vit hendan túrin størsta virði, sum nakar føroyskur trolari tá hevði ført til lands eftir einum túri. Hetta kom væl við einum einum ungum manni, sum tá bæði hevði fingið konu og børn, sigur Mortan. Eftir [...] í Fredrikshavn, og Mortani stendur nú í boði at fáa skiparakjans við einum av hesum bátum. - Hetta førdi til, at eg flutti yvir til Grønlands at búgva við konu og børnum. Allir yvirmenninir vóru føroyingar [...] kann ikki annað enn, at hesi hava roynst óføra væl. Klandur kom í - Í 1985 hendir tað keðiliga, at klandur kemur í millum partarnar á Tvøroyri. Hetta førdi til, at Sonni trekti seg fyrst til bakar – og
so skjótt við beiggja mínum, sum doyði av krabbameini – bert nakrir fáir dagar frá tí, at hann føldi seg illa til passar, til hann var deyður. Hetta var svárt, leggur føroyski fiskimaðurin í Harbour Grace [...] føroyskan mat frá føroysku sjómonnunum. - Arnbjørn hevði soleiðis fingið turran fisk og spik í vikuni, nú føroysk skip eru inni har yviri. Rækjur og svartkalvi Martin Andreasen siglir við einum stórum kanadiskum/ [...] reinsa, frysta og pakka smáu svartkalvahøvdini, sum verða seld til Kina fyri einar 16 krónur fyri kilo. Í Kina verða høvdini brúkt til suppu. - Eg fór umborð á Atlantic Enterprise, tá hann var nýggjur
ígjøgnum alla yrkingina, frá fyrstu til síðstu reglu. Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur ofta vent sær til Alexandur Kristiansen, tá ið barnabøkur, ið bera uppá rím, skulu týðast til føroyskt. Og í vikuni [...] neyðugur, og eg havi tikið hann til eftirtektar, um eg føli, at hann er rættur. Eg havi onkuntíð fingið rættiliga negativan kritikk. Í sjeyti árunum fekk eg eitt ummæli frá einum av okkara fremstu ummælarum [...] árunum. Talan var um seks ungar yrkjarar, ið tráddu nýggjar leiðir, gingu frá tí bundna stílinum, og sum slitu seg leysar frá skugganum av teim farnu. Fyrsta savnið eftir Alexandur Kristiansen, Nón, ið
heilt frá 1998, tá Atlantic Petroleum legði til brots at fáa lut í væntaða føroyska oljuævintýrinum, til november 2009, tá felagið brádliga boðaði keypsskálunum frá, at Wilhelm Petersen var farin frá sum [...] at bróta upp úr nýggjum, eins og hann fekk til uppgávu í 1998, tá Atlantic Petroleum fór til verka. Tann uppgávan var ikki bara einføld. - Vit sótu tá við einum blonkum arki og skuldu fylla innihald í eina [...] hann boðað eigarunum frá, at hann verður við, til alt riggar, sum tað skal. Og tá hann verður spurdur, um hann framvegis fylgir við, hvussu gongst á oljufeltunum langt burturi frá nýuppsettu tangunum og
Andrias Kelduberg um árið, sum fer og um vónirnar fyri árinum, sum stundar til. Her greiðir hann eisini ítøkiliga og forvitnisliga frá, hvussu gamlaárskvøld verður hildið í umhvørvinum í Hoyvík, har hann býr [...] vit brasa riv á nátturðatíð. Ofta koma fólk á gátt gamlaársdag, ár eftir ár. Tó so, at onkur fellur frá, tá aldurin fer avstað við teimum. Ein góður vinur av húsinum var inni á gólvinum seinasta gamlaárskvøld [...] men nú eru hennara spor tung, so tað er ikki meira, enn hon kemur niðan í ár. Men, tíbetur setur til av yngra fólkinum, og tey hugna sær - eisini saman við okkum. Hans Andrias Kelduberg vísir á, at Inni
