Stuttligasta ævintýrið

Guybrush Threepwood, hugnahetjan frá The Monkey Island, er aftur upp á spæl í stórum stíli. Spælið er stuttligt og ógvuliga flott

Aftan á fim ára steðg kemur nú triði partur av røðini um The Monkey Island. Aftur mugu vit hjálpa hetju okkara, hin eitt sindur klodduta, men nógv tosandi Guybrush Threepwood í hansara æviga stríði móti superskálkinum, sjórænaranum Le Chruk. Vit hitta hansara mongu kenningar frá undanfarnum spølum, men tað er tíbetur fullkomiliga líkamikið, um ein hevur spælt tey, tí Guybrush veit eins lítið um, hvat fer at henda, sum vit gera.

Og nógv fer at henda. The Curse of Monkey Island er gott undirhald frá byrjan til enda. Tað er eitt vakurt ævintýr við so góðum grafikki, sum sjáldan er sæddur.

Brúkaraflatan er einføld og logisk, og spælið virkar. Tað er alla tíðina eitt logiskt samanhang millum uppgávurnar og sjálva søguna.

Og so er spælið ? sjálvandi ? rættiliga stuttligt. The Curse of Monkey Island livir upp til tað, ið bæði gamlir kenningar og nýtt viðhaldsfólk væntað.


Hendingin

Spælið er á tveimum stigum, annað við fleiri og truplari uppgávum enn hitt. Hvørt hevur seks partar. Guybrush er endaður í eini truplari og pínligari støðu. Í fyrsta parti fær hann fatur á einum diamantringi, sum hann gevur síni elskaði Eliane. Trupulleikin er bert, at hetta er gandaringurin hjá Le Churk, og at hann við tað sama umgerð gentuna til eina standmynd av gulli.

Men ikki nóg mikið við tí. Standmyndin verður stolin at nøkrum sjórænarum. Uppgávan er nú at bjarga gentuni frá sjórænarunum og at umgera fortrøllilsi.


Stuttligar uppgávur

Spælið líkist øðrum ævintýrspølum. Tú klikkir teg gjøgnum ævintýrið, savnar lutir og loysir uppgávur á vegnum.

Har eru mangar stuttligar uppgávur. Einaferð bjóðar Guybrush einum sjórænara av ? við banjo?um. Og vinnur at enda við at skjóta banjo?ina hjá sjórænaranum í stumpar og stykkir! Loysnirnar hevur Guybrush næstan altíð uppi á sær, men viðhvørt má hann samantvinna teir lutir, hann hevur funnið, til tess at loysa gátuna.

Til ber annahvørt at gera eitthvørt við lutirnar, fáa nakað at vita um teir ella at tosa við teir ? um teir kunnu tosa, sjálvandi.

Ein fær beinanvegin at vita, um ein lutur kann nýtast til eina uppgávu, og kann hann tað, kemur svarið eisini í stundini.


Hann tosar

Guybrush er ein skemtiligur fýrur, ið heldur brúkar munnin enn svørið. Hann tosar. Og við hvørt rættiliga leingi. Tann fyrsti vit møta, mugu vit munnliga leggja á áhaldandi, til tess at fáa nakað at vita.

Samrøðurnar eru skemtiligar og kunnu halda á rættiliga leingi, um hugur er til tess. Til ber alla tíðina at velja millum ymiskar setningar.


Hugnaligt

Men The Curse of Monkey Island er ikki minst eitt framúr vakurt teknað ævintýr. Hópurin av sera vøkrum myndum og animatiónirnar glíða snøggliga inn í bakgrundina. Og alla tíðina undirbyggir tónleikurin rætta hugnan.

Fakta

The Curse of Monkey Island frá Lucas Art er besta av sínum slag. Tað er eitt stuttligt og vakurt spæl, sum vit avgjørt kunnu viðmæla.

Ikki krevst heldur tað nógva: Ein Pentium 90 MHz við Windows 95, 16 MB RAM og DirectX%, sum fylgir við.