Magnus Ver Magnusson hevur verið í Føroyum tvær ferðir, seinast beint eftir jól, tá hann saman við Regini og dananum Flemming Christensen var við í kappingini »Heimsins kempur« í Havn og á Kambsdali. Regin vann [...] vann eina kappingargrein í Havn og eina á Kambsdali. Í Havn vann hann kappingina um at lyfta tvær tunnur og halda teimum uppi so leingi sum gjørligt, og á Kambsdali var hann raskastur at renna við bobbens [...] at vera við í so nógvum altjóða kappingum sum gjørligt, so hann veruliga kann gera seg galdandi millum heimsins bestu. Hann er bjóðaður við til eina kapping í ungarska høvuðsstaðnum Budapest í juni-juli
nakað og veruligt virksemi fer í gongd, so verður brúk fyri tí stóru ekspertisuni í Føroyum. Pauli Einarsson vísir eisini á týdningin, sum virksemi bygt upp í Føroyum kann fáa í aðrar mátar. Kemur t.d. eitt [...] henda, at tað t.d. í írskum øki ella í grannalagnum verða nøkur turr hol, sum kundu gjørt Føroyar enn minni attraktivar til ta tíð. So hann heldur, at ein skal royna at halda blussið uppi, meðan tað er har [...] Pauli Einarsson, formaður í Føroya Oljuídnað sigur við útvarpið nýggjarsdag, at talan verður neyvan um tað heilt stóra virksemið á føroyskum øki í 1998, nú ein útbjóðingarrunda verður hetta árið. -Vit
aftur á óvitaárini, er abbin so týðiligur í minninum. Situr á torvkassanum við kørum í hondunum; á komfýrinum liggur ein ullarúgva, og vit sita rundanum ella uppi á komfýrinum og nappa. Tað, at eg nevni [...] av navninum. 25. mai í 1929 doyði faðirin. Tá var Leonia 5 ár saman við tveimum yngri brøðrum, ið vóru 3 ár. Maður hennara, Jens Ludvig, misti móðir sína, tá ið hann var 14 ár. Í bókini »Hundredesyv-Visebogen« [...] lívsleiðin. Tit eru nú bæði farin um »støvets år«, og í tí sambandi vil eg senda eina heilsan til bróðir mín við húski. Tað, at tit eisini búgva í Dali og kunnu vera um foreldur míni, eri eg glaður fyri
fyri okkara undirbrotligheit? Í tjúgunum fóru vit á húsagang, í tríatiárunum fóru vit á húsagang, í fimmtiárunum fóru vit á húsagang, í áttatiárunum fóru vit á húsagang, og í nittiárunum hava vit mist 10 [...] veikar sálir í øðrum flokkum, sum kanska hava hildið seg fingið onkran válgarabita, at hjálpt sær við at stýra okkum. Í øllum landsstýrum hava tó onkrir av hesum sambandsflokkunum verið uppi í og hava havt [...] slepst undan í frælsisstríði okkara. Er danska stýrið lógligt? Eg royndi at spyrja hann, hvat ið var skeivt í tí, sum eg hevði sagt um forsætisráðharran. Var tað kanska ikki rætt at danska stýrið í ríki okkara
óslitið í samfull 24 ár, til hann í 1984 ikki læt seg stilla uppaftur. Hann var býráðslimur í Havn, fyrstu ferð valdur í 1949-1960, síð-ani frá 1969-1972. Býráðsformaður var hann í 1970, næstformaður í 1960 [...] føroyingum, hann var uppi í Føroya Útflutningssamtøku og Samvinnufelag Fiskimanna. Bókin »Barabass«, sum hann umsetti meistarliga til føroyskt, varð upplisin í Útvarpinum í 1960. Í 1940 gav hann út bóklingin [...] Óivað er mangt annað at nevna. Nevndarlimur var hann í Føroya Banka í seksti og sjeyti árunum. Útgerðarmaður í árunum 1963 til hann gavst á hesum øki fyrst í 1980unum. Hann var útgerðarmaður fyri »Boðanesi«
