ítróttarliga úrtøkan í Danmark og Svøríki fer at verða stórt frægari, enn hon fer at verða hjá KÍ, sum skal til Jugoslavia.
Fleiri ferðir áður hava vit staðfest, at føroyskur liðfótbóltur er lítið verdur í altjóða høpi. Avrikið í Intertoto Cup hjá oddaliðnum í heimligu landskappingini undirstrikaði henda veruleikan. HB tapti tilsaman 0?7 móti lítið kendum ungverskum liði. Tað var ikki gott. Serliga tá havt verður í huga, at mótstøðumenninir undan dystinum í Føroyum høvdu havt summarfrí í fleiri vikur, meðan HB hevur spælt seg upp á oddasessin í heimligu kappingini.
Tað telur heldur ikki rætta vegin fyri føroyska avrikið, at næstsíðsta sunnudag tapti HB 4?0 á heimavølli móti einum liði, sum hevði ferðast langt og nógv og sum so at siga kom beinleiðis úr flogfarinum og á grasvøllin í Gundadali.