lívið. Skaldsøgurnar eru ein frálík lýsing av tí, ein drongur upplivir undir sínum uppvøkstri á bygd, men tær eru ikki bert ein avmyndan av menningini hjá dronginum, men eisini ein rættiliga nágreinilig lýsing [...] vend í, men ikki bara til tað betra. Avmyndanin av, hvussu bygdin, sum mest er at líkna við ein støðuhyl, broytist, tá ið berholið kemur, er tað næsta, Jens Pauli Heinesen í sínum skaldskapi kemur tí klassiska [...] hin. Fyrst í søguni verður ein ferð gjørd úr Havnini til Suðuroyar, og ávegis verða oyggjarnar, sum siglt verður framvið, lýstar í einum mangan ógvuliga erotiskum tóna, so at ein landslagslýsing fer yvir
A.I. vísir á, at tað, Harrin havi lov, er eitt rák mótvegis avtøku av deyðarevsing. Hetta er sera jaligt og upplyftandi hjá teimum mongu, sum stríðast móti hesi barbarisku revsing, og talið av avrættingum [...] minsta lagi 177 fólk, harímillum fýra ungdómar; Irak, sum avrættaði í minsta lagi 65 fólk, harímillum ein ungdóm; Sudan í minsta lagi 65 fólk; Pakistan í minsta lagi 82 fólk; USA 53 fólk og Kina, sum avrættaði [...] móti einum heimi uttan deyðarevsing, sigur Amnesty og vil bera hesi orð til okkara. Deyðarevsing er ein inhuman og ræðulig revsing. Hesin revsiháttur hoyrir ikki heima í siviliseraðum og upplýstum heimi
summi hugsa »Hvat meinar tú við? Ein og hvør kann seta seg inn í eitt fjós og hamra á nakrar tunnur, meðan kýrnar brøla afturvið«. Sjálvandi kann ein og hvør gera tað, men ein og hvør kann ikki fáa eitt slíkt [...] syngja fjøllini«, ið Jóanes Nielsen so meistaraliga hevur skrivað. Heildin er fantastisk, ein fullkomin pakki. Ein sýrut, eksperimenterandi, elektronisktljóðandi blanding av løgum og tónum, ið geva assosiatiónir [...] sniðgivin av Høgna Egholm Magnussen. Hann myndar ein eksploderandi stórbý; høg hús í logandi eldi við gráum skýggjum og flákrandi øsku. Aftaná eina løtu broytist heildin og sær síðani út sum um, at tað er húsin
var friður. Hvør í sínari skotgrøv lógu hermenninir og bíðaðu. Við eitt skar ein klár, týsk rødd ígjøgnum køldu luftina. Ein rødd, sum sang – við vaksandi megi. So líðandi løgdust fleiri røddir aftur at [...] Fedotova, sum er flýdd úr Ukraina, í sjónvarpinum. Hon segði: »Eg eri heimleys. Eg havi einki arbeiði. Eg eri einsamøll. Havi mist familjuna. Fólk, eg eri góð við. Mítt land. Mítt heim.« Í friðarligu Føroyum [...] fronskum hoyrdist brátt sálmurin »Gleðilig jól« ljóma yvir sundurskotna lendið. Við eitt reistist ein týskari. Fattur stóð hann har – mitt á hermótinum – og setti lívið í váða fyri vónina um menniskjaliga
breiðum samstarvi við allar flokkar. Ein kend regla hjá Hans Andreasi Djurhuus ljóðar: »Saman at standa var ei okkum givið.« Men eg havi hug at bjóða hesum av, tí eg havi eina sterka vón um, at vit kunnu standa [...] toga ymsar vegir, megna vit at vera ósamd í sátt og semju. Ein av grundsúlunum undir okkara fólkaræði er júst, at pláss er fyri ósemjum. Eg havi eitt nú sjálvur sagt, at vit ikki kunnu skipa samgongu við [...] júst nú broytist dag frá degi. *** Besta dømið um broytingina síggja vit í Ukraina. Jólaaftan vitjaði eg í KFUK. Millum gestirnar vóru sjey ukrainar úr Kharkiv. Fimm kvinnur og tvey børn – ein smágenta
