Ja, har kanst tú óivað sleppa at vera eini 2 ár. Men so mást tú fara heimaftur til tey avvarðandi við búfólkunum og siga takk fyri lán. Ein tílíkur stovnur er alt ov dýrur at reka.
Eru vit í dag eru har, sum hesin politikarin spáddi, so kundu vit kanska sagt soleiðis: Nú hevur Lágargarður eitt rúm leyst at koma at búgva í. Góðir karmar eru til røkt. Kravið er, at avvarðandi sjálvi luttaka í røktini til sítt búfólk á stovninum?
Stórur tørvur er á eldrarøkt, serliga í miðstaðarøkinum. Hetta sæst einamest á telefonstorminum, ið er, hvørja ferð eitt pláss er leyst. Orsakað av broytingum í liviumstøðum samstundis sum alt ov fáar faciliteter so sum vardar íbúðir o.t. er útbygt, er stórur eftirspurningar eftir plássi á sambýlum, Ellisheiminum og røktarheimum. Tá tørvurin er so stórur, verður somuleiðis stórur trekleiki í skipaninum. Er ein fyrst komin inn á ein stovn í miðstaðarøkinum, er nærum ógjørligt at flyta á annan stovn, sjálvt um tørvurin fyri røkt broytist. At haraftrat er funnið uppá at innrætta gomul hús til gomul fólk, tí politikarnir halda tað er ódýrast, er ein stór misskiljing, sum kann koma at standa okkum dýrt framyvir.
Men har eru vit so. Tørvurin er sum fyrr nevnt ovurstórur, og hevur hetta elvt til, at stórir fundir eru hildnir um tørvin fyri eldrarøkt her í miðstaðarøkinum við luttøku av lands- og kommunalpolitikarum. Men hvat nyttar at ”lova” betringar á økinum so sum at gera/byggja fleiri pláss, um ikki er ráð at reka tey?
Tá Lágargarður varð tikin í nýtslu, vóru fleiri fólk í røktini á stovninum enn í dag. Hetta hóast búfólkini í dag oftast eru nógv verri fyri, enn tey vóru í 1987 – orsakað av alt ov langari bíðitíð at koma inn á stovnin. Sparingar hava verið alla tíðina, men krøvini til starvsfólkini eru bara herd.
Árið í ár er onki undantak. Eitt er, at tól sum t.d. uppvaskimaskinur, køliskáp og røktaramboð so sum liftir næstan ikki er útskift síðan byrjan og bert virka neyðturviligt takkað verið ótrúligu kreativu húsavørunum. Annað er, at skarvað hevur javnan verið av arbeiðstímunum hjá starvsfólkunum, m.a. verður ikki tikið avloysari inn fyrsta dag, eitt starvsfólk er sjúkt. Og her skal minnast á, at okkara arbeiðsuppgávur kunna ikki goymast til næsta dag! Sparingarnar eru gjørdar við vælvild frá starvsfólkunum.
Men nú er spart inn á bein. Her er onki at koma eftir, um støðið á røktini skal haldast. Havi ofta spurt meg sjálva, um tað er orsakað av, at mest konufólk starvast her, at vit hava gingið við til so nógvar sparingar? Ein roynir at fáa alt at ganga – grenja yvir fyri hvørjum øðrum, men gera sjáldan vart við okkum har, ið avgerðir verða tiknar.
Lítið hevur verið alment at hoyrt frá starvsfólkunum hesi ár hóast allar sparingarnar. Tey flestu hava bert roynt at runnið skjótari. Men nú er neyðugt at rópa hart. Spurningar eiga at setast í samband við krav um sparingar. Skal støðið á røktini/ tilboð í samband við hesa setast niður? Nær fara politikarnir at hyggja nágreinliga at, hvussu peningurin á røktarheimunum verða nýttir, áðrenn krøv verða sett um sparingar? Eg spyrji?