Síðani 1994 hava pensiónistar í Syðrugøtu nýtt fyrrverandi studentaskúlan sum dagtilhald. Tey hava somuleiðis arbeitt við møguleikanum at fáa eldrasambýli í húsinum, men nú sært út til, at tey hava starvað til fánýtis. Kommunan hevur nevniliga yvirtikið bygningin frá landinum, og vil hon nú hava hann til barnagarð.
Kommunan sýnir ongan vilja
Tey eldru í Syðrugøtu siga, at tey leingi hava roynt at fingið eitt orðaskifti í lag við kommununa um eldrapolitikk, men tey hava eina kenslu av, at tey als ikki verða hoyrd. Tískil spyrja tey, um orsøkin er, at tey ikki eru før fyri rópa so hart, sum teirra yngru samfelagsborgarar.
Pensiónistarnir duga als ikki at skilja, hví húsið, tey hava ætlað til eldrarøkt, brádliga skal gerast til barnagarð, tá vælvirkandi barnaansingarskipan er í kommununi. Harafturat halda tey ikki, at brúk er fyri so stórum húsi til barnagarð.
Landið sett í gongd
Dagtilhaldið í Syðrugøtu hevur, síðani tað byrjaði, verið stuðlað av landinum. Húsið stóð tómt, eftir at studentaskúlin flutti út í 1993, og tískil var einki í vegin fyri, at pensjónistarnir í bygdini kundu hava dagtilhald í bygninginum. Afturat hesum, hevur landið keypt dagtilhaldinum innbúgv, við teimum treytum, at um tilhaldið gevst, skal innbúgvið fella aftur til landið.
Pensiónistarnir siga, at tá landið setti dagtilhaldið í gongd, vendu pensiónistarnir sær eisini til kommununa, men haðani var svarið, at kommunan fegin vildi stuðla moralskt, men ikki bar til at stuðla fíggjarliga, tí kommunan hevði ikki ráð.
Men sambært pensiónistunum, hevur kommunan hvørki stuða teimum fíggjarliga ella moralskt. Nú tilhaldið skal nýtast til barnagarð, hevur kommunan víst teimum á eina lítla kjallaraíbúð. Og tey hava fingið at vita, at um kjallaraíbúðin ikki er nóg góð, mugu tey flyta tilhaldið av bygdini. Hetta halda tey vera stóra skomm fyri kommununa.
Savnað inn undirskriftir
Sum skilst, hevur yngra ættarliðið í Gøtu kommunu savnað inn undirskriftir, fyri at fáa barnagarð í bygdini, og tilsamans komu inn einar 60 - 70 undirskriftir. Hetta halda tey eldru vera óneyðugt, tí skipa barnaansing fyri tey smáu børnini er í kommununi. Tey halda, at um tørvurin á húsum til barnaansing veruliga er til staðar, hevur kommunan onnur smærri høli til taks, ið eins væl kunnu verða nýtt at ansa børnum í.
Heilsunevndin ikki góðkent
Pensjónistarnir í Syðrugøtu festa seg í, at heilsunevndin ikki hevur hugt at og góðkent kjallaraíbúðina, kommunan ætlar dagtilhaldið skal flyta í. Og tey eru sannførd um, at um kommunan bað heilsunevndina um at kanna íbúðina, so hevði hon als ikki góðkent hana sum egnaða til eldrarøkt.
Kjallaraíbúðin, kommunan vil hava tey eldru at flyta í, er ikki serliga stór, og hartil vísa tey eldru á, at hon fugtar. Tískil halda tey ikki, at landið fer at góðtaka at vakra og dýra innbúgvið verður flutt úr gamla studentaskúlanum og í áðurnevndu kjallaraíbúð.
Hálva millión til tey eldru
Nú avgjørt er, at pensjónistarnir í Gøtu skulu flyta út úr gamla studentaskúlanum til frama fyri ein barnagarð, hevur kommunan avgjørt at seta hálva millión av til eitt eldrasambýlið, ið skal verða liðugt um eini fýra ár. Ætlanin er nevniliga at seta hálva millión av á fíggjarlógini hjá kommununi næstu árini. Hetta heldur umboðsbólkurin fyri pensjónistarnar vera gott, men tey sláa seg ikki til tols við at tey skulu bíða eini fýra ár eftir eldrasambýlinum.
Pensjóniustarnir halda, at besta loysnin hevði verið, um tey framhaldandi sluppu at verða verandi í gamla studentaskúlanum. So kundi dagtilhaldið so líðandi verið bygt út, so tað eisini fevndi um eitt eldrasambýli. Tó siga tey at enda, at fólk endiliga ikki mugu fáa ta fatan, at tey eru ímóti at barnagarður verður bygdur. Tey halda bert, at skeivt verður atborið, tá tey eldru verða skúgvað til viks, orsakað av ætlanunum um at byggja barnagarð.