handlar. Ein kiosk niðast í gøtuni, onkur hissini bilsøla hevur eisini hildið til har, men nú eru nøkur ár síðani nakað handilsvirksemi av álvara var í gøtuni. Men, sum við øllum, so broytist tað eisini [...] tað er Susan Højgaard, sum eigur handilin. Susan sigur, at hetta er ein gamal dreymur hjá henni, sum nú verður veruleiki. ? Eg havi í nógv ár ætlað mær at fara undir at handilsvirksemi, men tað er ongantíð
praktisku royndina. At ein kvinna nú telist millum brandfólkini, fegnast hann um. - Eg havi góðar starvsfelagar, men teir eru sum eg. Teir rudda ikki. Kvinnur hava tað nokk meira so, at ein er ikki liðugur at [...] Nú kann ein ikki so væl tosa um brandmenn í Tórshavnar Kommunu longur. Fyri fyrstu ferð er ein kvinna millum brandfólkini. Tað er Senøva Berg, ið var millum teirra, ið luttóku á skeiði fyri stuttum. Skeiðið [...] Skeiðið er ikki fyri nýbyrjarar. Ein skal t.d. hava lokið grundútbúgvingina, fyri at luttaka, og skeiðið er førleikagevandi soleiðis, at ein kann søkja sær víðari útbúgving hjá Beredskabsstyrelsen. 13 tøl
at ongastaðni í mínari grein er ein tann einasta áheitan á grønlendska veljaran um at velja ávísan flokk, hvørki loysingarflokk ella sambandsflokk. Mín boðskapur var ein heilt annar, nevniliga at eg heitti [...] eg valdi heldur at brúka orðingar og upplýsingar, sum eg havi tikið orðarætt frá heimasíðuni www.fullveldi.fo. ad 4: Var tað ikki rætt, at ein fólkaatkvøða skuldi vera 26. mei 2001, men at henda seinni [...] Hoydal ella Jóannes Eidesgaard hava rætt til at uppfinna ein annan veruleika, enn hann sum er. Veruleiki er veruleiki, sjálvt tá hann gerst ein marra.
stórur trekleiki í skipaninum. Er ein fyrst komin inn á ein stovn í miðstaðarøkinum, er nærum ógjørligt at flyta á annan stovn, sjálvt um tørvurin fyri røkt broytist. At haraftrat er funnið uppá at innrætta [...] um støðið á røktini skal haldast. Havi ofta spurt meg sjálva, um tað er orsakað av, at mest konufólk starvast her, at vit hava gingið við til so nógvar sparingar? Ein roynir at fáa alt at ganga – grenja [...] eini 2 ár. Men so mást tú fara heimaftur til tey avvarðandi við búfólkunum og siga takk fyri lán. Ein tílíkur stovnur er alt ov dýrur at reka. Eru vit í dag eru har, sum hesin politikarin spáddi, so kundu
farið verður um mark, ber til at skoða aftureftir og frameftir. Men sjálvsagt kemur ein ikki uttanum listina, tá ein hittir Zacharias Heinesen. Bæði á verkstaðnum og inni í heiminum eru vakrar myndir á [...] yvir Havnina er listarligt í sjálvum sær og ein varnast skjótt mong av myndevnunum hjá listamanninum. Hann hevur mangar myndir, ið júst hava myndevni, ið ein kann seta í samband við vakra útsýnið úr st [...] nyttar ikki at provokera við tí longur. Nú roynir ein at mála landsløg, og síðani abstrahera so mikið, at tað nærum ikki kenst aftur, men heldur er ein lýsing í litum, sigur Zacharias. Hann væntar, at yngri