ður kann missa sessin og sita frá degi til dags, meðan ein løgtingsmaður í minsta lagi situr seks vikur fram. Hetta er tíðin frá tí, at løgmaður kann útskriva nýval, til val verður hildið, sigur floks [...] vælkomin at stuðla okkum í okkara hóvliga politiska arbeiði fram ímóti einum sjálvbjargnum Føroyum, sigur Kári. Hann heldur, at orsøkin til, at flokkurin er dottin burtur ímillum teir stóru flokkarnar, í fyrsta [...] ráðini eru til tess. Fólkakirkjan Kári heldur ikki, at neyðugt er at stríðast við danskar myndugleikar um yvirtøkur. - Lat okkum fyrst verða samd her heima í Føroyum og fyrireika okkum væl til tær yvirtøkur
nar kvinnurnar høvdu undan valinum bóru ikki til at seta í verk, tí pengar vóru rætt og slætt til einki. Nú eru vit komin har til, at ein nevnd er sett til at kanna møguleikarnar fyri at gera ein barnagarð [...] merki eg einki til, at vit ikki hava javnstøðu millum kynini. At býtið av arbeiðsuppgávum í einum heimi ikki er so javnt ber ikki til at broyta við eini lóg. Tað má vera innarbeitt frá barni av og tí er [...] hjá eldri og brekaðum, og hetta eru øki, ið eyðkenna áhugamál hjá kvinnum. - Í einum bygdaráð ber ikki til at skúgva alt til viks og bert arbeiða við hesum málum. Alt skal hanga saman, og sum er hava vit
at nótaskipini kunnu koma at liggja meiri í komandi ári orsakað av hesum skerjingum. Annað er, hvussu tað fer at eydnast Føroyum at samráða seg fram til býtisavtalu við russar um tosk í Barentshavinum, tá [...] gjarna komin aftur til Føroyar sum makrelur frá teimum. So, makrelhandilin millum Føroyar og ávikavist Noreg og ES hevur mest sum staðið upp og niður, sum landsstýrismaðurin tekur til. Føroyar hava nokk [...] ár var eini 130.000 tons, í komandi ári bert verður sløk 10.000 tons. Eisini er føroyska kvotan av norðhavssild minkað úr 76.000 tonsum niður í 51.000 tons. Orsøkin til hesar niðurskurðir eru ikki eitt verri
og gera sítt til, at hetta vegastrekkið, sum onkustaðni er breitt men yvirhøvur er ov smalt, kann verða gjørt liðugt. - Vegurin er skrædnaður næstan allan vegin frá Kolbeinagjógv og til Morskranes, og [...] hann er eingin ivi: - Vegurin er ikki ætlaður til ta tungu ferðsluna sum nú er. So tað er bara ein spurningur um, hvussu leingi aftrat hann kann halda til hetta! Hansara vón er, at tey hjá landsverki nú [...] Hann vísti millum annað á, at vegurin í støðum er smalur og ótíðarhóskandi, men at ein í ávísum støðum hevur breiðkað vegin. Aðrastaðni hevur ein – sum hann heldur speiskliga tók til – tveitt nakrar hundrað
yvir annað virksemi á havnalagnum. Borgarstjórin sigur, at tað saktans ber til at skipa seg og innrætta seg, so pláss er fyri øllum. Kommunan roynir sum best at skapa karmarnar, og so er tað upp til vinnuna [...] virksemi annars kann skapa. Jóhannus Danielsen heldur, at tað liggur til okkum menniskju at síggja ávísar ítøkiligar møguleikar á einum havnalag, men sum tíðin gongur, er ikki vist, at møguleikarnir ikki [...] bora Eysturoyartunnilin, droymi eg um, at ein partur av tí gróti, sum kemur frá tunnilsbyggingini, eitt nú verður brúktur til leingjan av pierinum við Toftagjógv, sigur Jóhannus Danielsen.