Tá Landingarmiðstøðin við Toftagjógv læt aftur nakað fyri jól, helt øll landing á Toftum uppat. Serliga útróðrarmenn argaðust um, at teir, sum áttu og róku landingarmiðstøðina, høvdu valt at selja bygningin til Bakkafrost.
Fleiri argaðust eisini um, at Nes kommuna, sum eigur lendið undir bygninginum, hevði góðkent keypssáttmálan millum partarnar. At enda var ein ávís ónøgd um, at Bakkafrost, sum skal brúka bygningin til landstøð fyri sítt alivirksemi í økinum, sleppur at hegna inni ein part av bryggjukantinum í skipahavnini á Toftum.
Men, tíðliga í apríl kundi Nes kommuna almannakunngera, at nú hevur eitt nýtt felag - Landingarmiðstøðin á Toftum - latið uppaftur landingarvirksemi í bygninginum, har Valhalla áður hevði sítt virksemi longur inni á havnalagnum.
Tað er Niclas Davidsen, sum var ein av eigarunum av gomlu landingarmiðstøðini, sum hevur tikið stig til nýggju landingarmiðstøðina, og aftrat sær hevur hann sonin, Arnhold Davidsen og bróðursonin, Hans Arna Davidsen.
Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, sigur, at eingin var meira harmur enn hann, tá tað gjørdist greitt, at landingarvirksemi á Toftum læt aftur í endanum av farna ári.
- Men, vit mugu bara ásanna, at tíðin stendur ikki í stað. Umstøður broytast, og tað ger fiski-og útróðrarflotin eisini. Fiskiveiðan undir Føroyum hevur svikið seinnu árini við lakari fiskiveiði, bæði innan trol og húk, samstundis sum kappingin innan landingarvirksemi hevur verið stór.
Hann sigur, at haraftrat eru komin fleiri frystilínuskip og trolarar sum frysta veiðina umborð. Men, nú eru tíbetur batar at hóma, bæði hjá línuskipaflotanum og útróðrarflotanum.
Borgarstjórin vísir á, at tað altíð hevur verið ein kampur um at fáa lønsemi í landingarvirksemi, og tað er ein sannroynd, at árið 2015 ikki royndist nakað serligt hjá landingarvirkseminum, sum var á Toftum, eins og útlitini ikki vóru serliga góð.
- Á hinari síðuni vildu vit ikki sum kommuna leggja okkum í vegin fyri, at Bakkafrost ynskir at leggja eina meginlandstøð fyri nærmastu aliøkini hjá felagnum í okkara kommunu. At felagið nú ætlar at ala undir Neslandinum og ynskir meginlandstøðina við Toftagjógv, fer vónandi at geva okkara kommunu nakrar krónur í partafelagsskatti, umframt teir ringvirkningar og arbeiðspláss, sum eitt slíkt virksemi annars kann skapa.
Jóhannus Danielsen heldur, at tað liggur til okkum menniskju at síggja ávísar ítøkiligar møguleikar á einum havnalag, men sum tíðin gongur, er ikki vist, at møguleikarnir ikki eru nógv fleiri enn teir, vit dugdu at ímynda okkum.
- Vit skulu bara skrúva tíðina nakrar heilt fáar mánaðir aftur, tá fáur í kommununi hevði droymt um, at vit fóru at fáa eina meginlandstøð her úti á Toftagjógv. At vit eisini kunnu rúma slíkum virksemi, merkir ikki, at hetta nýtist at ganga út yvir annað virksemi á havnalagnum.
Borgarstjórin sigur, at tað saktans ber til at skipa seg og innrætta seg, so pláss er fyri øllum. Kommunan roynir sum best at skapa karmarnar, og so er tað upp til vinnuna at síggja møguleikarnar og skapa virksemi av ymiskum slag. At annað virksemi enn tað traditionella stingur seg upp, nýtist ikki at merkja, at møguleikarnir við traditionellu vinnuni verða skerdir.
- Nes kommuna eigur nógvan bryggjukant og stórt uppland á havnalagnum, og tá farið verður at bora Eysturoyartunnilin, droymi eg um, at ein partur av tí gróti, sum kemur frá tunnilsbyggingini, eitt nú verður brúktur til leingjan av pierinum við Toftagjógv, sigur Jóhannus Danielsen.