- Eg øtist við standin á vegnum

Bygdaráðslimurin Sonni Johansen av Strondum er ein teirra, sum als ikki metir vegin millum Strendur og Selatrað at vera nóg tryggan. – Spurningurin er, um hetta vegastrekkið eigur nakran góðan?, sigur hann

Strendur: - Eg eri ein av teimum sum spyrji, um Selatraðarvegurin er gloymdur av landsverki?

Sonni Johansen varð afturvaldur í bygdaráðið á Strondum í farnu viku, og er ein teirra sum eisini er upptikin av vegasambandinum til vestastu bygdirnar í kommununi - Kolbeinagjógv, Morskranes og Selatrað.

Hann er ein teirra sum hevur ferðast nógv eftir hesum vegastrekkinum, serliga tey seinastu fýra árini. Og fyri hann er eingin ivi:

- Vegurin er ikki ætlaður til ta tungu ferðsluna sum nú er. So tað er bara ein spurningur um, hvussu leingi aftrat hann kann halda til hetta!

Hansara vón er, at tey hjá landsverki nú taka hetta málið í álvara, og gera sítt til, at hetta vegastrekkið, sum onkustaðni er breitt men yvirhøvur er ov smalt, kann verða gjørt liðugt.

- Vegurin er skrædnaður næstan allan vegin frá Kolbeinagjógv og til Morskranes, og haraftrat eru holur mitt í vegnum. Tað sær út fyri mær sum um tilfarið undir vegnum er burtur!


Vánaligt - verri

Tað var í Sosialinum í gjár, at Meinhard Jacobsen úr Kolbeinagjógv vísti á vandamikla vegastrekkið framvið heimbygd síni.

Hann vísti millum annað á, at vegurin í støðum er smalur og ótíðarhóskandi, men at ein í ávísum støðum hevur breiðkað vegin.

Aðrastaðni hevur ein – sum hann heldur speiskliga tók til – tveitt nakrar hundrað rúmmetrar av gróti á vegastrekkinum millum Kolbeinagjógv og Selatrað, bert tí peningur var til avlops aðrastaðni beint fyri árslok.

- Fyri at fáa tilfarið hagar skuldu stórir og tungir bilar koyra eftir tí vánaligasta partinum av Selatraðarvegnum, og við tí úrsliti, at tann frammanundan vánaligi vegurin gjørdist enn verri!

Hansara vón var og er framvegis, at røttu viðkomandi síggja tað neyðuga í at betra um henda vegin, og at peningur verður játtaður til endamálið.

Hesum sama er Sonni Johansen samdur við: Okkurt má gerast, og tað rættiliga skjótt, áðrenn nakað álvarsamt hendir:

- Vit kunnu ikki bíða longur!


Von at koyra

Sonni Johansen sigur at ein í Sjóvar kommunu sjálvandi ynskir, at vegasambandið til vestastu bygdirnar verður so gott sum gjørligt.

- Hinvegin kann kommunan sum so einki gera sjálv. Skal nakað gerast má tað vera í samrøðum og í samstarvi við landsverk. Har er rætta staðið at fáa gongd á arbeiðið, sigur hann.

Hann hevur sjálvur nevnt hetta vegastrekkið, tá hann hevur verið saman við fólki hjá landsverki.

Hetta hevur kortini bert verið óformelt prát, tí ein veruleiki er, at landsverk hóast alt er í ferð við at gera nakað við henda vegin.

- Fólk eru von at koyra eftir Selatraðarvegnum, men at siga, at tað er gott nokk, er ikki rætt, slær Sonni Johansen fast. 




Ein spurningur um tíð

Í einum lesarabrævi í oktober mánaði vísti Sonni Johansen á, hvussu ótíðarhóskandi hetta vegastrekkið er.

Hann hevur verið nakrar gongutúrar frá Kolbeinagjógv og nakað norður eftir vegnum, har hann kundi staðfesta hvussu vánaligur vegurin er.

- Nú eri eg ikki nakar lættvektari, so eg var rættiliga í iva, um eg skuldi tora at ganga eftir hesum vegi. Vegurin heldur nokk mær, men tung ferðsla er eftir hesum strekki, so tað er nokk spurningur um tíð, áðrenn nakað álvarsamt hendir.

Landsverk hevur breiðkað tvey stutt strekki, men tað er als ikki nøktandi. Her má okkurt meir gerast og tað skjótt.

- Mín áheitan er, at tit byrja við Kolbeinagjógv og arbeiða tykkum norður eftir. Har eru eisini fleiri gamlar brúgvar sum treingja til ábøtur, vísti Sonni Johansen á.