hava havt á skúlanum. Hann heldur, at rættast var, um vit høvdu eitt tekniskt savn í býnum, so til bar at varðveita slíkar lutir undir tryggum umstøðum. ? Tað er so nógv, sum kundi verið savnað á einum slíkum [...] motourin er nú liðugt umvældur. Tá motorurin kom út á Tekniska skúla varð hann partvís sundurtikin, og onkrir lutir vantaðu. Eirikur Simonsen, lærari á Tekniska skúla sigur, at hesir motorar tá í tíðini [...] rin reinur aftur. Nú motorurin koyrir, hava teir mált hann út við nútímans tólunum, teir hava á Tekniska skúl, og tað vísir seg alt at vera í lag, burtursæð frá, at allir tendripropparnir ikki vóru heilt
bygningin frá landinum, og vil hon nú hava hann til barnagarð. Kommunan sýnir ongan vilja Tey eldru í Syðrugøtu siga, at tey leingi hava roynt at fingið eitt orðaskifti í lag við kommununa um eldrapolitikk, men [...] sær eisini til kommununa, men haðani var svarið, at kommunan fegin vildi stuðla moralskt, men ikki bar til at stuðla fíggjarliga, tí kommunan hevði ikki ráð. Men sambært pensiónistunum, hevur kommunan hvørki [...] teimum fíggjarliga ella moralskt. Nú tilhaldið skal nýtast til barnagarð, hevur kommunan víst teimum á eina lítla kjallaraíbúð. Og tey hava fingið at vita, at um kjallaraíbúðin ikki er nóg góð, mugu tey
við motorunum, ímeðan fólk og bilar verða sett av. Síðan skal hann út á fjørðin at liggja. Men á Strandferðsluni ivast tey í, um tað letur seg gera. Bæði starvsfólkaleiðarin og stjórin, Reidar Nónfjall [...] bara eitt av teimum feløgunum steðgar arbeiðnum, verður Smyril lagdur. Á hinum skipunum eru tey ?bara? trý feløg, á øðrum, tvey og á teimum smæstu bátunum, bara eitt. Ongi undantøk Sostatt kann staðfestast [...] kann fara niðurímillum. Reidar Nónfjall undrast á, at slíkt tos gongur ímillum fólk og hann sigur, at hasi tíðindini eru ikki komin frá stovnunum, tí hann kennir onki til tað. ? Spurningurin hjá okkum er
tað letur ikki til, at hann sleppur sær avstað, tí sum vit hoyrdu í Fimmaranum, so dugdi hann ógvuliga væl at balla svarið inn, tá hann varð spurdur, um hann sigur seg úr starvi 1. juni, sum hann áður [...] heldur tað vera fjas, tá Olofson sigur, at hann skal hava fult ræði á kirkjunum í prestagjaldinum í vanligari kirkjutíð, hámessuni, og at aðra tíð á degnum kann hann liva við, at kvinnuligir- og aðrir prestar [...] Andreas. -Eg havi ikki tosað við hann um hetta sjálv, men sum eg skilji, er Andreas Andreasen ikki ímóti kvinnuligum prestum. Orsøkin til, at hann mótmælir bispi er, at hann stuðlar teirri áskoðan, at Olofson
a, helt hann, og segði, at alfa og omega í hesum sambandi var at leggja dent á útbúgving og gransking í Føroyum. Hann ivaðist ikki í, at vit eru nóg stór at skipa fyri okkara egnu útbúgving á hesum øki [...] í føroyskum vinnulívi. Teir vóru Ólavur Gregersen, stjóri á Töting í Gøtu, Meinard Jacobsen, stjóri á Fiskavirking, Ólavur Ellefsen, stjóri á teldutænastuni VIT, Wilhelm Petersen, stjóri í Atlants Kolvetni [...] somuleiðis havt á lofti. Stuttu og greiðu innleggini at byrja við høvdu í stóran mun kjølfesti í starvsøkjum teirra ið tosaðu, men sum fráleið kom ferð á kjakið, og hetta merktist væl á huginum hjá mongu