nteir vísa ímóti øðrum. Hví skulu vit so geva norðmonnum sømdir í eini møguligari oljuvinnu í Føroyum. Jákup Sólstein, formaðurin í Føroya Reiðarafelag, er sera illa nøgdir við ta viðferð, føroyingar [...] sum hevur lopið ilt í formannin í Reiðarafelagnum. Táið Sverri Ólavson ætlaði sær undir Noreg at fiska av føroysku kvotuni har, noktaðu norðmenn honum at fiska, tí skipið hevði fiskað í Smoguni tá ið íslendingar [...] fevna um onnur øki eisini, t.d. um eina møguliga oljuvinnu í Føroyum. Nú oljuvinnnan stendur fyri durum, eru norðmenn eisini av álvara uppi í kappingin um at sleppa framat trognum. Men eg veit ikki
Tað er heilt í tráð við kunngerðina um landingar uttanlands, at skip hava verið í Skotlandi og landað um vikuskiftið, sigur Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag. Óli Jacobsen hevur onga grund [...] kunnu straffast fyri ólógligheitir, sum fólk uppi á landi fremja. Og hann ivast ikki í, at tiltøkini fríggjadagin vóru ólóglig. Hinvegin er hann heldur ikki í iva um, at hann einki ólógligt hevur gjørt, [...] grund til at ivast í avtalum, hann ger við John Petersen, landsstýrismann. »Vit eru samgongufelagar, og tiltøkini fríggjadagin vóru vend móti landsstýrinum, søgdu tey, sum vóru í verkfalli. Og eg vænti ikki
fleiri og truplari uppgávum enn hitt. Hvørt hevur seks partar. Guybrush er endaður í eini truplari og pínligari støðu. Í fyrsta parti fær hann fatur á einum diamantringi, sum hann gevur síni elskaði Eliane [...] banjo?um. Og vinnur at enda við at skjóta banjo?ina hjá sjórænaranum í stumpar og stykkir! Loysnirnar hevur Guybrush næstan altíð uppi á sær, men viðhvørt má hann samantvinna teir lutir, hann hevur funnið [...] Aftur mugu vit hjálpa hetju okkara, hin eitt sindur klodduta, men nógv tosandi Guybrush Threepwood í hansara æviga stríði móti superskálkinum, sjórænaranum Le Chruk. Vit hitta hansara mongu kenningar frá
hesum stand-by skipum, at manningin á 5 skipum í dag er føroysk burturav. 7 mans eru við hvørjum skipi, og teir eru umborð og heima í ávikavist 4 vikur í senn. Sostatt er talan um dupulta manning, ella [...] Í fjør heyst vóru umboð fyri hollendska reiðaríið, TELCO MARINE, í Føroyum, og við stuttum millumbili keyptu teir trý føroysk fiskiskip. Talan er um Skorðaberg, Froyð og Margrethu. Teir báðir fyrst nevndu [...] nevndu eru farnir í vinnu sum stand-by skip, meðan síðsta hond í løtuni verður løgd á umbyggingina av Margrethu. Samstundis kannaðu hollendsku umboðini møguleikan fyri at fáa føroyskar sjómenn at manna skipini
Randal Nybo av Viðareiði. Tey búgva í húsunum, sum foreldrini lótu byggja. Barnaheimið hjá Jóhannesi var í Geilini. Tað var tætt ímillum húsini í Geilini og hjá okkum í Beitinum. Bara Beitisvegurin var ímillum [...] orkan, sum gjørdi, at hann í fríløtunum kom í skúrarnar at taka onkran stampin. Jóhannes fekk sær í 1966 konu úr Klaksvík. Hon eitur Eilin, dóttir Hildu og Olaf Ellingsgaard, sum í 1949 fluttu av Eiði og til [...] Klaksvíkar at búgva. Eilin og Jóhannes fingu fýra børn. Erla, fødd í 1966, Osla, fødd í 1967, Helma, fødd í 1968, og Emil, sum er føddur í 1974. Tey bygdu nær foreldrunum hjá honum, og síðani vit fyri sekstan