A.I. vísir á, at tað, Harrin havi lov, er eitt rák mótvegis avtøku av deyðarevsing.
Hetta er sera jaligt og upplyftandi hjá teimum mongu, sum stríðast móti hesi barbarisku revsing, og talið av avrættingum er fallið við 25 prosentum í 2006 í mun til árið fyri. Bert 25 lond framdu avrættingar í 2006, og bert seks lond stóðu fyri 91 prosentum av øllum avrættingunum. Hesi lond vóru: Iran, sum avrættaði í minsta lagi 177 fólk, harímillum fýra ungdómar; Irak, sum avrættaði í minsta lagi 65 fólk, harímillum ein ungdóm; Sudan í minsta lagi 65 fólk; Pakistan í minsta lagi 82 fólk; USA 53 fólk og Kina, sum avrættaði í minsta lagi 1010 fólk, men hetta tal er í veruleikanum nógv hægri.
USA er einasta landið á amerikanska meginlandinum, ið hevur avrættað sínar borgarar síðani 2003. Hetta er stór vanærilig skomm fyri landið, ið vil metast at standa á odda fyri demokratiska heiminum. Demokrati er heilt einfalt ósameinligt við deyðarevsing við tað, at demokratiið er sjálv ímyndin av humaniterari lívsáskoðan.?
Vit mugu vóna og biðja til, at heimsins stjórnir fara at stuðla uppskotinum, sum verður lagd fram á ST-fundinum og harvið taka eitt avgerandi stig móti einum heimi uttan deyðarevsing, sigur Amnesty og vil bera hesi orð til okkara. Deyðarevsing er ein inhuman og ræðulig revsing. Hesin revsiháttur hoyrir ikki heima í siviliseraðum og upplýstum heimi. Hartil kemur, at tað ferð eftir ferð henda mistøk, soleiðis, at ósek fólk verða tikin av døgum. Hetta kann sum verða man ikki endurbøtast og ger hetta revsingina enn meira inhumana og ræðuliga. ES og serstakliga Italia, hevur leingi gingið fremst í stríðinum móti hesi ræðuligu revsing, men er samstundis forðað í at fara aktivt fram av tí, at tað sera konservativa Póland hevur eina ullinta støðu til avtøkuna av deyðarevsing. Vónandi broytist hetta við komandi vali í Pólandi, sum verður fyrsta dagin.
Sosialurin