av. Samstundis verður latið upp fyri grannasamvinnu á hesum málsøki. Oljuleiting Løgmaður vísti á, at semjan um landgrunsmarkið ger, at havbotnurin á tí umstrídda økinum, serliga tí sonevnda hvíta økinum [...] fyrstur. Hann segði: -Sum Føroya løgmaður eri eg fegin um, at eg nú saman við danska uttanríkisráðharranum og bretska varauttanríkisráðharranum havi havt høvið at undirrita sáttmálan um marknaseting á havleiðunum [...] enn óttin fyri tí veruleika, at neyðugt er at slaka frá sínum upprunakrøvum, um semja skal fáast í lag. Á hesum politiska grundvølli hava køn samráðingarfólk ? føroysk, donsk og bretsk - við ídni, nærlagni
fleiri fundir gjørdir á leiðunum báðumegin markið, so at eitt serstakt oljuøki tekur seg upp her, verður nógv at samarbeiða um millum Føroyar og Bretland, bæði á vinnustigi og á myndugleikastigi. Sáttmálin [...] ingina av avtaluni varð borðhald á Hotel Hafnia. Vit prenta her røðuna, sum Anfinn Kallsberg, løgmaður helt fyri bretsku, donsku og føroysku gestunum við borðhaldið á Hafnia eftir at marknaavtalan varð [...] eg standi á odda fyri, hevði sín fyrsta arbeiðsdag fyri ári síðan í dag. Somuleiðis eru summi av samráðingarfólkunum farin burturúr, men nøkur av teimum eru kortini tey somu. Vit politikkarar á báðum síðum
farin av níggju á kvøldi, og nú er bert ein knappur tími til sendingin Amour skal í luftina í Atlantic Radio, sum hoyrist á FM 101, tá Yngd kemur á vitjan í hølunum hjá støðini, sum heldur til á ovastu hædd [...] eru á rásini. Men hvussu bar tað so til, at Elin fór undir kærleikssendingina Amour? ñ Tá eg byrjaði her, greiddi Lárus frá, at hann hevði ætlanir um, at ein romantisk kærleikssending skuldi vera á skránni [...] tak á hesum. At tosa í mikrofonina, stúrdi Elin ikki so nógv fyri, tá hann byrjaði í starvinum, tí sum hon sjálv sigur tað, so hevur mussaskøðið altíð verið í lagi, og tað hevur ongantíð staðið á at práta
góðkenningin av foreldrunum er fingin í lag. - Hóast vit bert kenna til fá dømi, er altíð vandi fyri, at biologiska mamman ella pápin krevur barnið aftur eftir at tað er latið á eitt barnaheim. Men er barnið komið [...] truplast at formidla ættleiðing, sigur Ole Bergmann. Millumtjóðasáttmáli Í framløgu síni á fundinum kom Ole Bergmann inn á viðurskiftini í ymsu londunum, ið lata børn til ættleiðing. Viðurskiftini eru ymisk [...] felag, har tey koma saman. Men at døma eftir sera góðu undirtøkuni, sum almenni fundurin mánakvøldið á Hotel Hafnia í Havn um ættleiðing fekk, er áhugin hjá ættleiðingarforeldrum stórur at koma saman, og
fyri, tá ið hann hitti fólk á veg á stevnu:? Ikki skilji eg, at nakar tímir at fara til nakað, hann aftaná ikki minnist at hann var til.? Ynski mítt er, at vit øll í morgin kunnu minnast aftur á eina góða [...] frælsi grør fyri Føroya navn. O føroyingar, sum enn koma á fund við myrkum og ivandi huga, tit lítið á líðir og glitrandi sund, har báran nú brýtur á boða! Hoyr! hav og land tey nú teska hátt: ?Man føroyingur [...] gjørdu, at háskúlin í 1909 flutti til Havnar, og har stendur hann enn. Hans Andrias Djurhuus, lærari og skald, var sjálvur næmingur í Føgrulíð, og hann yrkti soleiðis TIL FØGRULÍÐAR Var lagnan beisk, var lagnan